Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 63 - 2. apríl 2008 ] Tað var ikki nóg mikið at vinna føroyameistarskapið fyri lið í billard. Hann vildi eisini vinna størstu billardkappingina í árinum, FM fyri einstaklingar. Tá avtornaði vann Kristian Sune Høgnesen ein tryggan sigur og gjørdist FM meistari fyri triðju ferð Billard Kúlur rullaðu og keylur fullu sum sjáldan áður, tá nakrir av frægastu billard­ spælarunum í landinum møttust til FM dyst í Klaks­ vík um vikuskiftið. Enn ein føroyameistarakapping stóð á skránni og enn einaferð var tað Klaksvíkar Klubbi við Klaksvíkar Billardfelag, sum stóð sum vertur við tí heimliga vinnuvirkinum, Føroya Bjór sum sponsor. Átta mans úr Havn og Klaksvík luttóku í kapping­ ini, og tá avtornaði, vunnu klaksvíkingar bæði gull, silvur og bronsu. Føroya­ meistari gjørdist Kristian Sune Høgnesen. Hann vann ein rættiliga tryggan sigur á einum av veteranunum í billard, Sonhard Johannes­ sen. Og í hølunum á teimum kom fyrrverandi føroya­ meistarin, Hallur Joensen, eisini úr Klaksvík. Hann kom sum ein komet inn á føroyska billardpallin í fjør og vann FM heitið fyrstu ferð hann luttók í kapping­ ini. Hallur, sum í longri tíð hevur brúkt nógv av síni frítíðarorku uppá at spæla inn fløgu í Nashville í USA, hevur tí ikki havt neyðugu tíðina til billardvenjing. Kappingin gjørdist rætti­ liga spennandi, tá teir báðir garvur klaksvíkingarnir, Kristian Sune og Sonhard fóru til borðið í finaluni. Tað stóð á jøvnum heilt til hálvleik, og eisini í byrjan av seinna hálvleiki megnaði Sonhard at halda tørn og ikki sleppa tí treiskna og stigtystandi Kristian Suna avstað. Tó at Sonhard vísti gott spæl alla kappingina, so megnaði hann ikki at halda fast í tí tigandi men miðvísu billardkempuni, Kristiani Suna. Tá tað byrjar at rulla hjá honum, so er hann sum ein villur hestur, sum eing­ in fær tamt. Kúlurnar rulla elegant og ein keyla fyri og onnur eftir má lúta. Henda FM kappingin vísti, at Krist­ ian Sune hevur uppborið at gerast føroyameistari fyri triðju ferð. Hann er uttan nakran iva besti spælari í landinum. Bert Henrik Pet­ ersen megnar at taka hann, tá tað stendur á. Henrik hevur tó ikki verið við í nøkur ár. Hóast støðið sum heild hevur verið størri áður, so SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Kristian Sune Høgnesen føroyameistari í billard Teir tríggir klaksvíkingarnir, Kristian Sune Høgnesen, sum gjørdist Føroyameistari, Sonhard Johannessen, sum vann silvur og Hallur Joensen, sum vann bronsu. Ì miðjuni Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen, úr Klaksvíkar Billardfelag, sum vunnu gull í liðkappingini, vm. Jan Müller sum saman við Steinbirni í Dali, Mimir vann silvur og hm. Árant Berjastein, sum vann bronsu saman við Njál Petersen, úr Fuglafjarðar Billardfelag