mikudagur 2. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 2. apríl 2008
19
TACC 08 er eitt kærkomið
høvi hjá vinnuni at vísa
fyri umheiminum, at
vit eisini ynskja at verja
umhvørvið.
- Gera vit tað ikki av
okkara eintingum, gera
onnur tað fyri okkum,
sigur reiðarafelagið í
kronikki
kronikkur
Ólavur Jøkladal
skrivstovustjóri
Føroya Reiðarafelag
Tá eg sunnudagin seinnapartin
hugdi at filminum “An inconveni
ent truth”, rann mær í huga før
oyska orðatakið, at “sannleikin er
illa lýddur”. Tað vóru ikki mong
henda seinnapartin, ið høvdu valt
“sannleikan”, ið hvussu so er
tann hjá fyrrverandi amerikanska
varaforsetanum Al Gore, hvørs
boðskapur fyrst og fremst var at
fáa sínar landsmenn og heimin
allan við uppá at lata minni út av
CO2.
Løtuna beint undan sýningini
hoyrdist ljóðið av einum propell
flogfari yvir Havnini, og ivaleyst
høvdu nógv valt at farið sær ein
sunnudagsbiltúr við familjuni
norðureftir. Neyvan man nakar
okkara vera reinur, tá ið tað
kemur til henda spurningin, í
mun til náttúruna og ábyrgdina
av tí tunna lagnum av atmosferu,
ið liggur rundan um okkum og
skal verja jørðina.
Huglagið í byrjanini var nærm
ast sum at vera til eitt vekingar
møti, og ikki lítið súmbolskt fyri
prædikumansins viðkomandi var
tað, tá íð hann í byrjanini í filmi
num steig út úr “Airforce One”,
sum er flogfarið hjá amerikanska
forsetanum, ið er størsta flogfar í
heiminum av slagnum Boing
747, ið vanliga flýgur umkring
knøttin við bert einum persóni,
her hevði ikki verið lukkuligt at
roknað út, hvussu stórt útlátið
uppá mannin hevði verið. Jú,
paradoksni eru mong, og man
sannleikin eisini í hesum førinum
vera margfaldur.
Vakstrarhúsárinið
Vakstrarhúsárinið er ein veru
leiki, vit eiga at fyrihalda okkum
til, og vit eiga at taka ávaring
arnar frá vísindafólki í størsta
álvara. Tað, at osonlagið longu
hevur verið fyri árini, ið skapir
ein støðugt hækkandi tempratur,
eru tøl fyri, so tí fara vit ikki at
ivast í. Tó skal sigast, at sann
leikin eisini í hesum førinum er
magfaldur, tað eru ikki meira enn
fýra vikur síðan, at kanningar
vóru lagdar fram á ráðstevnu í
Brússel av granskara úr
Manchester Metropolitan
University, ið siga nakað um ta
sokallaðu óbeinleiðis “aerosol”
effektina, ið virkar mótasatta veg
in enn CO2 útlátið (kelda:
Lloyd´s List 7. mars 2008).
Aerosol (H2SO4) er útlátið,
avleitt av dálkingini frá skipum,
ella bara frá náttúruni sjálvari í
form av einum eldgosi t.d. Tað,
sum granskarin segði, var, at
hetta útlátið javnvigaði – og
kanska eitt sindur afturat við
co2 útlátið á tann hátt, at henda
effektin kølir atmosferuna
tilsvarandi. Sum dømi kann
nevnast, at filipinska vulkanin
Pinatubo, sum geys í 1991, var
við til at lækka tempraturin um
alla klótuna við hálvum stigi árið
eftir (kelda: Earth Observatory
Nasa).
Tað er ikki mín ætlan at brúka
hetta sum eina umbering fyri
útláti, dálking er dálking, tað
hevði neyvan hildið í dag, men
tað er greitt, at náttúran á
mangan hátt hevur regulerað seg
sjálva. Tað merkir ikki, at eg
haldi, at so kann alt gera tað
sama. Hetta, bert fyri at vísa á, at
sannleikin er fjøltáttaður, og at
tað eru aðrar orsøkir, eisini fyri
hvønn veg tað ber móti
ovurstórari hiting av jørðini ella
móti eini nýggjari ístíð.
TACC ráðstevnan
Reiðarafelagið heilsar ráðstevn
uni vælkomnari og vil vera við
til bøta um tey umhvørvisligu
viðurskiftini, alt tað sum stendur
í okkara makt at gera. Hugburð
urin í vinnuni er longu nógv
broyttur, og medvitið er munandi
betri á hesum øki. Tað, sum áður
hevur verið koyrt á sjógv, kemur
ikki fyri í dag, og hvat oljubrúki
viðvíkur, so verður ikki ein
millilitur av olju brúktur ov nógv
í dag, tað hevur eingin ráð til.
Vit halda eisini, at ráðstevnan
er eitt kærkomið høvi hjá vinnuni
at vísa fyri umheiminum, at
viljin er til staðar eisini at bøta
um viðurskiftini, so vit gerast
enn betri á økinum. Ongum
nýtist at ivast um, at gera vit tað
ikki av eintingum, verða tað
onnur, sum koma at gera tað fyri
okkum, hvat ið neyvan gevur tær
bestu loysnirnar. Tí er alneyðugt
hjá okkum at koma brúkaranum
úti í heimi og umhvørvistunum í
forkeypi.
Føroyskt útlát
Á summum økjum hava vit
tíverri sovið í tímanum, sum til
dømis í sambandi við Montreal
sáttmálan, har enn liggur á láni at
fáa hesi tingini greidd ígjøgnum
løgtingið, so spurningurin um
freon 22 eisini kemur upp á
pláss. Tað at hesin spurningur
hevur verið óloystur hevur lagt
óneyðugar kostnaðir á vinnuna,
tá hetta hevur ávirka prísin á
vøruni. Annars er tað at siga, at
tølini fyri Føroyar í sambandi við
freon 22 nýtsluna hava ikki verið
røtt, tá ein stórur partur – millum
30 og 40 prosent – eru leverans
ar, ið eru farnir víðari til bæði
norsk og russisk skip. Her er tað
mótsatta hent, sum er tilfeldið
við teim donsku tølunum í
sambandi við CO2 útlátið, har
allur Mærskflotin ikki hevur
verið roknaður uppí donsku
hagtølini. Nevnast kann at bert
eitt av stóru skipunum hjá danska
handilsflotanum dálkar líka nógv
sum ein provinsbýur í Danmark.
Tað lívfrøðiliga vil eg ikki
siga so nógv um, tað hevur
seinastu tíðina verið nógv umrøtt
í øðrum samanhangi, tað merkir
ikki, at tað ikki hevur alstóran
týdning, at nóg mikið av tilfeingi
er til komandi tíðir og ættarlið
eisini. Vinnan hevur fyrst av
øllum tey búskaparligu atlitini at
leggja upp fyri, tí eru tølini á
botnlinjuni í rakstrinum ikki
svørt, ja so kann ein framhald
andi rakstur ikki geva meining.
Við umhvørvinum í huga
verður ofta nevnt, at føroyingar á
mangan hátt eru í serstøðu, tá ið
hugsað verður um, at vit eru ein
fiskivinnutjóð burturav, og at
henda vinna er okkara høvuðs
vinna, samanborið við onnur
lond. Um vit kunnu vænta, at
umheimurin skal skilja okkum
og verða yvir fyri okkum annar
leiðis enn fyri øðrum, er ein ann
ar spurningur. Men eitt er heilt
sikkurt, at tað eru fiskasløg ið
bert kunnu veiðast við troli, ið
krevur eina ovurstóra orku, her
hava vit einki val. Ikki ein milli
litur av olju verður brúktur ella
goldin, uttan hetta er neyðugt. Tí
er tað fyrst og fremst í okkara
egna áhuga, at brúkt verður sum
minst. Tá ið tað er sagt, má eisini
viðgangast, at vit kunnu og skulu
verða nógv betri á hesum øki. Og
har noyðast menn at hugsa ratio
nelt, tá ið tað kemur til orku
spurningin. Oljuprísurin, haldi
eg, fer at fáa okkum til at hugsa
heldur “optimalt” enn “maksi
malt”. Eisini verður neyðugt at
hyggja at, hvat ið kann gerast
innan fyri karmin av einstøkum
skipabólkum við atliti at reið
skapi.
Niðurskurður
Tað finnast skipabólkar – eitt nú
línuskipaflotin, ið rokna seg
sjálvar at vera ógvuliga
umhvørvisvinarligar, skilt uppá
tann máta, at oljuútreiðslurnar
eru lágar, tá ið brúkið av brenni
evni er minimalt. Tá tað er sagt,
so eru tað fiskasløg, ið bert
kunnu fáast upp við troli. Júst
her trýstir skógvurin í løtuni við
teim høgu oljuprísunum. Í hesum
endanum hava vit teir pelagisku
trolararnar, ið saman við frabriks
trolarunum og rækjuskipunum
eru sera orkukrevjandi. Tó, tann
bólkur, sum líður mest undir
byrðunum í dag, er djúpvatns
trolararnir. Her er rættiliga
trupult, og er tað bert spurningur
um tíð, til einstakir teirra ikki
hóra undan og geva skarvin yvir.
Harvið kemur ein ávís minking
av sær sjálvum ávirkað av ytri
umstøðum. Vit hava fyrr sæð
skipabólkar minka burtur, t.d.
eru bert trý rækjuskip eftir í
flotanum ein niðurskurður av
sjeyti prosentum eftir tíggju
árum.
Út til brúkaran
Menn vilja vera við, at hvussu
vit handfara tann etiska partin í
okkara vinnu, hevur onga
ávirkan á brúkarans fatan um
okkum. Men at tað til eina og
hvørja tíð verður, hvussu vit
megna at kunna um tann etiska
partin, hevur alla ávirkanina á
brúkarans fatan um okkum. Her
er tað, at ráðstevnan kemur
okkum til hjálpar við at seta
fokus á fiskivinnuna, har vit eru
ein tungur aktørur í brúkinum av
brennievni og harav einum
stórum útláti. Tí verður tað:
kunning um burðardygd við
gjøgnumskygni, ið skal hjálpa
okkum út í heim við vørunum.
Reiðarafelagið: Føroyskur fiskur
skal seljast sum burðardyggur
Ólavur Jøkladal, skrivstovustjóri, Føroya Reiðarafelag