hósdagur 3. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Siglingin steðgar
Nú Eimskip hevur lagt nýggja ferðaætlan, noyðist
felagið at gevast við beinleiðing rutuni millum USA,
Kanada og Grønland, sigur KNR. Higartil hevur eitt
skip hjá Eimskip lossað og fermt í Narsaq, men í
framtíðini verður grønlendski farmurin umskipaður
í Reykjavík. Eitt skip hjá Royal Arctic Line skal føra
farmin úr Grønlandi og til Grønlands 3. hvørja viku.
Sum skilst innflyta grønlendingar serliga bilar og
bátar úr Norðuramerika.
17 ár koyrdi 153
Gjáranáttina steðgaði íslendska løgreglan einum bili
sunnan fyri Havnarfjørðin, tí bilurin koyrdi alt ov skjótt.
Kanningartólið hjá løgregluni vísti, at bilurin koyrdi 153
kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferð har er 90. Tá
løgreglan steðgaði bilinum, vísti tað seg, at ein 17 ára
gomul genta sat við róðrið. Tá løgreglumenninir spurdu
hana, hví hon koyrdi so skjótt, greiddi gentan frá, at hon
skuldi í býin, og at hon hevði ringa tíð, skrivar Vísir.
Nú skal Royal Arctic Line sigla millum Grønland og Ísland við farmi
Mynd: KNR
Floksting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen, lands
stýrismaður, helt eina rími
liga drúgva røðu á flokstingi
Tjóðveldisins við Gjógv
seinasta leygardag. Í blað
num fyrr í vikuni hava vit
greitt frá, hvat landsstýris
fólkini, Bjørt Samuelsen og
Kristina Háfoss, søgdu, og í
dag fara vit at taka ymiskt
fram av tí, sum Tórbjørn
Jacobsen segði.
Flokstingið byrjaði longu
fríggjakvøldið, og seinna
partin leygardagin høvdu
landsstýrisfólkini høvi at
greiða frá tí, tey fara at
arbeiða við í hesum valskeið
num.
Broyttar umstøður
Tórbjørn Jacobsen greiddi
frá, hvussu hann heldur, at
fiskidagaskipanin
kann
fáast á beint aftur, sum hann
tók til.
Í einum landi, sum frá
náttúrunnar hond er ríkað
við tilfeingi í okkara føri
livandi
tilfeingi
er
sjálvsagt, at støðugt verður
kjakast um, hvussu frægast
verður farið um stovnsfæið,
og
hvussu
tøkan
úr
stovninum verður samfelagi,
vinnu og fólki til størstan
frama.
Landsstýrismaðurin nam
við søguligu gongdina frá
tí, at føroyska samfelagið
flutti seg úr landbúnaðar
samfelagnum við smávegis
útróðri til eitt meira og
meira framkomið samfelag,
sum fyri stóran part hevur
bygt á inntøkur frá fiski
skapi og fiskavirking.
Í næstan hundrað ár á
teimum frælsu høvunum og
síðani innanvert avmarking
arnar, sum vórðu ásettar, tá
lond til endans fluttu fiski
mørkini út á 200 fjórðingar.
Síðan tá hava vit í stóran
mun livað av tilfeinginum á
landgrunninum og á Føroya
banka, eins og av fiskiveiði
í fremmandum sjógvi. Fiski
veiðan
í
fremmandum
sjógvi er at kalla øll íkomin
eftir umbýti við fremmand
veiðirættindi í føroyskum
sjógvi. Onkur søgulig rætt
indi í altjóða sjógvi eru tó
undantikin.
Landsstýrismaðurin
segði, at føroyingar høvdu
ikki fyrireikað seg til tað
stóra umskiftið – og til
avmarkingarnar.
Flotin, sum nú mátti
lívbjarga sær innanvert 200
fjórðinga markið, var ætlað
ur til heilt aðrar umstøður,
og hartil mundi veiðiorkan
vera í størra lagi. Valið stóð
nú ímillum at gera neyðugu
strukturbroytingarnar ella
onki at gera. Ella sagt við
øðrum orðum; vit máttu
gjalda okkum burtur úr
nýggju støðuni. Úrslitið av
hesum var, at tað ”fossaði”
út í báðum borðum, bæði úr
fiskastovnunum – og úr ein
um meira og meira sperdum
landskassa.
Tórbjørn Jacobsen segði,
at brakið í 1992 upp á seg
er ein hin størsta búskapar
liga vanlukkan í Evropu í
nýggjari tíð.
Eftir at miljardir av krón
um vórðu brendar av, og
7.000 føroyingar noyddust
at finna sær lívslunnindi í
útlandinum, varð farið undir
at finna aðrar skipanir, sum
kundu loysa av konseptið
við Ráfiskagrunninum. Før
oyar vórðu settar undir
fremmanda umsiting, og
finnast skuldi ein farvegur
burtur úr tíðini við almenn
um veðhaldum, almennum
lánum, rakstrarstudningum,
kilostudningum, oljustudn
ingum og øðrum skipanum,
sum í alt ov drúgva tíð
høvdu hildið einum skeivum
flota gangandi.
Fiskidagaskipanin
Eftir eina tíð samdust menn
um at seta í verk fiski
dagaskipanina, sum varð
hildin at vera rætta leiðin at
ganga.
Menn royndu nú at fáa
flotan útaftur. Skipini, sum
fyri ein stóran part høvdu
verið ígjøgnum ”konkurs
karuselluna”, vórðu latin
monnum lagaliga, og semja
varð til endans um, at fiski
loyvini skuldu galda í 10 ár.
Tey, sum átóku sær at virka
í vinnuni um hetta mundið
og sum stóðu við skivuna,
tá loyvini vórðu útflýggjað,
fingu óskerdan brúksrætt
til tilfeingið – fólksins ogn
– í eitt tíggjuáraskeið.
Landsstýrismaðurin
At tryggja
national
rættindi í
Føroyum
- Høvuðsmálið hjá okkum við broytingum í lógini um vinnulig-
an fiskiskap eigur at vera at lynna sum frægast undir hjá teim-
um, sum ætla sær at reka vinnu - heldur enn at lynna hjá teim-
um, sum ætla sær at liva av at selja almenn fiskiveiðirættindi.
Í seinasta enda er hetta ein ein roynd at tryggja tey nationalu
áhugamálini, sum eru at varðveita øll rættindi til tilfeingið á
føroyskum hondum. Gleppa hesi rættindi okkum av hondum,
gerast vit húskallar í egnum landi, sigur Tórbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður í fiskivinnumálum