mikudagur 2. apríl 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 • 02. apríl 2008
MIÐvIkaN
31
mjólkarframleiðslan varð jøvn yvir
alt árið. Og so miseydnaðist eisini
ostagerð av avlopsmjólkini og tey
skuldu enntá upplivað, at nøgdin
at mjólk kom at minka, so onkran
dagin fingu teir bert 20 litur av
mjólk. Bøndurnir hildu eisini, at
teir fingu ov lítið fyri mjólkina.
Men fyri at stuðla bóndunum varð
fóður selt uttan vinning.
Fyri at geva eina hylling av
mjólkanøgdunum kann nevnast,
at í 1909 fekk mjólkaforsýningin
141.000 litrar av mjólk. Í seinnu
krígsárunum 1914-18 fór nøgdin
niður um 100.000, men í 1932 var
nøgdin komin uppá 370.000 litrar.
Tað varð eisini nevnt í 25 ára
ritinum, at neytatalið ikki var økt,
hóast bøttu møguleikarnar hjá
bóndunum at sleppa av við mjólk.
Men frágreiðingin er tann, at nú
vórðu kýrnar fóðraðar og góvu
tískil meira. Bøndurnir høvdu
tískil funnið út av, at tað loysti
seg betri at hava færri neyt, sum
mjólkaðu nógv enn nógv neyt,
sum mjólkaðu lítið.
Mjólkaprísirnir, tá mjólkar-
forsýningin byrjaði var 16 oyru
pottin, men fyri hálvskúmaða
mjólk var hann 10 oyru. Fyri róma
var hann 60 oyru.
Hvar er
poststemplið?
FF-blaðið hevði í síni tíð eina
eftirlýsing av poststemplinum
hjá Ruth. Vit vita, at Smiril eisini
hevur havt eitt stempul. Skipini
hava havt ein postkassa, har fólk
hava lagt brøvini, sum skuldu
hagar skipini sigldu. Uppgávan
hjá skiparanum hevur verið at
stempla tey, og til hetta endamál
hevur hann fingið stempul frá
postverkinum. Tað finnast bert
fá brøv ella frímerki við hesum
stempli, og sumt bendir á, at
stemplið er bert brúkt í 1908 og
kanska 1909. Um onkur liggur
inni við Ruth-stemplum, er við-
komandi vælkomin at seta seg
í samband við Álv Danielsen,
tlf. 32 12 91. Frímerki við slíkum
stempli eru uttan iva rættiliga
nógv verd í dag. Dømi er um at
“brævstykki” við stempul frá Ruth
er selt fyri kr. 10.000.
Fyrstu árini gav meiarí
ið tískil hall, meðan
Ruth gav avlop
So við og við kom fyritøkan
rættiliga fyri seg, men fyrri heims-
bardagi og serliga tíðin aftaná
skapti ólag á alt. Millum annað
øktust útreiðslurnar til kol, sum jú
var brennievnið hjá Ruth, frá kr.
3.000 árliga til góðar kr. 31.000.
Eftir kríggið varð eisini farið undir
margarinframleiðslu, sum gjørdist
ein stórur partur av virkseminum
hjá fyritøkuni. Í dag kunnu vit bert
undrast á, at tað skuldi bera til
fyri 80-90 árum síðan at framleiða
margarin í Føroyum, meðan tað ikki
ber til í dag. So væl gekk, at í 1920
kundi felagið geva vinningsbýti upp
á 20%.
Nú gjørdist Ruth eisini ov lítil
til tann nógv økta trafikkin. Og
fólk knarraðu um, at tað var so
trongligt umborð. Á ársaðalfundi-
num í 1923 fekk nevndin heimild
til at útvega nýtt skip fyri Ruth,
eins og hon fekk heimild til at
selja Ruth. Hetta førdi fyrst til, at
Tróndur, sum eldri fólk enn minn-
ast, varð keyptur 13. apríl 1926.
Teir gomlu dugdu eisini vinnubú-
skap. Við at minka prísin á ferða-
seðlum við eini helvt trífaldaðist
ferðafólkatalið, og var hetta eisini
ein kollvelting. Nú kundu fólk fara
at ferðast til stuttleika og ikki
bert fara, tá tað var av plikt.
Tróndur ikki minni
farið
Ruth sigldi sum frásagt norður í
Sundalagið til Hvalvíkar og Oyrar
og á Skálafirði inn til Skála og
Søldafjarðar, so tað er vituligt,
at tað broytti og lætti øgiligt um
postflutningin, sum inntil tá hevði
verið trupul og seinur. Tað sigur
seg sjálvt, at tá ið Ruth hevði
siglt frá 1908 og upp í tjúguni, var
hann ov lítil bæði til ferðafólk,
post og góðs. Stundum var onkur
bátur leigaður at sigla umframt,
men undir fyrra heimsbardga, tá
nógv varð vunnið við útróðri, var
ofta ringt at fáa nakran bát til
leigu.
Felagið keypti tessvegna í
1926 í Oslo ein stóran og skjótt-
gangandi motorbát fyri 21.000
nkr. Hann var ikki meira enn seks
ára gamal og fekk navnið Tróndur.
Hann var ein luksusbátur, ið ikki
var eiti á. Hann hevði salón niðri
undir og eina lítla roykisalón.
Beinkirnir vóru polstraðir eins og
ryggjastuðulin, ið kundi skift-
ast soleiðis, at tú vendi tann
vegin, tær hóvaði best. Har var,
í hvussu er eina tíð, útsøla av
drekkamunni og góðgæti. Og á
yvirbygninginum var “promenadu-
dekk” og beinkir fram við
lúnningina – so tað var skilligt
eitt stórt framstig. Og so hvørt
sum vegir eisini komu til tær
bygdir, har hann legði at, er tað
skilligt, at hetta var risabroyting
í samferðsluni í Føroyum. Meir
krevur meir, vita vit. Nú kendist
tað sum tíðarspell, at bygdafólk
ikki kundu koma heim aftur sama
dag. Um summarið 1935 var
ferðaætlanin broytt soleiðis, at
mjólkarbátarnir tríggjar ferðir um
vikuna gjørdu tveir túrir um dagin.
Gamli Jóannes í Funningsstovu
var í Noregi eftir Tróndi og førdi
hann eina tíð. So var tað vist
Rubekk hjá Mourtisi og síðan
Hans í Funningsstovu, sonur
Jóannes, sum gjørdust skiparar.
Hans førdi bátin í mong, mong ár.
Tróndur hevði tveir motorar, so
tað var ikki undarligt, at hann risti
nakað illa, serliga í samburði við
Ruth, sum við síni dampmaskinu
streyk stillisliga gjøgnum sjógvin.
Enn fleiri rutur
Eisini varð farið at sigla í Sand-
oynna t.v.s. Skálavík og Húsavík
í 1923. Frá 1924 varð siglt vestur
til Miðvágs, og í 1926 varð eisini
farið at sigla til Vestmanna.
Felagið útvegaði sær í mars 1923
motorbátin Sigmund til hetta
endamál. Í desember 1926 varð
Dúgvan keypt. Hon varð nýtt til at
sigla postrutuna Nólsoy-Skopun-
Hestur. Samstundis sigldi hon
rutuna Tórshavn- Haldarsvík-
Norðskála-Eiði.
Streymur, sum kom í 1932,
sigldi rutuna Tórshavn-Vest-
manna-Vágar týsdag. Fríggjadag
varð rutan Tórshavn-Klaksvík-
Viðareiði-Svínoy sigld. Hann kom
eisini út í Fugloy.
Tá hevði meiaríið fingið eina
deild í Klaksvík. Fyritøkan fekk
eisini deild á Tvøroyri í 1933, og
tá kom tann fyrri Sigmundur at
sigla millum bygdirnar í Suðuroy,
annan hvønn dag norður eftir og
annan hvønn dag suður eftir.
Í 1939 fekk Løgtingið allan rætt
til strandfarasigling, men fyri
fyrst fekk mjólkarvirkið loyvi til
at røkja allar sínar rutur. Aftaná
kríggið tók landsstýrið fleiri
og fleiri rutur undir seg, men
ruturnar Sundalagið-Skálafjørðin
hevði meiaríið framvegis. Í
1949 var ein strandfarabátur í
Suðuronglandi Green Dolphin
keyptur. Men gleðin um hann
var stokkut - eina ódnarnátt í
februar mánaði 1950 rak hann á
land í Lítluvík í Havn og gjørdist
vrak. Sama árið keypti felagið ein
annan bát úr Onglandi. Hann fekk
navnið Sigmundur og loyvi til at
flyta 250 ferðafólk. Sigmundur
sigldi fram til 1967, tá Tróndur
varð keyptur. Seinni gjørdist tað
Dúgvan, síðan Ternan 1, men
fyri nøkrum árum gjørdist henda
sigling søga.
Men tað eru longu nógv ár
síðani, at mjólkin bert varð førd
við tangabilum.
Rubbek ímyndin
Mjólkarvirkið bygdi hús við
Tórsgøtu og flutti úr Bringsnagøtu
niðan hagar í 1922. Í 1928 bygdu
teir pakkhús niðri í Vágsbotni.
Og her rumsteraði Rubbek.
Hann hevur verið uppi í stóran
av tíðina. Fyrst við bátunum
og síðan í pakkhúsinum. Hesin
maður, ið skapti hugna og skemt
alla staðni, hann kom. Maðurin
ið dugdi at gera gráar løtur
litfagrar, ikki minst eftir loknan
arbeiðsdag. Tungt man hava
verið at bera dunkarnar niðan
úr Vágsbotni eftir vegi, sum lá
millum bátadráttin og pakkhúsið
Carlsborg
Tað var sagt, at Rubbek kundi
vera nokk so grovur í munninum
við ferðafólkini. Eina søga er um
eina kvinnu, sum spurdi eftur WC
umborð á Ruth. Á rættuligum
sjómannamáli vísti hann henni at
seta seg á lúnningina!
Mjólkaforsýningin kom at hava
nógv annað virkemi, sum frá leið.
Tað mest kenda var margarinu-
fabrikkin. Teir gjørdu eisini sápu
og bygdu ein virkisbygning uppi
á Hálsi. Men tíðirnar broytast,
og nú er stórt sæð einki virksemi
eftir. Tað, sum hevur navnið
á mjólkaforsýningini, verður
framleitt í Danmark.
Tað mest ítøkiliga minnið um
hesa tíð er ”margarinfabrikkin” í
Tórsgøtu, sum í dag er ungdómshús.
So heilt í gloymskuna fer henda
Mong minnast eisini Streym
Sigmundur sigldi fram til 1967, tá ið hann varð avloystur av seinasta Trónd,
sum seinni sigldi um Skopunarfjørð
Rubbek Rubeksen var fremsta ímyndin av mjólkarforsýningini