mikudagur 2. apríl 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 63 • 02. apríl 2008
1. Ruth. Keypt í juni 1908 úr Stavanger í Noregi fyri kr. 14.000.
15 brt. Longdin var 13,55 m og breiddin 3,92 m, djúpd 1,91 m.
Søkt á Sørvágsfirði januar 1976.
2. Sigmundur. Keyptur í mars 1923 frá Handilsforeiningini fyri
kr. 9.000. Hann var bygdur úr eik á Skála í 1920 og tók 25
ferðafólk. Hevði ein 40 hk gløðihøvdmotor, helst Gideon. Hetta
er annars sami Sigmundur, sum sigldi við mjólk, posti og
ferðafólki millum Oyrabakka og Hvalvík árini 1964-69. Tá átti
felagið Oyggjaleiðir hann. Báturin er til enn og hevur enn sama
navn. Stendur á kajuni í Miðvági, keyptur fyri 1 kr. Góðir menn
hava í umbúna at varðveita bátin.
3. Dúgvan. Keypt í desember 1926 úr búnum hjá M C
Restorff og Sønner fyri kr. 5.000. Bygd av Elias í Rættará til
Vágsbotnshandilin.
4. Tróndur. Áður Odden. Bygdur í 1920 í Drøbak, keyptur úr
Oslo í apríl 1926 fyri nkr. 21.000. Tók 100 ferðafólk umframt 20
tons av farmi. 69 brt. Seinni umbygdur og tók tá 135 fólk. Longd
73 m, breidd 16 m, og djúpt 6,2 m. Settur á land norðanfyri
Hósvík. Varð fyribeindur februar 1963.
5. Streymur. Bygdur 1930 í Frederikssund. Keyptur úr
trotabúnum hjá Ísvirkinum á Tvøroyri í 1932 fyri kr. 40.000. Tók
85 ferðafólk umframt farm. 48 brt. Hevði 108 hesta motor. Varð
søktur út fyri Eystnes.
6. Sigmundur. Keyptur í 1949 sum Green Dolphin úr Bretlandi
fyri kr 135.500. Tók 180 ferðafólk. Var 169 brt. og bygdur í 1941 í
Gosport. Hevði verið nýttur sum minusópari. Motorurin var ein 7
syl. 2 takt dieselmaskina frá British Awxiliaries Ltd., 500 hk.
Fórst eina ódnarveðursnátt í februar 1950 úti í Grind.
7. Sigmundur. Bygdur í 1942 í Peterhead. Hevði eisini verið
brúktur sum minusópari. Keyptur í mars 1950 fyri kr. 80.000.
150 brt. Tók 250 ferðafólk. Var nógv umbygdur, áðrenn hann í
november sama ár kom til Føroyar. Tá kostaði hann kr. 200.000.
Hevði 2 takt dieselmaskinu, Harland&Wolff, Belfast, 600 hk.
Varð søktur millum Stong og Eystnes november 1973.
8. Tróndur. Keyptur í oktober 1967 frá Møre-Romsdals
Fylkesbåter í Noregi. Kallaðist Smøla. Sigldi sín fyrsta túr
12. desember sama ár. Keypsprísurin var 2,5 mill. kr. Tók 300
ferðafólk og 18 bilar.
1. apríl í 1974 yvirtók landið hann, og var hann tískil seinasta
skip hjá hesum slóðbrótandi felag. Hetta var eisini í tráð við
løgtingslóg frá 15. mars 1939, tá løgtingið tók sær rættindini at
ráða fyri alla strandfarasigling. Ímeðan hevði mjólkaforsýningin
siglt við serligum loyvi/loyvisbrævi.
Skipini hjá
Meiarínum:
vala fyritøkan ikki, og tí er eisini
vert at minnast hana nú 100 ár
eru liðin, síðan hon skapti søgu.
Petur Háberg:
Ævintýrferð við
“Ruth”
Petur Háberg skrivaði í
síni tíð eisini eina grein í
Hugbirtingar um mjólkar
forsýningina. Millum annað
skrivar hann um eina ferð inn
á Skálafjørðin við Ruth
Tað er ein góðan summardag í
1921, tíðliga um morgunin. Ein 7
ára gamal havnardrongur (Petur
sjálvur) stendur har frammi á
mjólkarbátinum Ruth og hyggur
eftir, hvussu tað skúmar frá
bógnum, meðan báturin stillisliga
sker seg gjøgnum sjógvin, einki
motordunk, eingin risting. Men
hetta er eisini en stórur dampari,
heldur hann. Hetta er fyrstu ferð,
hann sjóvegis er farin heimanifrá.
Hann fer ein túr aftureftir. Nøkur
fólk sita á lastalúkuni. Her er
eisini ein so blíð kona. Hon peikar
móti einum landi við nøkrum
húsum langt burturi og sigur:
“Hatta er Toftir - har skal eg
fara. Men tað verður ikki enn á
sinni, at vit koma so langt. Og
inn ímillum har einastaðni liggja
Heiðarnar, har sum tú skal fara,
og tað verður upp aftur longur.
”Nei, sum hetta landið er stórt”,
hugsar drongurin. Lagt verður at
inni á einum firði, menn rokast
umborð og á bryggjuni. Dreingir
og hundar koma rennandi oman
eftir gøtuni fyri at vera við til
dagsins stórhending. Tómir
mjólkadunkar verða langaðir í
land, meðan menn taka ímóti
fullum dunkum, sum nokk eru
tungir at lyfta, tí at menninir
rodna í andlitinum. Okkurt fólk fer
í land, og onnur koma umborð og
veitra dúgliga, tá ið báturin fer frá
aftur. Hetta hendir fleiri ferðir.
Eina ferð verður lagt at við eina
hvalastøð. Har flóta reyðbláir
uppblástir innvølir av hvalum,
har er ørgrynna av likkum, sum
berjast um garnar og leika so í, at
tað ikki hoyrist mannamál. Menn
flensa hálvuppskornan hval, og
har er nakað sami roykur sum við
lýsihúsið úti á Rundingi.
At enda verður lagt at, har
drongurin skal í land og blíð
fólk taka hann við sær, har hann
skuldi uppliva 14 ævintýrdagar.
Men tað hevur einki við hesa
søgu at gera.
Hesin bátur, sum í dreingja-
eygum var ein stórur dampari,
var dampbátur, men ikki var hann
meira enn 15 tons brutto, keyptur
í Stavanger í 1908 fyri 14.000 kr.
Yvirtrúgv
Tað er soleiðis, at millum siglandi
menn trívist rættiliga nógv av tí,
sum landkrabbar kalla yvirtrúgv.
Ikki bert millum fiskimenn og
langfaramenn. Eisini millum teir ið
røkja rutusigling. Og sumt er ikki
rætt bert at skýra sum yvirtrúgv.
Eg visti, at á einum av hesum
rutubátunum vóru teir fullvísir í,
at kom ein viss kona umborð, so
fingu teir ein ringan túr. Ein fagran
summardag sóu teir hana koma
umborð. Hon skuldi til Havnar.
Teir gløddu hvør uppá annan, men
uggaðu seg við, at hetta góða
veðrið kundi ikki broytast uppá
tímar. Men hvat ið var ella ikki,
hann dró á luftina beinanvegin,
og at øtla í sjónum, og tá ið teir
vóru komnir hálvan vegin, var so
nógvur vindur og so ringt í sjónum,
at tað gjørdist ein av teim mest
knossasligu sjóverkstúrum, teir
vistu frá at siga.
Fyrsta ferðaætlan við takstum
Poststemplið hjá Ruth
Komandi partur
Í komandi Miðviku fara vit at
greiða frá blaðnum Baldursbrá
hjá Havnar Ungmannafelag,
sum hevði sína livitíð 1906-
1912. Vit taka nakrar av
teimum mest forvitnisligu
greinunum.