Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 64 - 3. apríl 2008 Ikki fyrstu ferð Í vikuni frættist um amerikanskan ferðamann, sum ætlaði sær til Havnar, men sum endaði í íslendsku bygdini Tórshøvn ístaðin fyri. Morgunblaðið skrivar, at hetta er ikki tann einasta søgan av slíkum slagi. Blaðið veit at siga frá einum flogfari, sum skuldi úr Reykjavík til Egilsstaðir á Eysturlandinum. Men flogskiparin mistók seg, og flogfarið var komið væl ávegis til Noregs, áðrenn hann varnaðist, hvussu vorðið var, skrivar blaðið. Fyrireika tiltøk Í Íslandi vilja fjølmiðlarnir vera við, at stjórnin er í ferð við at fyrireika onkur tiltøk á fíggjarøkinum. Tað er komið fram, at týðandi ráðharrar fundaðust út á náttina, áðrenn teir máttu á toppfund hjá NATO. Ráðharrarnir høvdu eisini fund við landsbankastjóran, og keldur siga fyri fjølmiðlunum, at talan var um týðandi fund. Summar keldur halda, at tiltøkini verða framd í samstarvið við útlendskar tjóðbankar og evropeiska miðbankan. Loftmynd av íslendsku bygdini Þórshöfn Savnsmynd segði, at við økisfriðingum og einum nógv skerdum dagatali hesi árini, er mangt, sum bendir á, at skipanin í mangar mátar hevur virkað, bæði búskaparliga og stovns­ røktarliga. ­ Sum heild hevur flotin havt tað gott hesi árini, og hetta hevur eisini endur­ speglað seg í samfelagnum, legði hann aftrat. Í eina tíð hevur verið kjakast um at endurmeta skipanina. ­ Mong hava hildið, at fiskidagaskipanin er stirvn­ að, og at umsitingin av henni ikki hevur verið nóg góð. Í eina tíð hava loyvini eisini verið handlað, soleiðis at hesi mest líkjans einum ognarrætti heldur enn brúksrætti. Mangt bend­ ir tí á, at landsstýrismenn í fiskivinnumálum og teirra umsitarar hava knæsett eina siðvenju, sum hevur flutt ognarrættin frá fólkinum til teirra, sum í síni tíð fingu fiskiloyvini frá tí almenna. Tórbjørn helt lítið um, at teir, sum ætla sær at gerast aktørar í okkara fiskiveiði, skulu gjalda risaupphæddir fyri loyvir, sum fólkið upp­ runaliga eigur, tí hetta var ongantíð ætlanin við fiskidagaskipanini. ­ Vit eru tí endað í einum fólkaræðisligum trupul­ leika. Heldur skipanin fram, sum nú er, er vandi eisini fyri, at vinnan ikki hórar undir skuldini, sum nú verð­ ur upptikin, meðan somu upphæddir verða slúsaðar úr vinnuni. Hetta tænir ong­ um endamáli og kann í ring­ asta føri leggja trýst á polit­ isku skipanina um heilt stutta tíð um at endurtaka konseptið frá miðskeiðis í sjeytiárunum fram til stóra brakið í 1992. Landsstýrismaðurin segði, at fólk sum heild eru samd um, at eitthvørt má gerast fyri at fáa fiskidaga­ skipanina á beint aftur. ­ Fólkaflokkurin hevur skotið upp at brandskatta sølurnar við upp til 80%. Hesum tekur Tjóðveldi als ikki undir við. Hetta hevði ikki gjørt tað lættari hjá ungum hugaðum fólki at komið sær upp í vinnuna. Prísurin á loyvunum hevði ikki lækkað, men kanska heldur hækkað, tí sjálvsagt selur seljarin fyri at fáa sum mest burturúr. Tjóðveldið tekur heldur ikki undir við at leggja tilfeingisrentu á fiskivinnuna, tí hetta kemur at kennast sum ein skattur og kemur bara at gera rakst­ urin hjá flotanum tyngri. At umsitingin skal áseta rent­ una, er eisini ein vansi, tí trupult verður hjá uttanfyri­ standandi at rokna seg fram til, hvat eitt rímiligt gjald skal verða. Hann vísti á, at aðrir hava talað fyri einum marknaði, har øll rættindi, fiskidagar og kvotur, á heima­, mið­ og fjarleiðum verða seld yvir eina skivu, sum hitt almenna skipar vegna eigar­ an, sum sambært lógini er Føroya fólk. ­ Vit stuðla hvørki brand­ skatting ella tilfeingisrentu. Hinvegin halda vit, at neyð­ ugt er at seta í verk eina sjálvsjavnandi skipan, har vinnan sjálv lagar seg og umsetir innanfyri greiðar almennar karmar og reglu­ verk. Veiðiloyvi og fiskidag­ ar verða almenn brúksloyvi, og umsetingin av hesum eig­ ur at fara ígjøgnum eina til­ feingisbúð ­ ein gjøgnum­ skygdan fiskidaga­og kvota­ marknað, har øll kunna bjóða og sleppa framat eftir føstum treytum. Sama skipan eigur at galda fyri rættindini hjá føroyingum á mið­og fjar­ leiðum, sum í dag verða býtt út til ávís feløg eftir politisk­ um frymli, segði Tórbjørn. Hann legði aftrat, at hjart­ að í okkskoti Tjóðveldisins er tilfeingisbúðin, sum almennu Føroyar skipa. ­ Eftir 10 árum er ætlanin, at øll rættindi til at taka úr tilfeingi føroyinga skula umsetast og handlast ígjøg­ num tilfeingisbúðina. Monopolisering Seinnu árini hevur ein veks­ andi umsetiligheit tikið seg upp í skipanini, og flestu hava tikið undir við hesum, tí hetta ger skipanina meira liðiliga og hevur ivaleyst ment dynamikkin í vinnuni munandi. ­ Spurningurin er bara, hvør skal skipa hesa umset­ ing. Tey, ið frammanundan hava fingið rættindini frá tí almenna fyri einki ­ ella tær almennu Føroyar vegna fólkið, sum sambært lógini er eigarin av øllum rætt­ indum. Landsstýrismaðurin vísti á, hvussu trupult tað er at broyta strukturarnar í eini altavgerandi høvuðsvinnu eftir stuttari tíð. ­ Tá kundi skaðin skjótt verið størri enn gagnið. Tí er alneyðugt, at vinnan fær virkað í eini skiftistíð, har givnu loyvini verða niðurl­ aðað eftir einum tíggjuára skeiði. So hvørt verða loyv­ ini gjørd umsetilig og handl­ að ígjøgnum tilfeingisbúð­ ina, sum skal virka leys av politiska myndugleikanum, stjórnað av nevnd, sum vinn­ an á sjógvi og landi setir og av dagligum rakstrarleiðara, sum landsstýrismaðurin setir í starv. Tórbjørn segði, at hann kundi hugsað sær, at hildið verður fast um ásettu bólk­ arnar í lógini, og at hildið verður fast um skottið mill­ um húk og trol eins og mill­ um útróður og aðra veiði. ­ Í 10 ára skiftisskeiðnum verður útróðrarflotin í bólki 5, sum eru bátar undir 15 tons, hildin uttan fyri skip­ anina, legði hann aftrat. Hann vísti eisini á, hvørjir vansarnir eru í verandi skip­ an í mun til fyrimunirnar, sum uppskotið hjá Tjóðveld­ inum fer at hava við sær. ­ Vansarnir við verandi skipan eru, at eigarastrukt­ ururin í okkara fiskivinnu hevur ”sementerað” seg hjá teimum, sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúksrættin til tilfeingið. Tey 10 árini eru farin, men eingin roynd at kjakast um støðuna, tíansheldur nakar politikkur, hevur verið kring málið um, hvussu viðurskiftini skuldu skipast. Skipanin rullar bara víðari, sum um einki var hent. Landsstýrismaðurin helt fyri, at gongdin í seinastuni hevur annars verið rættiliga greið. ­ Ein privat kapitalisering er farin og fer fram av rættinum at fiska. Eingin ivi er um, at hetta er ein trupulleiki fyri fiskivinnuna – fyri tey, sum starvast í vinn­ uni og fyri samfelagið alt. Trupulleikarnir, sum stand­ ast av hesum, eru vaksandi monopolisering. Rætturin at fiska gerst til endans so dýr­ ur, at ógvuliga fá hava møgu­ leikan at koma inn í vinnuna. Soleiðis, sum gongdin hevur verið í seinastuni, har veiðu­ tól eru handlað fyri upp­ hædddir, svarandi til 5­10 ferðir tað, sum tólini í sær sjálvum eru verd, er greitt, at kapitalsterk útlendsk feløg til endans seta seg á øll føroysk veiðirættindi. Tórbjørn Jacobsen segði, at váðin veksur, tá keyparin skal rinda fyri rættin at fiska í óavmarkað tíðarskeiði. ­ Eingin orsøk er til at venda skjútsið móti teimum, sum hava selt við almennum vælsignilsi, men umframt at hetta ger vinnutólini ovur­ honds dýr og setir fíggjar­ kervið í óneyðugan vanda, veksa eisini regionalu trup­ ulleikarnir við miðsavnan, har útjaðarin ikki klárar at standa ímóti trýstinum. Loyvini bløða burtur og útjaðarin, sum stóð á vinnu­ ligum botni, missir øll lunnindi. National áhugamál Hann segði, at í seinasta enda fer føroyskur kapitalur heldur ikki at standa seg í kappingini. ­ Upphæddirnar eru longu nú so ørandi og astronomiskar, at bara útlendskur stórkapitalur ­ í strategiskum uppkeypi ­ kemur at standa seg í kappingini. Ein avleiðingin verður, at vit fáa eitt skeikl­ að býtið av samfelagsins virðum, bæði millum útjað­ ara og miðstaðarøki og ímillum fólk yvirhøvur. Tórbjørn helt, at verður einki gjørt við hendan spurning beinanvegin, kem­ ur hetta at darva reiðaríun­ um, sum virka í vinnuni, fiskimanninum, flakavinn­ uni og til endans øllum samfelagnum. ­ Høvuðsmálið hjá okkum eigur at vera at lynna sum frægast undir hjá teimum, sum ætla sær at reka vinnu, heldur enn at lynna undir hjá teimum, sum ætla sær at liva av at selja almenn rættindi. Hetta gerst við at stuðla uppskotinum um eina tilfeingisbúð, sum eftir eitt 10 ára skiftisskeið hevur fult ræði á øllum rættindum og handlar við teimum samsvarandi prísum, sum vinnan heldur seg kunna gjalda fyri rættin at veiða, segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin segði, at í seinasta enda er hetta ein ein roynd at tryggja tey nationalu áhuga­ málini, sum eru at varðveita øll rættindi til tilfeingið á føroyskum hondum. ­ Gleppa hesi rættindi okkum av hondum – av ósketni og lógligum skila­ loysi, bera vit ikki boðini kortini, hvørki sum heima­ stýri ella sum republikk, men enda sum húskallar í egnum landi, segði Tórbjørn Jacobsen. - Vit stuðla hvørki brand- skatting ella tilfeingisrentu. Hinvegin halda vit, at neyðugt er at seta í verk eina sjálvsjavnandi skipan, har vinnan sjálv lagar seg og umsetir innanfyri greiðar almennar karmar og regluverk, sigur Tórbjørn Jacobsen Mynd: Rógvi Mouritsen Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði drúgva frágreiðing um fiskidagaskipanina á flokstingi Tjóðveldisins við Gjógv seinasta leygardag Mynd: Vilmund Jacobsen