hósdagur 3. apríl 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 3. apríl 2008
3
Klaksvík tel 455003 • Norðskáli tel 47 40 00 • Tórshavn tel 31 37 31
INN er eitt samtak við trimum stórum matvøruhandlum. Fyrsti
handilin lat upp í Norðskála í 2003, næsti lat upp í Klaksvík
í 2006 og tann triðji lat upp í Tórshavn somuleiðis í 2006.
Fjórði INN handilin letur upp í Tórshavn í næstum. Umframt
matvøruhandlarnar INN hevur samtaki eisini onnur áhugamál.
Vit leita eftir tí rætta persóninum til
leiðarastarvið í Inn við Streymin. Tann ið
vit meta best skikkaðan til starvið gerst
samstundis partaeigari í Inn handlinum í
Norðskála og partur av Inn samtakinum
í Føroyum. Inn hevur í dag tríggjar
stórar matvøruhandlar. Ein í Klaksvík, ein
við Streymin og ein í Havn. Fjórði Inn
handilin letur upp í Tórshavn í næstum.
Tað eru tríggjar meginreglur ið vit
fyrihalda okkum til tá vit velja at gera
leiðaran í handlinum til partaeigara:
Fyri tað fyrsta vil eigarin, alt annað líka,
hava tað størstu motivatiónina til at
veita tí einstaka viðskiftafólkinum bestu
tænastuna. Og tað er nú einaferð so at
viðskiftafólkið í síðsta enda er tann ið
skal gjalda okkum okkara løn.
Fyri tað næsta, meta vit, at eigarin vil
vera tann ið samtakið hevur minst tørv
á at umsita. Hetta tí, at eigarin vil altíð
hava størstu motivatióna fyri at tryggja
sítt egna.
Fyri tað triðja, vænta vit, at eigarin vil
veita størri stabilitet í handlinum. Ein
ið eigur í og trívist, vil alt annað líka,
ikki hava so stóran áhuga til at skifta til
annað starv.
Tað er ikki neyðugt at hava fíggjarliga
orku fyri at gerast leiðari/partaeigari í
Inn handlinum við Streymin. Fyri okkum
er tað týdningarmest at finna tann
persónin ið best kann røkja áhugamálini
hjá tí einstaka viðskiftafólkinum og
tryggja eitt gott samstarv við Inn
samtakið.
Kanska er tað júst tær ið vit leita
eftir. Leiðarastarvið í einum stórum
matvøruhandli, inniber allar tær
avbjóðingar og upplivingar ið nú
einaferð eru at finna í einum starvi har
so at siga allar hugsandi og óhugsandi
støður mynda gerandisdagin. Tað krevst
av tær at tú hevur førleikan, ert málsøkin
og hartil hevur viljan at røkka dagliga
málsetningin. Starvið er vællønt.
Umsóknir við møguligum prógvum/
viðmælum verða at senda til Inn
Sundsvegur 6 FO-100 Tórshavn innan
15. apríl 2008. Starvið verður sett í
seinasta lagi 1. juni 2008.
Ynskjast upplýsingar um starvið, kann
ringjast til Jaspur Johannesen tlf.
235200. Allir fyrispurningar/umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði
Eigari & leiðari
nýggja andlit?
Ert tú okkara