mikudagur 2. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 63 - 2. apríl 2008 ]
Tveir dystir vórðu í
gjárkvøldið spældir í
Champions League.
Komið er til fjórðings
finalurnar í glæsuligu
kappingini, og sigast
má at útiliðini
gjørdu bart
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tveir dystir vórðu spældir í
fjórðingsfinalunum
í
Champions
League
í
gjárkvøldið, og talan var
um dystir í Gelsenkirschen
í
Týsklandi,
har
FC
Barcelona vitjaði Schalke
04, og hin dysturin var
spældur í italska høvuðs
staðnum Rom, har Man
chester United vitjaði AS
Roma. Í báðum førum varð
talan um týdningarmiklar
sigrar til útiliðini.
Favorittarnar vunnu
Undan
kappingarárinum
vórðu FC Barcelona, av
mongum, kosnir favorittar
til bæði spanska meistara
heitið, og at vinna Champ
ions League. Hetta serliga
eftir at franski áloyparin
Thierry Henry var komin
til Katalonska stórfelagið
frá Arsenal. Tað var eisini
júst sami Henry, ið átti
næstseinasta fótin á bólti
num, tá blaðungi Bojan
Krkic skoraði, og sendi
Katalonar í sigursróm. Ein
framúrskarandi avlevering
frá
imponerandi
Iniesta
kom innum Schalke verj
una, har Henry fyrst avslutt
aði tamt, og fekk so
skumpað bóltin framvið
mállinjuni, til Bojan við
aftastu stong. Har svíkur
evnaríki áloyparin vanliga
ikki, og tað gjørdi hann ei
heldur í gjárkvøldið.
Bert 12 minuttir vóru tá
spældir, og hóast Barcelona
royndi at sløkkja og stongja,
gekk striltið. Í staðin, sum
dysturin leið, kom týska
heimaliðið alt meira inn í
dystin, og byrjaði at vísa
tenn. Hóast fleiri sera
naksar royndir bæði í fyrsta,
og so sannuliga eisini í
næsta hálvleiki, so eydn
aðist ikki Schalke at fáa
javnandi málið, og vann
Barcelona tískil, týdningar
mikla fyrsta dystin á úti
vølli. Útgangsstøði katalon
manna er nú heilt gott, og
eru teir at meta sum stór
favorittar til returdystin á
Camp Nou leikvøllinum í
Spania, í næstu viku.
Ronaldo vann í Rom
AS Roma megnaði leingi at
halda Manchester United
frá stóru málmøguleikunum,
og hótti við at vinna yvir
takið á miðvøllinum, tá
United, tað einu løtuna
virkaðu heldur tunnir, men
júst sum yvirtakið skuldi
geva avkast, fekk Cristiano
Ronaldo hol á tøttu Roma
verjuna, tá ið hann skallaði
bóltin í netið til 10 í 39.
minutti.
Eftir
hálvleikin
trýsti
Roma nógv, og vóru heilt
nær við, men væntandi
neyvleiki, og kanska dirvi og
áræði, høvdu við sær, at
United helt tørn, og um
miðjan seinna hálvleik fingu
teir eitt skjótt mótálop, sum
endaði við, at Wayne Rooney
slapp at standa leysur við
aftastu stong, eftir innlegg úr
høgru, og frá tveimum
metrum var lætt hjá honum
at beina bóltin í málið, og
harvið geva United eitt
ótrúliga gott útgangsstøði til
seinna dystin á Old Trafford
í næstu viku. United vann 2
0 og mugu sigast at vera
favorittar til at koma víðari í
stórslignu Champions Leag
ue kappingini.
Gott útgangsstøði
til heimadystirnar
Cristiano Ronaldo er nú einsamallur toppskjútti í Champions
League kappingini, við átta málum, og var tað hansara 36. mál
í 40 dystum í hesum kappingarárinum
liðið
Tórður Thomsen (NSÍ)
Klæmint Matras (B36)
Johan Troest Davidsen (NSÍ)
Egil á Bø (EB/Str.)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Róaldur Jacobsen (B36)
Magnus Skoralíð (Víkingur)
Hans Pauli Samuelsen (EB/Str.)
Christian Høgni Jacobsen (HB)
Andrew av Fløtum (HB)
Zoltan Bukzegi (Víkingur)
Í kvøld vera hinar báðar fjórðingsfinalurnar,
og tær eru:
Fenerbahçe - Chelsea
Arsenal - Liverpool
Formuladeildin longt stuðulsavtalu
Samstarvið millum KT fyritøkuna Formula.fo og føroyskan fótbólt heldur fram. Týsdagin 1. apríl
2008 undirskrivaðu Høgni í Stórustovu FSFforseti og Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í p/
f Formula.fo, undir ein sáttmála, sum leingir sponsoravtaluna um Formuladeildina fram til endan
av 2008. Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í p/f Formula.fo er fegin um at samstarvið kann
halda áfram: Á henda hátt fáa báðir partar nakað burturúr, og samstundis hava partarnar sama
endamál, nevniliga at vera fremst í kappingini, sigur Torkil Holm Petersen, ið 1. mars í ár lat
stjórasessin í felagnum yvir til Hákun Steingrímsson. Eisini forsetin í Fótbóltssambandi Føroya,
Høgni í Stórustovu, fegnast um Formulaavtaluna, ið hann metir, fer at gagna fótbóltinum. Hann
staðfestir eisini, ta tað hevur stóran týdning, at fótbólturin og vinnulívið ganga hond í hond.