mikudagur 2. apríl 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 2. apríl 2008
43
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Honda Civic Type R
og Volvo S80, annar
ein kvikur hatchback
í sportútgávu og hin
ein luksus sedan
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu um
mældir í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum miku
dagin 2. apríl vóru Honda
Civic Type R við 2.0 litra
motori við 201 hk, og Volvo
S80 2,5T
(5 syl.) við 200 hk. Tað
einasta bilarnir hava til
felags eru tær 200 hesta
kreftirnar, og toppferðin
sum er 235 km/t.
Honda Civic Type R
Fyrri bilurin var Honda
Civic Type R, sum er ein
sportligur hatchback við
trimum hurðum og ser
merktum designi.
Bilurin hevur 2,0 litra
motor við 201 hk og snún
ingsmomenti upp á 193
Nm. Talan er um ein kvikan
bil við sportligum undir
vogni og sportligum koyri
eginleikum. Hann koyrir
frá 0100 km/t upp á 6,6
sekund, og toppferðin er
235 km/t. Dekkstøddin er
225/40 ZR 18.
Er designið uttan ser
merkt, er tað ikki minni ser
merkt innan. Instrument
borðið sær út sum tað er
tikið úr einum aktionfilmi,
smart við nógvum vísarum
og ljósum í ymiskum litum.
Viðførisrúmið er 415 litrar,
sum er vanligt fyri ein bil í
hesum klassanum.
Hesin Honda Civic Type
R+ kostar kr. 356.750. Bil
urin
kann
síggjast
og
roynast hjá bilasøluni Norð
bil við Oyggjarvegin. Ann
ars kostar bíligasti Honda
Civic 235.750 krónur.
Volvo S80 2,5T
Seinni bilurin var ein Volvo
S80, ið er toppmodellið í
persónabilaskránni
hjá
Volvo.
S80 er ein bilur sum kapp
ast við teir stóru luksusbil
arnar í Evropa og á ameri
kanska
marknaðinum.
Hann hevur allar tær nýggj
astu og mest framkomnu
trygdarskipanirnar
hjá
Volvo.
Bilurin er sera væl ljóð
doyvdur, og 2,5 litra motor
urin hevur sera gott botn
trekk (300 Nm) og koyrir
frá 0100 km/t uppá 7,7
sekund, ið er sera gott fyri
ein bil, sum vigar 1655 kg.
Trygd og koyrieginleikar
eru í heimsklassa. S80 er
tann størsti og rúmligasti
sedan hjá Volvo. Kabinan
er smart, ekslusiv og væl
innrættað. Viðførisrúmið er
480 litrar.
Bilurin, sum varð roynd
arkoyrdur,
kostar
kr.
532.000, tá hevði hann
»Momentum pakkan« hjá
Volvo við t.d. leðurkabinu,
og parkerings og regn
sensorum, umframt at hann
eisini hevði automatisk gir.
Volvo S80 kann síggjast og
roynast hjá VR Bilum við
Hoyvíksvegin.
Bíligasti
S80 kostar 398.000 krónur.
Honda Civic og Volvo S80
Honda Civic Type R er ein ektaður sportbilur í tí sonevnda GTI-klassanum við 2.0 litra motori og 201 hk
Innan er Civic Type R ikki minni sportligur við t.d. leðurratti
og krompedalum
Civic Type R er ein hatchback í sportútgávu við trimum
hurðum og sermerktum designi
Volvo S80 ið er toppmodellið í persónabilaskránni hjá Volvo. Hesin 2,5T hevur 5 syl. bensinmotor við 200 hk
Kabinan er smart og væl innrættað. Einfalt
instrumentborð við flottari B&O gardanboks
S80 hevur eyðkent Volvo design og kappast við teir stóru
luksusbilarnar í Evropa og á amerikanska marknaðinum