mikudagur 2. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 63 - 2. apríl 2008
tíðindi
stuðlar TransAtlantic Climate Conference 2008
Ein brennistøð
við damptturbinu
og framleiðsla av
bjálvingartilfari úr
seyðaull. Hetta
vóru nøkur av
hugskotunum, sum
góvu 7. A í Skúlanum
á Ziskatrøð fyrsta
pláss í SEV kapping
Umhvørvið
Dorit Hansen
Mynd: Høgni Thomsen
Teir 23 næmingarnir í 7. A í
Skúlanum á Ziskatrøð hev
ur júst vunnið fyrstu virðis
løn í einari kapping hjá
SEV, har tey í níggju vikur
hava brúkt alis og evnafrøði
og støddfrøði tímarnar til at
rokna
orkunýtslu,
vitja
brennistøðir og finna uppá
nýggjar umhvørvisvinarlig
ar framleiðslur.
Næmingarnir greiða huga
góðir frá verkætlanini, har
tey hava gjørt eitt hugskot
um eina stóra felags brenni
støð í Føroyum. Avlopshitin
frá brenningini verður brúkt
ur til eina dampturbinu,
sum
framleiðir
streym.
Streymurin verður brúktur í
verksmiðju, sum framleiðir
bjálvingartilfar úr burtur
koyrdari ull og byggitilfar
úr burturkoyrdum pappi og
pappíri.
Vit hava roknað út, at
við tí burturkasti, sum varð
brent seinasta ár, kundu vit
framleitt orku, sum svarar
til 7500 tons av olju, sigur
ein av næmingunum, Petur.
Lærarnir Jensa Heinesen
og Karl Johan Thomsen
lata væl at verkætlanini.
Næmingarnir hava verið
hugagóðir og lært nógv.
Men tað hevur eisini
kravt nógv arbeiði. Uppruna
liga var tað ætlað til eitt fak
og ein lærara, men tað var
alt ov lítil arbeiðsorka,
greiðir Karl Jóhan Thomsen,
lærari í støddfrøði frá.
Rokna, spara
og framleiða
Tey hava lært nógv, siga
næmingarnir. Aron greiðir
frá, at tey hava rokna ræðu
liga nógv stór tøl, og Poul
sigur, at tey eisini hava lært
at spara.
Spurd um tey royna at
spara orku, siga tey, at tey
ikki tendra ljósið, koyra te á
termokannu
heldur
enn
kóka umaftur og ganga í
skúla. Tey sum kunnu. Tí
tvær gentur koma við buss
úr Norðoyri og ein drongur
við bussi og báti av Trølla
nesi.
Og vit hava eisini funnið
út av, at um vit sløkkja teld
una heldur enn seta hana á
standby, so spara vit eini 3
4000 krónur eftir trimum
árum. Og tað er tað sama
sum ein triðingur av einari
nýggjari teldu, greiðir Petur
frá.
Flokkurin hevur fingið
mátitól frá SEV, sum tey
hava brúkt at máta streym
og rokna seg fram til spar
ingar. Tey nevna eisini sum
dømi radiatorarnar úti í
gongini í skúlanum, sum
brenna við fullari ferð alla
tíðina.
Í
Norðurlandahúsinum
løgdu
tey
verkætlanina
fram við stuttum filmi, sum
má sigast at vera professio
nelt gjørdur. Millum lærar
arnar á Skúlanum á Ziska
trøð teljast bæði kendur
ljóðteknikari, Erik Biskup
støð, og ein ikki minni kend
ur sjónvarpsmaður, Zakarias
Hammer.
Næmingarnir siga, at mill
um hinar verkætlanirnar
vóru tey serliga hugtikin av
Eiðis skúla, sum hevði gjørt
heimasíðu við orkusparandi
ráðum, og Kommunuskúla
num sum hevði eina væl
gjøgnumførda framløgu um
ein nýggjan grøna skúla.
Vinningurin frá SEV var
ein vikuskiftisferð til Ís
lands, har tey skulu koyra í
umhvørvisvinarligum brint
bussum og vitja ymisk
»orkuting«, sum tey siga.
So nú gleða tey seg til 24.
apríl, tá leiðin gongur til
Reykjavíkar.
Ung hugsa um
umhvørvið
Ein stoltur og umhvørvistilvitandi sjeyndi flokkur við kjekki á 2000 krónur, sum tey hava fingið sum heiðursgávu frá Klaksvíkar Kommunu. Vinningurin frá SEV
var ein vikuskiftisferð til Íslands, har tey skulu læra enn meira um umhvørvisvinarligar vinnur