hósdagur 3. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Ein kanning, sum
Birgir I. Sigurðsson
hevur gjørt, vísir, at
nógvur peningur er at
spara, um Microsoft
Office skipanin
verður skift út við
OpenOffice.org
SPARING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Microsoft hevur júst fingið
góðkent nýggja dokument
formatið OOXML sum al
tjóða standard hjá ISO, men
samstundis er ein nýggj kann
ing almannakunngjørd, sum
sáar iva um júst Microsoft.
Tað er Birgir I. Sigurðs
son, sum gognur á Copen
hagen Business School, ið
hevur gjørt kanningina, sum
vendir sær móti tveimum
høvuðsspurningum: »Hevur
OpenOffice.org tað, sum
skal til fyri at kallast eitt
veruligt alternativ til Micro
soft Office« og »Kann
almenni føroyski sektorurin
spara nakað við at skifta til
OpenOffice.org« Í báðum
førum er svarið klárt ja.
Í kanningini brúki eg trý
dømir: Eitt minni sjúkrahús
(70 ktbrúkarar), eitt størri
sjúkrahús (400 ktbrúkarar)
og samlaða almenna føroyska
sektorin (3.500 ktbrúkarar).
Niðurstøðan í øllum trimum
dømum er, at tað viðførir
munandi sparingar at skifta
til OpenOffice.org. Og sjálvt
um dømini eru føroysk, eru
úrslitini ógvuliga viðkom
andi fyri almenna danska sek
torin, tí bygnaðurin líkist í
báðum førum, sigur Birgir I.
Sigurðsson.
Sparingar
Samlaða TCO (Total Cost of
Ownership) at seta OpenOf
fice.org í verk á Klaksvíkar
sjúkrahúsi við 70 ktbrúkar
um, er útroknað til 306.554
krónur, og harvið er TCO
fyri hvønn brúkara 4.379
krónur.
Verður MS Office 2007
Pro Plus hinvegin innsett,
verður samlaða TCO 378.715
krónur, ella 5.410 fyri hvønn
brúkara. Tað merkir, at
OpenOffice.org verður 24%
bíligari enn Microsoft Office
2007.
Um talan er um samlaða
almenna netið við 3.500 brúk
arum, kostar OpenOffice
13.181.750 krónur, meðan
MS Office 2007 Pro Plus
kostar
heilar
25.164.250
krónur. Men samstundis vísir
kanningin á, at landsnetið er
lagt fast á Microsoftgrund
vøllin við einari sonevndari
Enterprise Agreement, sum
er galdandi í trý ár fram.
Inngangsforðingin fyri
OpenOffice.org er stór, men
ikki bert í kostnaði. Forð
ingin finst serliga í holdni
ngum, sum ktveitarar og
almenni sektorurin hava. So
leingi sum Klaksvíkar sjúkra
hús, Landssjúkrahúsið og
almenna netið ikki spyr eftir
OpenOffice.org, og veitarar
ikki bjóða alternativið fram
fer skrivstovupakka marknað
urin í Føroyum ikki at broyt
ast, verður sagt í kanningini.
Skift skipan og spar pening
Kanningin vísir, at
OpenOffice.org er munandi
bíligari enn skipanir hjá
Microsoft
Laksur lítið útlát
Tað er eftir øllum at døma betur fyri umhvørvið, at
fólk eta aldan laks heldur enn svínakjøt ella oksakjøt. Í
hvussu er vísir ein norsk kanning, at útlátið av
veðurlagsgassi av laksaaling og hagreiðing er bara
helmingin av útlátinum, sum stendst av at framleiða
svínakjøt og bara 20 prosent av útlátinum av at
framleiða oksakjøt. Norsku alararnir eru sera fegnir
um úrslitið, og teir vænta, at tað kann koma alivinnuni
til góðar, skrivar NTB.
Tað kemur umhvørvinum væl við, at fólk eta laks heldur enn
eitt nú svíonakjøt
Mynd: Nordlys
Peter Holm í
Postverks-nevnd
Fyrrverandi stjórin í Kaupthing Føroyar, Petur Holm,
hevur tikið sær av løttum, síðani hann fór frá í Kaupthing,
tí Eik keypti íslendsku deildina í Føroyum. Nú er hann
aftur á breddanum sum nývaldur nevndarlimur í Postverki
Føroya. Hini í nevndini eru Ben Arabo, formaður,
Brynhild Setberg, næstformaður, og Jan Danielsen, Áslak
Tausen og Korinta Jarnfoss, nevndarlimir.
Tøl hjá Hagstovuni
vísa, at munandi
minni av fiski
er komið upp á
land fyrstu tveir
mánaðirnar í ár í mun
til somu tíð í fjør
FISKIVEIÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er munandi minni kom
ið upp á land av fiski tveir
teir fyrstu mánaðirnar í ár í
mun til sama tíðarskeið í
fjør.
Talan er um minking av
øllum fiskasløgum uttan
svartkalva og øðrum flat
fiski. Men her er talan um
smá tøl. Serliga er talan um
stóra minking í hýsuveiðini.
Fyrstu tveir mánaðirnar í ár
eru heili 35% minni av hýsi
landað um avreiðingarskip
anina. Í januar og februar í
fjør landaðu skip og bátar
3.236 tons, meðan talið fyri
somu mánaðir í ár er 2.094
tons. Altso ein minking upp
á 1143 tons.
Eisini upsaveiðan er mink
að í stóran mun, úr 13.524
tonsum í januarfebruar í
fjør niður í 9.315 tons í ár.
Tað er ein minking upp á
4.209 tons ella 31%.
Talan er eisini um mink
ing av toski og øðrum botn
fiski, men tann minkingin
er kortini ikki so ógvuslig
sum fyri hýsuna og upsan.
Minkingin av toski er 265
tons ella 10%, og fyri annan
botnfisk 176 tons, svarandi
til 13%.
Tølini fyri toskin eru
2.680 tons í 2006 og 2.415
í ár, og fyri annan botnfisk
1.407 í 2006 og 1.230 fyri
januar og februar í ár.
Sama gongdin sæst eisini
í veiðini av kalva og øðrum
flatfiski. Samlað er mink
ingin fyri hesi fiskasløg
28%, og tað er sami prosent
satsur sum fyri botnfiska
sløgini, nevniliga 28%.
Í mun til undanfarin ár er
eisini virðið á avreiddu
nøgdini minkað samsvar
andi minkingina í avreiðing
um. Fyri botnfisk er virðið
í ár 23% minni og fyri saml
aðu veiðina er minkingin í
virði 25%.
Minkingin í samlaðu veið
ini av fiski yvirhøvur er
24%, skrivar Hagstovan á
heimasíðu síni.
Væl minni
avreitt í ár
Nógv minni fiskur er komin
upp á land tveir teir fyrstu
mánaðirnar í ár sammett við
januar og februar í fjør