Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 64 - 3. apríl 2008 Jacob Vestergaard og Jóhan Dahl fara í vikuni at seta løgmanni skriftligan fyrispurning um partabrævasøluna hjá Tórbirni Jacobsen úr Kongshavnar Útgerðarfelag til sín sjálvs. Fyri­ spurningurin tekur millum annað støði í skattalógini PARTABRÆVASØLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Løgmaður kundi tað sama onga kanning gjørt av viðurskiftunum hjá Tór­ bjørn Jacobsen. Tað heldur Jacob Vester­ gaard sum sigur, at niður­ støðan ikki livir upp til mál­ setningin í kanningini. Tí fer hann – saman við Jóhan Dahl – at seta løgmanni skriftligan fyrispurning um partabrævasøluna millum Kongshavnar Útgerðarfelag og Tórbjørn Jacobsen. Fyrispurningurin er ikki liðugt orðaður enn, men hann fer at nema við gegnið hjá Jógvan Amonsson í kanningini og spurningin, um løgmaður hevur tryggj­ að sær prógv fyri, at pening­ urin veruliga er goldin inn í Kongshavnar Útgerðar­ felag. Partur av fyrispurningin­ um fer at taka støði í skatta­ lóggávuni. § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalóg­ ini ásetur, at alt, sum felag útlutar partabrævaeigara, verður roknað sum vinn­ ingsbýti, frípartabrøv tó undantikin. Hendan reglan skal tryggja, at alt, sum verður útlutað eigarum, fyrst verður skattað við 18% í partafelagnum við partafelags­ ella kapital­ vinningsskatti, og síðani skal útlutingin skattast við 35% í vinningsbýtisskatti. Um ognir verða seldar parta­ eigara ella nærstandandi til undirprís, er talan um krógv­ að vinningsbýti, sum eigur at verða skattað eftir nevndu lógargrein. Eingin meting § 37a, stk. 2 í skattalógini ásetur, at »skattskyldug (Torbjørn Jacobsen), sum hava tamarhald á løgfrøði­ ligum persónum (Kongs­ havnar Útgerðarfelag) skulu í sambandi við upp­ gerð av skattskyldugu inn­ tøkuni nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrar­ staðir, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar«. Tá talan er um at selja eina ogn hjá einum parta­ felag til ein parteigara, er einasti máti at tryggja, at § 1, stk. 2 í kapitalvinningssk attalógini og § 37a, nr. 2 í skattalógini eru hildnar, er at ein meting av handils­ virðinum verður gjørd av óheftum metingarfólki við kunnleika til handil av ávísu ognini. Í tíðindaskrivinum, sum Kongshavnar Útgerðarfelag sendi út, verður bara stað­ fest, at felagið ikki kendi til nakran kurs, og at parta­ brøvini tí vórðu selt fyri kurs 100, sum tey uppruna­ liga vórðu keypt fyri. Serfrøðingur í skattamál­ um sigur, at hetta er brot á eina grundreglu í skattavið­ urskiftum, tí man er noydd­ ur at finna út av, hvat handilsvirði hevði verið millum óheftar partar. ­ Tá Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri í og partaeigari í Kongshavnar Útgerðar­ felag, valdi at selja parta­ brøvini í Atlantic Petroleum til sín sjálvs úr Kongshavnar Útgerðarfelag, var eingin óheft meting fingin til vega, og hetta er beinleiðis í stríð við ásetingarnar í skattalóg­ ini, sigur Jacob Vester­ gaard. ­ At eingin almenn virðis­ meting fyrilá, tá handilin fór fram, broytir einki upp á, at Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri og partaeigari í Kongshavnar Útgerðarfel­ ag, hevði skyldu til at útvega eina óhefta meting av kursinum á partabrøv­ unum áðrenn handilin fór fram, sigur Jacob Vester­ gaard, sum eisini vísir á, at tað, at Eik ikki vildi lána felagnum pengar við veð­ haldi í partabrøvunum, ikki kann metast sum nøkur virð­ ismeting av partabrøvun­ um. Trúvirði burtur Jacob Vestergaard setur eis­ ini spurnartekin við tað rætta í at selja virðir úr einum felag, sum er so illa fyri fíggjarliga, tí tað kann stilla kravánarar verri fyri. Og í tí sambandi vísir Jacob Vestergaard á, at størsti kravánadi í felagnum er landskassin, sum eigur fleiri enn 41 milliónir krónur hjá felagnum. ­ Tað kann lættliga ávirka rættarkensluna og álitið á politisku skipanina, tá pri­ vatu viðurskiftini hjá einum landsstýrismanni eru so ivasom, sum í hesum førin­ um, sigur Jacob Vester­ gaard. Hann heldur eisini, at løg­ maður bagatelliserar málið í kanningini, tí hetta eru viðurskifti, sum tingið fyrr hevur sæð ógvuliga álvar­ samt upp á. Tórbjørn Jacob­ sen gekk sjálvur á odda at fáa Jørgen Niclasen frá sum fiskimálaráðharra, tí hesin hevði vikið í prioritering, hóast landskassin ikki gjør­ dist verri fyri av teirri grund, og at tingið tryggjaði seg juridiskt, so veðhaldið í Arctic Viking var inntakt, tá skipið í eitt tíðarskeið fór undir útlendskt flagg. ­ Í mínum eygum hevur ikki verið talan um nakra veruliga kanning, men hel­ dur ein bíløgd uppgáva við tí fyri eygað, at reinsa lands­ stýrismannin, sigur Jacob Vestergaard, sum saman við Jóhan Dahl fer at seta løgmanni skrivligan fyri­ spurning um viðurskiftini millum Kongshavnar Útgerðarfelag og Tórbjørn Jacobsen. Partabrøvini skattskyldug Steinlist í Miðlan Hendan mánaðin hevur Eli Smith framsýning í Miðlan í Klaksvík. Við á framsýningini eru sonevndir steinmálningar, ið hava støði í einum teknikki, Eli Smith sjálvur hevur ment. Tilfarið, ið hann nýtir, eru ymisk grótsløg, kol og skeljar úr Føroysku náttúrini. Á heimasíðuni www.eli.fo fæst meir at vita um serliga málingateknikkin hjá listamanninum. Eli Smith er føddur í 1955 í Tórshavn. Hann er sjálvlærdur listamaður, men hevur eisini verið á listaháskúlanum í Holbæk 1982. Eli hevur undirvíst í tekning og máling í fólkaskúlanum og á fólkaháskúlanum. Eli Smith er kanska serliga kendur sum myndprýðari og eru verka hansara at síggja á bæði bygningum, bókum og fløguhúsum. Álendsk snið í Norðurlandahúsinum Leygardagin letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum, har 30 sniðgevar fara at sýna fram álendsk snið. Framsýningin hevur heitið form.ax og er átakið ein roynd at savna og vísa tað besta av samtíðar álendskari sniðgeving. Endamálið við framsýningini er at geva eina heildarmynd av álendskari snið­ geving i góðsku og nýskapan. Víst verður bæði siðbundin og nútímans sniðgeving við siðbundnum og nútímans tilfari og skapi. Framsýningin, ið er sett saman av Stefan Lindfors, letur upp leygardagin 5. apríl kl. 16 og er at síggja fram til 26. apríl. Jacob Vestergaard og Jóhan Dahl vilja hava viðurskiftini millum Kongshavnar Útgerðarfelag og Tórbjørn Jacobsen nærri útgreinað