mikudagur 2. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 63 - 2. apríl 2008
tíðindi
SethúS
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Kunoy: Nakað norðarlaga í
bygdini ljóða hamarsløgini
úr einum nýggjum húsum.
Uttanfyri húsini standa
tveir bilar og kring tey eru
týðilig tekin um, at her er eitt
arbeiði í gongd. Inni í
húsinum eru tríggir mans til
arbeiðis – áðurnevndi Hanus
og tveir aðrir handverkarar
Gunnleivur og Hans Pauli.
Teir eru í ferð við at
leggja seinastu hondina á
hesi serstøku sethúsini í
Kunoy. Fjalir verða hegnis
liga lagdar undir loftið í
stovuni og tá hetta er liðugt
verður gólvið lagt á.
Síðani verður hampað
rundan um vindeyguni, og
eftir tað skuldi ikki verið so
nógv eftir at gjørt hjá okk
um, sigur Hanus Lind Sør
ensen, sum er ættaður úr
Hvannasundi.
Arbeiðið uppá húsini byrj
aði á sumri í fjør og er
ætlanin at tey skulu standa
liðug um ein mánað.
Úr 40 upp í 80
Tey seinnu árini er fólkatalið
í bygdini økt rættiliga nógv.
Hetta veit bygdarfólkið og
hetta fáa tey tekin um
hvønn einasta dag. Og hetta
prógva eisini hagtølini frá
Hagstovuni.
Sambært nýggjasta yvir
litinum búðu 80 fólk í bygd
ini í januar mánaði í ár, og
er hetta ein vøkstur uppá 10
fólk seinastu tvey árini.
Eitt skifti í 80’unum var
støðan kortini ikki eins góð
og hon er nú. Í 1985 búðu
bert 49 fólk í Kunoy, men
tvey ár seinni var talið kom
ið heilt niður á 40.
Árið eftir kom Kunoyar
tunnilin í gjøgnum, og var
hetta uttan iva orsøkin til, at
bygdin aftur fór at vaksa.
Hetta hevur borgarstjórin,
Heini O. Heinesen áður
sagt við Sosialin.
Í samrøðu við blaðið
nevndi hann, at var tunnilin
ikki komin tá, hevði bygdini
verið á sama støði og fólka
tali sum Svínoyggin. Spurn
ingurin hevði helst verið,
um bygdunum báðum hevði
verið lív lagað.
Men hagtølini vísa, at síð
ani 1987 er fólkatalið økt ár
undan ári, í sama mun sum
talið av nýggjum húsum er
økt og framvegis er í øking.
Eitt teirra stendur nú í
gerð – og verður liðugt um
stutta tíð.
Stórar og smáar
ætlanir
Hanus hevur longu arbeitt
fleiri ár hjá byggifyritøkuni
Kanjon í Klaksvík, og sum
í størstan mun hevur verið
gjørt í Norðoyggjum. Hetta
arbeiðið í Kunoy er bert eitt
av mongum hjá honum.
Sum handverkari hevur
hann verið við í mongum ym
iskum arbeiðum, mest innan
timburarbeiði, men eisini í
sambandi við stoyping av
ymiskum bygningum.
Tá teir verða lidnir við
hesi serstøku húsini í Kunoy,
liggja fleiri onnur arbeiði og
bíða – summi teirra eru farin
í gongd, meðan onnur fara í
gongd seinni í ár.
Í løtuni luttekur fyritøkan
í byggingini av bæði smærri
og størri ætlanum. Millum
tær størru teljast byggingin
av nýggjum Eikbygningi í
Klaksvík, meðan onkur set
hús eisini skulu gerast,
umframt útgravingar, veg
arbeiði og onnur sløg av
arbeiðum.
Og eftir summarferiuna
liggur eisini onkur spenn
andi uppgáva og bíðar eftir
okkum her í økinum, sigur
Hanus Lind Sørensen.
Hvørji hesi arbeiðini eru
vil hann ikki avdúka fyri
blaðnum. Men sum skilst er
talan um størri arbeiði í
Norðoyggjum.
Nýtt og gott gamalt
Fyrst skulu Hanus og hinir
hjá Kanjon gera hesi húsini
í Kunoy liðug. Sum myndin
vísir, líkjast tey burtur úr
øðrum húsum.
Hesi húsini, sum teir
smíða nú, vórðu í roynd og
veru ætlað eini danskari
kvinnu, sum hevði í hyggju
at búseta seg í hesi bygdini
við tí sera vakra útsýninum
yvir á Kalsoynna.
Umstøðurnar gjørdu tað
kortini soleiðis, at hon ikki
kom at búgva her. Ætlanin
varð ístaðin yvirtikin av
einum navnframum manni
úr høvuðsstaðnum.
Tá Hanus Lind Sørensen
skal greiða frá hesum nýggj
astu húsunum í Kunoy, verð
ur tað við einum góðum
blandingi av gomlum og
nýggjum sniði og innrætting.
Hetta eru eini rættiliga
sjáldsom hús, og eru meiri at
líkna við eina samanrenning
av einum vanligum sethús
um og einum summarhúsi.
Men tey líkjast kortini burt
urúr, bæði innan og uttan.
Tað er serstaka við teim
um er, at tey eru bygd í gaml
an stíl við bitum, flagtekju,
men hava kortini kjallara. Jú,
tað hevur verið sera spenn
andi at smíða hesi húsini,
sigur Hanus Lind Søresen.
Liðugt nú
Síðani arbeiðið byrjaði, hava
skiftandi handverkarar arbeitt
við húsinum. Tá vit vitjaðu í
húsunum seinnapartin í gjár,
arbeiddu teir báðir Gunnleiv
ur Biskopstø og Hans Pauli
Joensen saman við Hanusi.
Tað hava teir gjørt tveir teir
seinastu dagarnar.
Arbeiðið uppá húsini byrj
aði fyri einum ári síðani, tá
sjálv grundin varð stoypt.
Men teir hava ikki arbeitt
Serstøk hús vi
- Ein slíkan góðveðursdag átti ein ikki at
arbeitt innandura. Vit áttu heldur at gjørt
okkurt arbeiði uttanfyri, men nú mugu vit
altso fáa hesi húsini liðug, sigur Hanus Lind
Sørensen. Saman við øðrum er hann í løtuni í
ferð við at smíða eini hús í Kunoy
”
Tað er serstaka við teimum er, at tey eru
bygd í gamlan stíl við bitum, flagtekju,
men hava kortini kjallara. Jú, tað hevur
verið sera spennandi at smíða hesi húsini
(Hanus Lind Sørensen, handverkari)
Húsini í Kunoy hava eitt sjáldsama vakurt útsýni. Hetta kemur ikki minst til sín rætt ein slíkan góðveðursdag sum í gjár
Orð
Snorri Brend
Myndir
Høgni Thomsen
Nordoyggjar
Gunnleivur Biskopstø er í ferð við at leggja lofti í .....