Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 64 - 3. apríl 2008 tíðindi Á Smyril Line er rættilig gongd komin á ferðaseðlasøluna. Samlaða sølan hjá felagnum vísir eina framgongd upp á níggju prosent, um vit bera saman við søluna í fjør FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Tað er serliga Týskland og Vesturevropa, sum hála rætta vegin, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og markn- aðarleiðari hjá Smyril Line. Hann vísir á, at felagið hevur verið darvað av ring- um veðri í vetur, og at hetta hevur ført við sær, at reg- ulariteturin ikki hevur verið eins góður og undanfarin ár. Oljuprísurin er eisini nógv hækkaður seinastu tíðina, men tað hevur ikki ávirkað ferðaseðalprísirnar enn. - Men heldur gongdin fram, so kann verða neyðugt at umhugsa at hækka ferða- seðlaprísirnar, sigur hann og vísir á, at við hækkandi oljuprísum og ringum veðri kann ikki sigast, at fyri- treytirnar fyri at ferðast til Føroya um veturin eru vorðnar betur. Á føroyska marknaðin merkja tey á Smyril Line eina líla framgongd í mun til í fjør. - Familjuferðir við bili til serliga Danland, men eisini Lalandia og DanParcs selja nógv best, men bæði Noreg og Skotland vísa aftur í ár, at tey eru við í kappingini um tær føroysku familjurnar – og tey, sum ynskja at ferðast í egnum bili, sigur Jákup Sverri Kass. Ein trupulleiki hjá Smyril er – eins og undanfarin ár, at nakrar túrar til Danmarkar longu eru so gott sum útseldir. Tað eru tveir túrar í juli og ein í august, har eru so gott sum eingin pláss eft- ir, sigur Jákup Sverri Kass. Smyril Line fer at varpa serlig ljós á Skotland við tiltakinum Skotskir Dagar, sum verður í SMS 24. – 26. apríl. Har verða umboð fyri skotska ferðavinnu, ein sekkjapípuspælari og sjáv- andi eisini Nessie. Vinningar verða burtur- lutaðir, og Rás 2 fer at seta fokus á Skotlandi við send- ingum úr SMS – harumframt verður eitt blað um Skotland í Sosialinum tann 18. apríl. Selja fleiri ferðaseðlar Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Smyril Line sigur, at føroyingar keypa nógvar familjuferðir til Danmarkar BILTØKNINGUR Til bilverkstað okkara, ið er eitt av landsins størstu, sóknast vit eftir einum biltøkningi. Vit bjóða eitt fjøltáttað og jaligt arbeiðsumhvørvi og fakliga menning við góðum møguleikum fyri eftirútbúgving og skeiðum. Bilverkstaðið veitir tænastuumvælingar til Nissan, Opel, Peugeot og Saab bilar. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og samstundis hevur kunnleika til brúk av teldum. Vit ímynda okkum ein nærlagdan persón, ið hevur koyrikort, og sum stundum kann arbeiða langar dagar, tá ið á stendur. Løn sambært avtalu. Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tummas Paula á tlf.: 210249, ella Anthonius á tlf.: 219245. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu innan 15. apríl sendast til: Auto Service Att.: Árni Rasmussen við Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Almenn móttøka Í sambandi við at Jógvan Jespersen fer frá sum kringvarpsstjóri, og Annika Mittún Jacobsen tekur við stjórastarvinum í Kringvarpi Føroya, verður móttøka í útvarpshúsinum fríggjadagin 4. apríl frá kl. 15.00 til 17.00. Kringvarp Føroya