Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 64 - 3. apríl 2008 www.sansir.fo atlantic.fo Tel 34 10 10 Sølutíðarskeiðið er 5/4 til 13/4. Føðingardagstilboð frá Atlantic Airways. Einvegis ferðaseðil til Reykjavík ella London úr kr. 995.- íroknað øll avgjøld til ferðing frá 1/5 til 25/10. Veitslan heldur áfram Prísdømi omanfyri er við keyp á heimasíðuni atlantic.fo 20 20 20 Starvsfólk til tøknideildina á Kall Vilt tú nýta tíni tøkniligu og analytisku evni í eini spennandi og skjótt vaksandi fyritøku, so bjóðar Kall tær vælkomnum á tøknideild sína. Við starvinum fært tú rætta løn, eins og vit geva tær sera góðar møguleikar fyri sjálvsmenning. Tað týdningarmesta fyri okkum er nevniliga ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi, men at tú hevur gott næmi og tøkniligan og analytiskan sans. Starvsøkið Starvið kann vera rættiliga fjølbroytt, men ein týðandi partur er at røkja tøkniliga støðið undir roknskaparhaldi okkara. Tú fert t.d. at arbeiða við avrokningarskipanum sum Oracle, PostgreSQL, Bercut og Navision, tú fert at avgreiða og menna hagtals- rapportir (SQL-fyrispurningar), fyrireika dátugrundarlag til roknskapin og at betra um arbeiðsgongdir okkara. Útbúgving og eginleikar Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. teldustøðingur, datanomur, verkfrøðingur ella HA’ari, men hevur tú fingið tín lærdóm av egnum royndum, so ert tú hjartaliga vælkomin at søkja – tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum. Tað er eisini sera umráðandi, at tú hevur góðan hug at læra, ert fleksibul, dugir at samstarva og hevur áhuga fyri at betra um viðkomandi arbeiðsgongdir. Umsóknir Hevur tú hug at søkja starvið, send so eitt teldubræv við avritum av viðkomandi skjølum til Hans Poulsen á Kall, hp@kall.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin at ringja til Hans á 502072. Umsóknarfreistin er 18. apríl klokkan 12:00. Um Kall Kall kom á marknaðin í apríl 2001 og hevur síðan ment seg til ein virknan leikara í fjarskiftismenningini í Føroyum. Vit eru nú 35 fólk og selja fyri um 100 mió. kr. árliga. Kall er partur av samtaki, sum er skrásett á partabrævamarknaðinum OMX.