mikudagur 2. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 63 • 02. apríl 2008
ferðafólki í Noregi, tí sama ár
varð hann seldur til Føroyar.
Tann 11. juni 1908 kom Ruth
til Havnar úr Stavanger, og frá
1. august 1908 byrjaði hon sum
fyrsta skip at sigla í fastari
ferðaætlan norður í Sundalagið,
til Hvalvíkar og Oyrar, og inn á
Skálafjørðin.
Hvussu stór kollvelting hetta
var, kundi FF-blaðið í 2003
greiða frá í samrøðu við Onnu
Askham, sum var fødd í 1901 og
mintist tíðina áðrenn Ruth. Hon
plagdi at fara til Kollafjarðar
at vitja mammubeiggja sín.
Men tá mátti hon passa sær
løgir at sleppa við árabáti, sum
kortini fór til Kollafjarðar. Hon
mintist framvegis tá ilt á, hvussu
rullut tað var at fara framvið
Hoyvíkshólm!
Millum manna varð Ruth bert
kallaður “mjólkarbáturin”. Hann
var mastraleysur, málaður hvítur
við reyðum skorsteini. Hann hevði
40 hk dampmaskinu, og meistarin
fýrdi sjálvur. Hetti skapti so
eisini møguleika fyri regluligum
postflutningi, sum tó í fyrsta
umfari bert var tvær ferðir um
vikuna til hvørja bygd. Hetta var
tá eitt stórt framstig.
Leingi vóru Jógvan hjá Mikkjali
í Dali skipari, og Dánjal í Horni
var meistari. Ruth kundi ikki
leggja at í Vágsbotni, men har
varð stoyptur ein stabbi nakað
úti, sum plankar vóru lagdir út
á og bátar og smærri før kundi
leggja at. Her legði Ruth viðhvørt
at, men oftast mátti fergast.
Fastur fergumaður um ta tíðina
var Poul Johannes hjá Pálli, sum
búði í Tróndargøtu.
Sambandspolitikkur?
Hetta stóra tiltak førdi eisini til
ymisk kjak. Eitt, sum ivi varð
settur um, var sjálvt navnið
Ruth. Tingakrossur bar víðari
eitt uppskot um, at “give den
populære Mælkebaad et bedre
og mere karakteristisk Navn end
det intetsigende og grimme Ruth.
Man foreslaar, med henblik paa
Tjaldur og Smiril, at kalde den
ny Kystbaad Drunnhvíti, hvad
slet ikke ville være ueffent.
Drunnhvíti er jo en nydelig lille
Svømmefugl.”
Sum við so nógvum øðrum,
so kom ikki sørt av politikki í
hetta mál. Í februar 1908 hevði
Tingakrossur eina grein, har teir
harðliga finnast at Dimmalæting
fyri at nýta málið til fyrimuns
fyri sambandssjónarmið. Tað, at
staturin og postverkið góvu stuðul
og lán, varð nýtt sum dømi um
fyrimunin við sambandi millum
Føroyar og Danmark.
Men greinskrivarin í Tinga-
krossi fýltist eisini á, at tað
ikki varð gjørt meira fyri at
fáa føroyskan partapening, so
sleppast kundi undan at verða
heftur á hendan hátt at Danmark.
Hann fýltist eisini á, at flutningur
av mjólk og posti varð tvinnað
saman á hendan hátt. Tí, kom
at standa á, so varð tað altíð
postflutningur, sum fekk fyrsta-
rætt, meðan mjólkin verður við
sviðið soð. Hesir spádómar komu
tó ikki at ganga út.
Máttu fergast
umborð
Ein stuttlig lýsing av atløguviður-
skiftunum fæst við at lesa stubba
í Dimmalætting 19/9 1908. Her
verður m.a. sagt:
”I begyndelsen lagde nemlig
Baaden ved sin Ankomst til
Land ved et af Byens Broanlæg.
Nu ser det ud til, at den har
ophørt hermed, hvilket er meget
uheldigt baade for Passagerer og
Forsendelser. Man maa nemlig
betale Færgepenge, som fordyrer
Fragten og Passagerernes Billet
betydeligt.
Den tidligere Postbaad lagde
til Land ved sin Afgang herfra
og Ankomst hertil, saa man
sparede Færgepengene, og
Passagertaksten var kun det
halve af den nuværende.”
Síðan verður skoytt uppí, at tá
báturin fær statsstuðul, skuldi
ein kunnað væntað, at leiðslan í
felagnum vil fáa hesi viðurskifti í
rættlag.
“Gribbar” millum
fergumenn
Annars lýsir mjólkaforsýningin
seinni við, at teir hava gjørt
avtalu við Poul Johannes Poulsen
um, at hann skal frakta ferðafólk
frá og til Ruth fyri 15 oyru fyri
hvørt ferðafólk. Møtast kundi ein
tíma undan fráferð.
Tað eru fleiri greinir skrivaðar
um fergumenn í Havn. Her skal
bert nevnast eitt lesarabræv í
Tingakrossi í apríl 1908, har tað
verður klagað um, at kappingin
um ferðafólkini var so hørð, at
eina ferð varð eitt ferðafólk
skumpað á sjógv av sjálvum
fergumanninum í kappingini um
at fáa ferðafólk. Teir hava eisini
verið ”gribbar” tá. Slíkt óskil
kundi ikki góðtakast.
Ferðaætlan og prísir
Ferðaseðlaprísirnir lógu frá 50
oyrum til 1 kr. Hetta var t.d.
prísurin av Oyri til Havnar. Av
Havn inn á Toftir ella Strendur var
prísurin 50 oyru, men longur inn á
Skálafjørðin var prísurin 75 oyru.
Børn sluppu fyri hálvan prís.
Sjálv ferðaætlanin er eisini
áhugaverd. Tað eru tvær høvuðs-
rutur. Onnur inn á Skálafjørðin,
og hin var norður í Sundalagið.
Tað varð nøkulunda soleiðis
skipað fyri, at tað annan hvønn
dag skuldi vera lagaligast at
ferðast millum hesi øki. Tað lá
t.d. væl fyri at fara úr Kollafirði
mánadag og at fara aftur til
Havnar týsdag. Tað sæst eisini,
at tað hevur verið lagaligt at
ferðast úr Kaldbak til Havnar
hvønn dag í vikuni. Men at fara
úr Havn til Kaldbaks man hava
tikið meginpartin av degnum,
tí fyrst skuldi farast til øll hini
plássini. Her man tað hava verið
mjólkaflutningurin, sum taldi.
Ferðaætlanin var sera vegleið-
andi, tá siglast skuldi bygd av
bygd. Tað man ofta hav verið
leingi at bíða hjá ferðafólkunum.
Jørgen hjá Poul Hansen greiddi
einaferð frá eini stuttligari søgu
um, hvat ið kundi bera til tá í
tíðini. Mamma hansara plagdi
at hava vitjan av Almu Rustin,
sum hevði postin í Fuglafirði.
Tær høvdu nógv at práta um og
kundu ikki altíð gera seg lidnar,
til mjólkarbáturin skuldi fara.
Tá varð Jørgen sendur oman í
Vágsbotn við boðum um at biðja
teir bíða eftir Almu!
Sigmundur og
Streymur
Í 1923 keypti felagið motorbátin
Sigmund frá Handilsforeiningini,
sum vist helt uppat um hetta
mundið. Sigmundur var bygdur
á Skála, og tað fyrsta árið sigldi
hann til Skálavíkar og Húsavíkar,
hagani nógv mjólk var at fáa. Árið
eftir fór hann eisini at sigla til
Miðvágs. Við Sigmundi plagdu at
vera Karl á Kák, sum førdi hann,
stundum vóru Karl í Fútastovu og
Edvard Lindenskov við, og táið
Kvívíks Karl yvirtók hann, var
hann rættiliga leingi við.
Í 1926 varð Dúgvan, sum Lias í
Rættará hevði bygt til Vágsbotn-
handilin, keypt. Hon flutti post til
Nólsoyar, Skopunar og út í Hest.
Seinni varð hon eisini sett inn í
siglingina til Víkar, Norðskála og
Eiðis. Óli hjá Essa og Jákup hjá
Kaldbaks Peturi sigldu nógv við
Dúgvuni.
Táið ísvirkið á Tvøroyri fór
á heysin, keypti Mjólkarvirkið
ísvirkisbátin Streymur. Hann var
bygdur til alla sigling og til allan
sjógv, so hann var væl egnaður til
rutusigling. Frá Streymi, sum sigldi
vestureftir til Klaksvíkar, Viðareiðis
og Svínoyar, minnast vit Kristjan
Martin og Sofus hjá Linu.
Ikki bert sum at siga
tað at fáa mjólk
Hetta við mjólkini var nú ikki
bara sum at siga tað. Fólk skuldi
jú venjast við at drekka mjólk
aftaná fyri ein stóran part at
hava drukkið "svart" drekka í
óminniligar tíðir. Annað var, at
bøndurnir máttu venjast við at
fáa neytini at kálva soleiðis, at
Hetta er tað fólk minnast sum mjólkarforsýningin í Tórsgøtu. Hesi hús eru
bygd í 1922
Pakkhúsini í Vágsbotni, bygd i 1928
Fyrsti Tróndur var óhoyrt luksus, sum nógv minnast
Peter Jensen var fyrsti stjóri