Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 63 - 2. apríl 2008 Eftir at samráð­ing­ arnar um sínámillum fiskiveið­irættindi vóru lidnar seinna­ partin í gjár, vóru fiskimálaráð­harri Føroya og starvs­ bróð­ir hansara úr Íslandi saman við­ embætisfólki ein túr í Koltri Vitjan Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Álvur Højgaard vilmund@sosialurin.fo Um 17-tíðina í gjár lætti ein av tyrlunum hjá Atlants- flogi sær á og fleyg av Boða- nesi og út í Koltur. Við á ferðini vóru Tórbjørn Jacob- sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og íslendski starvsbróðir hans- ara, Einar K. Guðfinsson, fiskimálaráðharri. Við á ferðini vóru eisini nøkur embætisfólk úr Før- oyum og Íslandi, eins og Magni Argi, stjóri í Atlantsflogi. Føroysku embætisfólkini vóru Rógvi Reinert, aðal- stjóri í Fiskimálaráðnum og Andrass Kristiansen, deild- arleiðari. Íslendsku embætisfólkini vóru Steinar Ingi Mathías- son, skrivstovustjóri og íslendski sendiharrin í Før- oyum, Eiður Guðnasson. Eittans konufólk var við á ferðini, og tað var unnusta Tórbjørn Jacobsens, Ann. Góður hýrur Sosialurin var við á ferðini, bæði við myndamanni og blaðmanni. Fiskiveiðisamráðingarn- ar landanna millum vóru byrjaðar um 10-tíðina týs- morgunin, og nakað út á seinnapartin vóru tær lidnar – við góðum úrsliti sæð við føroyskum eygum. Hýrurin var góður, og prátið gekk væl og lættliga, bæði meðan vit bíðaðu eftir fráferðini, millum gomlu gróthúsini í Koltri – og ikki minst inni í stovuni hjá bóndahjúnum í oynni. Sýnið var gott á ferðini vestureftir, og á vegnum út í oynna, fleyg tyrlan tætt yvir bygdini í Hesti og eystara parti av Hestoy. Síðan fleyg hon vestur um Koltur og legði seg inn yvir oynna í lágari hædd, og ávegis oman móti lendingar- plássinum sóust oksar, seyð- ir og høsn renna aftur og fram á slætta lendinum. Stórur blíðskapur Í Koltri var blíðskapurin stórur, sum hann altíð er. Bjørn Patursson, bóndi, tók ímóti, og við hús stákað- Fiskimálaráðharrar og embæt Hugnaligt var at ganga ímillum gomlu og smáu gróthúsini – og í hesum húsunum vóru vit inni Bjørn dugir væl at siga frá. Hann er neyvur og nærlagdur, men eisini áhugaverdur Ein heilskapað mynd av farnari tíð Koltur er gomul markatalsbygd, og í oynni hevur av fyrstan tíð bara verið ein garður. Seinni er upprunaligi 16 marka garðurin farin sundur í tveir, og í jarðarbókini frá 1584 eru báðir garðarnir kongsgarðar. Tí er trúligt, at oyggin síðan tíðliga í miðøldini og fram til trúbótina hevur ligið til bispagarðin í Kirkjubø. Eldri garðurin var Heimi í Húsi og hin yngri Norðri í Gerði. Uttan um garðarnar vuksu fram teir báðir býling- arnir, sum síðan hava verið í oynni. Garðarnir fóru seinni aftur sundur í tveir, soleiðis at fýra garðar hava verið í oynni í nýggjari tíð, tveir Heimi í Húsi og tveir Norðri í Gerði. Eins og aðrastaðni í Føroyum hevur jørðin saman við útróðri verið grundarlagið undir búsetingini. Góð fiskimið eru at søkja, men harður streymur og mangan hættislig lendingarviurskifti hava forðað fyri menning av nútíðar fiskivinnu, og sein- astu hálvt hundrað árini hevur støðug fráflyting verið. Koltur liggur nú øll aftur í einum festi. Hetta er í stutt- um søgan um búsetingina í eini 1000 ár. Tíðin hevur havt fáar broytingar við sær, og av tí sama er oyggin ein sjáldsama heilskapað mynd av farnari tíð og farnari mentan.