Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 63 - 2. apríl 2008 ist Lykka við at borðreiða fyri gestunum. Bóndin er nærlagdur og neyvur frásøgumaður, og hann greiddi íslendska fiski­ málaráðharranum og gest­ unum annars frá gomlu hú­s­ unum og oynni í síni heild. Hann greiddi eisini frá ætlanin at gera Koltur til føroyskan tjóðargarð. Á ferðini var eisini høvi at vitja innar í eitt av teim­ um gomlu og søguligu grót­ hú­sunum, sum í sínari tíð kanska hú­saði trimum ætt­ arliðum, umframt kú­gv. Í stovuni hjá Bjørn og Lykku Patursson fingu vit frálíkt heimabakað breyð, gott skerpikjøt, egg og sild. Á minna borðinum í stovuni stóðu eisini kleynur. At leska sær við var kaffi, øl og kanska onkur hevði brú­k fyri einum snapsi eftir kalda tú­rin av tyrlupláss­ inum í høgættarlotinum norður í bú­staðin hjá bónda­ hjú­nunum. Yvir Kirkjubø Á ferðini heimaftur varð flogið inn yvir bygdina í Kirkjubø, soleiðis at gest­ irnir sóu vakra og sjáldsama bygdarlagið, kirkjuna, mú­rin og fjøruna. Síðan varð stevnt í ein landnyrðing, og flogið varð í lítlari hædd. Meðan vit soleiðis flugu yvir syðra parti av Streymoyarland­ inum, sóust fleiri harur renna eftir lendinum ­ og undan ljóðinum frá tyrluni. Um 19.15­tíðina lendu vit trygt aftur á tyrlupláss­ inum á Boðanesi. Hetta var ein góður og minniligur tú­rur, sum íslendsku – og føroysku ­ gestirnir tóktust rættiliga hugtiknir av. tismenn í Koltri - Føroyingar og íslend- ingar liva av sama tilfeingi, og vit skilja hvønn annan betur enn nógvar aðrar tjóðir. Tí góðtók eg, at fiskiveiðisáttmálin millum londini heldur fram at kalla óbroyttur, hóast vit hava skorið okkara egnu toskakvotu við einum triðingi, sigur Einar K. Guðfinsson, íslendskur fiskimála- ráðharri Fiskiveiðiavtala Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár samdust Tórbjørn Jacobsen, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum og íslendski starvs­ bróðir hansara, Einar K. Guðfinson, fiskimálaráð­ harri, um sínámillum fiski­ veiðirættindi fyri 2008. Avtalan landanna millum er at kalla óbroytt í mun til avtaluna fyri 2007. Samlaða botnfiskakvotan hjá føroyskum skipum undir Íslandi í ár verður framhald­ andi 5.600 tons, eins og toskakvotan upp á 1200 tons verður óbroytt. Eins og toskastovnurin undir Íslandi er illa fyri, er kalvastovnurin tað eisini. Tí samdust partarnir um, at kalvakvotan minkar ú­r 80 tonsum niður í 45 tons. Tað eru nøgdirnar av eitt nú­ hýsu, longu og brosmu, sum kompensera minkingina í kalvaveiðini. Partarnir eru eisini samdir um, at tær skipanir, sum hava verið galdandi fyri upp­ sjóvarfisk í 2007, eisini verða galdandi fyri 2008. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur av norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi – og føroysk skip kunnu fiska sínar kvotur í íslendskum sjógvi. Føroyska lodnukvotan verður 30.000 tons, um heild­ arkvotan av lodnu verður 500.000 tons, men verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan kortini 5%. Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 1300 tons, og kvotan av aðrari sild ennn norðhavssild verður 2000 tons, bæði tølini eru tey somu sum í 2007. Partarnir vóru eisini samdir um, at munandi stig vórðu tikin í 2007 fram ímóti at taka burtur íslendsku forðingarnar fyri virking av lodnu í íslendskum sjógvi. Undir samráðingunum førdi føroyski myndugleikin fram, at tíðin nú­ er komin til, at tær seinastu avmark­ ingarnar í virking av lodnu eisini verða tiknar burtur. Víst hevur verið til hoyvíks­ sáttmálan, har partarnir eru samdir um at strika kapp­ ingaravlagandi ásetingar. Partarnir samdust um, at málið verður viðgjørt á kom­ andi fundi í Felagsnevndini viðvíkjandi Hoyvíks­sáttmál­ anum. Íslendingar settu eisini fram ynski um at hava ein fund millum partarnar at viðgera eftirlitið við føroyskum skipum í íslendskum sjógvi – eins og íslendskum skipum í føroyskum sjógvi. Bæði Tórbjørn Jacobsen og Einar K. Guðfinsson søgdu seg vera nøgdar við nýggja sáttmálan, tá ið Sosialurin hitti teir eftir samráðingarnar í gjár. – Avtalan vísir, at íslendi­ ngar enn einaferð í verki vísa seg um brøðratjóð okk­ ara. Vit hava fingið somu nøgd av toski í íslendskum sjógvi, hóast íslendingar hava skert sína egnu toska­ kvotu við 33% ­ ú­r 195.000 tonsum niður í 130.000 tons, sigur Tórbjørn Jacobsen. Einar K. Guðfinsson sigur, at tað verða ikki øll í Íslandi, sum verða nøgd við, at føroyingar varðveita sína toskakvotu, meðan íslendska fiskiveiðan er skerd so munandi. – Men vit hava eitt gróðrarríkt samstarv, sum eg haldi hevur stóran týdning fyri londini. Vit eru grannatjóðir, og vit eru vin­ fólk tvørtur um landamørk. Einar sigur, at hann kemur av íslendska norður­ vesturlandinum, har sambondini millum londini hevur verið sterk. – Vit eru fólk, sum liva av sama tilfeingi, og vit skilja hvønn annan, og hetta er orsøkin til, at eg gjørdi av at liva við framhaldi av verandi sáttmála – og ongum niðurskurði í toskakvotuni, sigur íslendski fiskimálaráð­ harrin, Einar K. Guðfinson. Skerja seg sjálvar - men ikki okkum Íslendski fiskimálaráðharrin fekk eina neyva lýsing av Koltri og teimum ætlanum, sum eru við oynni Eftir fiskiveiðisam­ ráðingarnar, varð farið út í Koltur at vitja Bjørn og Lykku Patursson Mynd: Álvur Haraldsen Einar K. Guðfinsson, Bjørn Patursson og Tórbjørn Jacobsen í vøkrum umhvørvi í Koltri – við Hestoynni í baksýni Størsta varðveitta teigalendi í Føroyum Bøurin í Koltri er víður, og stórur partur liggur enn sum teigalendi, býtt sundur í teigar, sum vísa aftur á forna kornvelting og akurskurð. Teigarnir fylgja lendinum fallandi og siga frá tí ovurhonds stóra arbeiði, ið hevur verið hjá undanfarnum ættarliðum at velta og fáa sum mest burtur ú­r jørðini. Hetta er størsta varðveitta teigalendið í Føroyum. Mesti bøurin hevur kortini verið graslendi til vetrarfóður hjá kríatú­runum. Stórur partur av grótgørðunum uttan um allan bøin stendur uppi enn og vísir, hvussu meira og meira varð tikið inn og velt. Hagin er øll oyggin uttanfyri garðarnar. Hann er við grótgarði tvørtur um Kolturshamar býttur sundur í undirhagan, har neytini hava gingið – og so tann ovara hagan hjá seyðinum at vera um sumrarnar, til neytini vórðu sett á bás, og seyðurin slapp omanaftur í undirhagan.