mikudagur 2. apríl 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Carnival
fyri fimtu ferð
Fríggjadagin 28. mars fekk Poul Jensen,
hýruvognsførari á bilstøðini Auto í Havn, sín
fimta Kia Carnival hýruvogn.
Poul keypti sín fyrsta Kia Carnival 23. januar 2001, tann
næsta 22. mars 2002, tann triðja 14. mai 2004, tann fjórða
10. apríl 2006 og tann fimta seinasta fríggjadag.
Felags fyri allar bilarnar er, at teir hava havt 2,9 litra
turbodiesel motor, og allir hava havt nummarplátur við PJ
framman fyru tølini.
Í hesi sjey árini, frá tí at hann keypti sín fyrsta bil til í
dag, hevur Poul koyrt tilsamans 603.493 kilometrar. Hann
hevur verið væl nøgdur við sínar Kia Carnival, sum hann
heldur eru væl egnaðir til hýruvognskoyring í høvuðsstað
num.
Danska KIA magasinet hevur eisini fleiri ferðir nevnt
Kia bilarnar hjá Poul Jensen.
Jákup Jacobsen, sølumaður hjá Berg Motors (h.m.), handar
Poul Jensen tann fimta Kia Carnival, sum sjálvandi eisini
hevur PJ framman fyri tølini á nummarplátuni
Volvo XC60, sum
fyrstu ferð var at
síggja sum konsept
bilur á bilafram
sýningini í Frankfurt
í september 2007,
hevði heimspremieru
á bilaframsýningini
í Genéve fyrst í
mars. Bilurin kem
ur á evropeiska
marknaðin í heyst
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Volvo XC90 fær seinni í ár
ein lítlabeiggja, XC60, sum
kemur á evropeiska markn
aðin í heyst. XC60 er ein
sonevndur crossover í eyð
kendum Volvostíli.
XC60 líkist nógv XC90,
sum er sera væl umtóktur
um allan heim.
Volvo eru kendir fyri sín
ar framkomnu trygdarskip
anir, og XC60 verður ein av
tryggastu bilum yvirhøvur.
Hann hevur t.d. framkomnu
og intelligentu trygdarskip
anina City Safety sum stand
ard. Skipanin hjálpir bilfør
araranum við at umgangast
álvarsligu avleiðingarnar av
samanstoytum við lægri
ferð, sum ofta kemur fyri í
ferðsluni í býunum.
Í fyrstu atløgu verður
XC60 at fáa við trimum
ymiskum
motorum:
T6
bensinmotori við 285 hk,
og tveimum D5 turbodiesel
við ávikavist 163 og 185
hk. Næsta ár kemur eisini
ein sera umhvørvisvinarlig
2,4 litra útgáva við 163 hk.
Allar tær fyrstu útgávurnar
verða
4hjólsdrivnar,
tó
kemur onkur útgáva seinni,
sum bert verður drivin av
forhjólunum.
Volvo XC60 verður bygd
ur á verksmiðjuni hjá Volvo
Cars í Gent í Belgia, og
bilurin kemur á evropeiska
marknaðin seinni í ár.
XC60 – nýggjur cross-
over frá Volvo
Aftan er heldur eingin ivi
um, at talan er um ein Volvo
XC60 er ein
sonevndur crossover í
eyðkendum Volvo-stíli
Innan líkist XC60 hinum bilunum í Volvo familjuni. Einfalt og
smart design
Bilradio
Hósdagin 3. apríl millum
kl. 16 og 17 verður
sendingin »Bilradio« á
Rás2.
Talan er um eina sending
við tilfari um motorakfør
og ferðslu, sum verður
send hvønn hósdag og
endursend fríggjamorgun
millum kl. 8 og 9 og leygar
dag millum kl. 13 og 14.
bilar