hósdagur 3. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Átrúnaður og náttúra í Smiðjuni
Átrúnaður og føroysk myndevni seta dám á listaframsýning
hjá Onnu Byrgadóttir, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík
fríggjadagin. Framsýningin umfatar eina røð av naturalistisk
um oljumálningum við føroyskum myndevnum. Í øðrum
málingum á framsýningini hevur listakvinnan leitað sær
íblástur í tí átrúnaðarliga. Anna Byrgadóttir er 38 ára gomul.
Hon hevur nomið sær kunnleika á Listaháskúla á Langeland
og í Holbæk. Hon hevur fyrr sýnt fram í Smiðjuni, Leika
lund og á Ólavsøkuframsýning. Ferniseringin er fríggjadag
in 4. apríl kl 16. Framsýningin er opin fram til 8. apríl allar
dagar frá klokkan 12 til 18, tó sunnudag frá 1418.
Hugni fyri krabbaraktar kvinnur
Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú
aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru. Fyrsta hugnaløtna í hesum
umfari verður týskvøldið 8. Apríl 2008 kl. 19 í hølunum hjá Føroya Felag
móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn. Ætlanin er at hava eina
hugnaliga løtu saman, har kvinnurnar kunnu tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari
og veita hjálp til sjálvhjálp. Umframt at geva kvinnunum høvi at koma
saman, er endamáli við sjálvhjálpanarbólkinum at vera málgagn og fremja
áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívinum. Eisini hevur
bólkurinum mál at savna royndir og vitan á øllum økjum, sum viðkoma hesi
krabbasjúkuni.
ave
Ákærdi bar seg at
sum ein kraftidiot, og
tað er hann til reiðar
at gjalda fyri, sigur
verjin hjá manninum,
sum nú er ákærdur
fyri drápsroynd.
Fútin sigur, at tað
er púra greitt, at
endamálið var at
drepa og at seta eld á,
og tað eigur hann at
revsast fyri
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ákærdi bar seg at sum ein
tápulingur, men tað var
ongantíð ætlanin at drepa
nakran og tað var ongantíð
ætlanin at brenna nøkur hús
niður.
Verjin hjá manninum,
sum alla hesa vikuna hevur
verið fyri einum nevninga
tingi, har hann er ákærdur
fyri drápsroynd, er alt annað
enn samdur við fútanum.
Sum vit hava greitt frá í
fleiri Sosialum hesa vikuna,
breyt hann seg inn á ein
mann við eini øks, einum
reipi og út um botnin av
bensini í einum dunki.
Málið hevur verið fyri
alla vikuna, men nú er við
gerðin liðug. Fyrrapartin í
dag førdi fútin og verjin hjá
manninum síni sjónarmið
fram og í morgin fara teir
12 nevningarnir so at gera
av um hann er sekur ella
ikki.
Kraftidiot
Verjin kravdi at maðurin
varð frídømdur, ella at hann
í ringasta føri varð dømdir
linastu revsing.
Hann dugdi ikki at síggja
nakra orsøk til at ákærdi
skuldi vilja manninum til
lívs.
Hann hevði orðini hjá sál
arfrøðingi fyri, at hann var
ikki sinnissjúkur og talan
var ikki sum svartsjúku og
tað eru akkurát hesi bæði
fyribrigdini, sum eru orsøk
in til so at siga øll av teim
um fáu morðum, sum eru í
Føroyum.
Orsøkin var, at hann var
rætt og slætt trillrundur av
drykkjuskapi.
Tað, sum fór fram, var
ikki úrslitið av eini dráps
ætlan, men talan var um
eina moralska atsókn.
Leysasøgur gingu um, at
maðurin var barnalokkari
og tí skuldi hann hava ein
lærupenga og í hesum føri
var tað moralisturin, sum
tók ræðið á honum og bæði
øksin, bensindunkurin og
reipið skuldi brúkast at
hótta við og onki annað.
Men tað ger hann ikki til
drápsmann.
Verjin vísti eisini til
reaktiónina, tá ið ákærdi
vaknaði í varðhaldinum
morgunin eftir.
Tá spurdi hann um hann
ikki kundi sleppa út, tí hann
skuldi lukkast við einum
bussi hjá bygdaleiðum og
verjin helt, at tað var ein
heilt óhugsandi reaktión hjá
einum, sum hevði ætlað at
drepa og seta eld á. Hevði
tað verið ætlanin, hevði
hann eisini vitað, at hann
slapp ikki út.
Kortini viðurkendi mað
urin, at hann hevði brotið
inn við bensini, øks og reipi
og hann viðgekk at hann
hevði hótt.
Hann bar seg at sum ein
kraftidiot. Tað veit hann
sjálvur av og tað er hann
eisini til reiðar at betala
fyri.
Men verjin helt, at tað
hevði verið stórur skaði at
dømt hann fyri manndráp.
Ætlanin var greið
Hinvegin krevur fútin, at
tann ákærdi verður dømdur
fyri drápsroynd og fyri at
hava roynt at seta eld á.
Fútin ivast ikki í, at mað
urin hevði bæði dráp og eld
áseting í kvittanum, tá ið
hann breyt inn í eini hús á
náttartíð síðsta summar.
Men kann hann ikki
dømast fyri beinleiðis dráps
roynd og fyri at royna at
seta lívið hjá øðrum í álvars
ligan vanda við at seta eld
á, vil fútin hava hann dømd
an fyri linari lógarbrot, eitt
nú serliga ráan og álvarligan
harðskap, ella í minsta lagi
bara fyri harðskap og fyri
eina linari áseting um
eldáseting.
Fútin vísti til vitnini,
serliga politistarnir, sum
søgdu, at ákærdi hevði sagt,
at maðurin skuldi drepast.
Hann vísti eisini til mannin,
sum varð álopin, til tele
fonsamrøðuna við alarm
sentralin og til hini prógvini,
vit hava umrøtt í Sosialinum
hesa vikuna.
Fútin sipaði eisini til, at
ákærdi hevði sagt fyri onkr
um vitnum, hann hevði ball
ast við, at maðurin skuldi
drepast og húsini brennast
niður og at hann var væl
útgjørdur til endamálið við
bæði bensini, øks og reipi.
Maðurin má hava vitað,
at hann setti lív og heilsu
hjá øðrum í álvarsligan
vanda við at seta eld á hús
ini.
Fútin staðfesti eisini, at
sálarliga kanningin vísti, at
maðurin var so mikið væl
fyri, at hann toldi at verða
revsaður.
Men kanningini vísti eis
ini, at hevði lyndi til at
handla, meiri útfrá sinnis
ørslu, heldur enn at hugsa
seg um og at hann eisini
hevði lyndi til at handla
óskipað í yvirstimuleraðum
støðum.
Fútin meinti eisini, at vilj
in til at fullføra verkið av
gjørt var til staðar og tí átti
revsingin eisini at vera eftir
teimum strongu ásetingun
um í revsilógini.
Bar seg at sum ein kraftidiot
Maðurin viðurkennur at hann breyt inn og at hann hótti. Men tað ger hann bara til ein
kraftidiot og ikki til drápsmann, sigur verjin hjá manninum, sum nú í eina heila viku hevur
verið í Føroya Rætti, har hann er ákærdur fyri drápsroynd
Modelmynd