mikudagur 2. apríl 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Hóast fronsku mikro
bilarnir Aixam, sum
bert kunnu koyra 45
km/t, í grannalondum
okkara verða ES
typugóðkendir sum
knallertir ella skut
arar, er tað sama
ikki galdandi her hjá
okkum, orsakað av at
teir hava fýra hjól
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Aixam eru smáir franskir
mikrobilar, sum bert kunnu
koyra upp til 45 km/t. Í fleiri
londum
eru
teir
ES-
typugóðkendir og skrásettir
sum knallertir ella skutarar
og verða sostatt nógv bílig-
ari enn vanligir bilar. Men
orsakað av at teir hava fýra
hjól, kunnu teir ikki skráset-
ast sum knallertir ella skutar-
ar her hjá okkum, hóast før-
arin skal hava koyrikort til
persónbil fyri at koyra teir.
Aixam eru ES-góðkendir
í Norra at skráseta sum
knallert ella skutari. Har
hava bilarnir knallertnummar-
plátu, og kravið til førarin
er, at hann er fyltur 18 ár,
men tað er nokk við tí sum
normenn nevna »forenklet
førerkort«, sum er minni
enn til vanligan bil, men
størri enn til skutara.
Sambært føroyskari lóg
kunnu teir ikki innflytast utt-
an so, at teir verða líka dýrir
sum vanligir persónbilar.
Sum tað sæst á myndun-
um, fæst Aixam í fleiri ym-
iskum
modellum
sum
líkjast vanligum bilum við
øllum vanligum hentleikum
sum t.d. trygdarbeltir o.a,
sum vanligir bilar hava.
Men Aixam er ikki ein
heilt vanligur bilur, tí hann
kann bert koyra 45 km/t.
Motorurin 2 syl. (á rað)
bensin við 5,4 hk (DIN) við
3.200
snún/min.
Aixam
fáast í fleiri ymiskum utgáv-
um, bæði sum hatchback og
við last sum eisini kann
innilokast. Teir eru sera
smáir, undir tríggjar metrar
langir og minni enn hálvan
annan metur breiðir. Teir
viga ikki meira enn 350 kg.
Eitt hjól ov nógv
Fyri nøkrum árum síðan
varð ein roynd gjørd við at
kanna møguleikarnar fyri
innflutningi av Aixam til
Føroyar. Viðkomandi sendi
umsókn til Vinnumálaráðið
og táverandi Bileftirlitið
(nú Akstovan) um loyvi til
innflutning av Aixam.
Bileftirlitið svaraði, at
grundreglan í lógini er, at
akfar sum hevur fýra hjól er
at rokna sum bilur, og tí
verður Axiam at rokna sum
bilur.
Skrásetingargjaldið
fyri akfar við fýra hjólum
er fleiri ferðir størri enn t.d.
fyri skutarar ella knallertir.
Norsku myndugleikarnir
hava gjørt tað møguligt, at
skrásetingargjaldið er sum
á vanligum knallertum og
skutarum, men Aixam skal
uppfylla somu krøv og
trygdarkrøv sum vanligir
bilar.
Niðurstøðan er sostatt
tann, at her hjá okkum hev-
ur Aixam eitt hjól ov nógv
til at verða verða skrásettur
sum skutari ella knallert,
hóast hann bert kann koyra
45 km/t.
Hevði hann havt trý hjól,
var trupulleikin loystur.
Aixam-Mega er ein bil-
verksmiðja í Aix les Bains í
Savoie í Fraklandi, sum er
stovnað í 1983 og hevur
spesialiserað seg í fram-
leiðslu av mikrobilum.
Tað er Eiker Motorshop,
ið er størsta bilavøruhús í
Norra, sum er norski inn-
flytarin av Aixam. Meira
fæst at vita um Aixam á
heimasíðuni: www.eiker.no
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Axiam
– mikro-
bilur til
býkoyring
Aixam verða gjørdir í fleiri ymiskum modellum sum líkjast vanligum bilum, teir eru bert minni og kunnu einans koyra 45 km/t
Aixam CityCar er ein fittur lítil bilur til tveir persónar og teirra viðføri
Aixam Mega fæst sum
vørubilur ella við last