Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 119 - 26. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Føroyingar telva sum aldrin áður, bæði her heima og sanniliga eisini á flatlondum. Í hesum døgum royna fýra føroyingar seg í somu kapping í Hol- bæk. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Sterka opna kappingin, Tage Sørensen Memorial, í Holbæk hevur heili fýra føroysk umboð. Føroya sterkasti telvari John Arni Nilssen, føroyameistarin frá 2000 Flóvin Tór Næs og Brekká beiggjarnir, Martin og Hanus. John Arni er styrkismett- ur sum nummar seks með- an Flóvin, Martin og Hanus eru styrkismettur ávíkavist sum nummar 15, 26 og 29 av 32 luttakarum. Føroyingar hava seinastu árini verið væl umboðaðir í útlendskum kappingum, serliga Flóvin sum herfyri telvaði í kappingum kring alt Evropa. Eisini plaga nógvir at leita sær niður til Danmarkar til stóru summarkappingina Politik- en Cup, sum í ár verður í døgunum 16-27. juli. Á www.kbhsu.dk kanst tú tekna teg og eisini síggja luttakaratalið higartil. John Arni og Hanus hava í mong ár havt búðstað á flatlondum og hava tí eisini sjálvsagt luttikið í nógvum kappingum í sama landi. Serliga stuttligt er at síggja garvaða hvalvíkingin Mart- in Brekká í uttanlanda kappingum. Hann hevur í mong ár verið í føroysku talvelituna og tað tykist sum hann ongar ætlanir hevur at broyta hesa støðu. Martin hevur hálvt stig av tveimum møguligum. Hann hevur møtt tveimum væl sterkari telvarum, og er tí úrslitið higartil á góðarli leið. John Arni og Flóvin vunnu báðir fyrsta talvið ímóti lægri rataðum telvar- um, meðan taptu báðir seinna talvið. John Arni tapti heldur óvæntað á lægri mótstøðu, men fer hann helst kortini at blanda seg í toppin tá kappingin líður móti endanum. Hanus hevur tapt bæði síni talv, eisini ímóti væl sterkari mótstøðu. Kappingin verður telvað í døgunum 23 juni - 1. juli. Heimasíðan er http://home15.inet.tele.dk/ pmp/skak/tsm/. Tvey K´ini í snardysti Eftir lokna føroyavitjan vendi Kasparov eyguni ímóti Týsklandi, har hann eitt nú skuldi hitta týsk um- boð innan mentan. Týski talvheimurin hevur ment seg nógv serliga viðvíkj- andi skipan fyri sterkum kappingum, og hesum hev- ur Kasparov nógvan virð- ing fyri. Eftir hesa týsklandstúrin leikti hann tvey snartalv ímóti Kramnik í Moskva. Báðir sótu í sama rúmi, men henda telving bleiv beinleiðis løgd út á netið, har túsindavís av talv- áhugaðum kundu fylgja við. Kramnik vann tað fyrra og sjálvt um Kasparov royndi í seinna talvinum endaði tað javnt, og tískil vann Kramnik hendan lítla snardyst. Í Svøriki eydnaðist tað ikki svenska konubrotinum GM Pia Cramling at vinna sterku Sigeman kapping- ina. Hon bleiv í síðstu løtu yvirhálað av veteranunum Boris Gulko og Jan Timm- an. Cramling, Sokolov, Radjabov og Wedberg deildu triðja pláss, meðan Curt Hansen fekk eitt skuffandi sjeynda pláss. Tað verður nógv telvað kring evropa í hesum og nærmastu døgum. Millum annað fara Kramnik og Anand í døgunum 26. juni- 1. juli at leika ein lítlan kviktalvsdyst. Allur talv- aktivitetur kanst tú finna á www.weekinchess.com. Føroyska unglingalandsliðið hevur júst tikið lut í NM kappingini, sum hesa ferð varð hildin í Svøríki BRIDGE Arnbjørn Sivertsen og Bogi Simonsen Í døgunum 17. til 22. juni var NM fyri unglingar (U-25) í Trelleborg, Svøríki. Á føroyska liðnum vóru: Arne Mikkelsen, 23 ár Magni Jøkladal, 23 ár Reimund Langgaard, 23 ár Høgni Vesturklett, 18 ár Gunnar Mouritsen, 18 ár NPC Finn Ougaard Tað eydnaðist liðnum at vinna ein av dystunum - tann móti Finnlandi. Úrslitið varð 17-13 til Føroyar. Bara í tveimum av teimum átta dystunum fingu okkara menn rættiliga oyrini í maskinuna. Í hinum seks dystunum stóðu teir seg væl ella hampuliga væl. Bara tað, at vit ikki enda á aftasta plássi, er ein hálvur sigur fyri okkum. Tá hugsað verður um, hvussu fáar leikarar í unglingaaldri vit hava, má sigast, at hetta er eitt gott úrslit. Endaliga støðan í kappingini var henda: 1. Ísland 188 2. Noreg 1 172 3. Danmark 1 171 4. Noreg 2 161 5. Svøríki 1 138 6. Finland 121 7. Danmark 2 100 8. Føroyar 91 9. Svøríki 2 84 Úrslitini hjá tí føroyska liðnum vóru hesi: Føroyar - Ísland 08-22 Føroyar - Danmark 2 08-22 Føroyar - Noreg 2 02-25 Føroyar - Noreg 1 11-19 Føroyar - Finnland 17-13 Føroyar (yvirsitari) 18 Føroyar - Danmark 1 02-25 Føroyar - Svøríki 2 12-18 Føroyar - Svøríki 1 13-17 Vit skulu síggja, hvussu Magni og Arne meldaðu ein góðan stóraslemm í dystinum móti Noreg 1. E/NS J109532 J873 - 542 A6 K84 Q4 A5 AK5432 QJ96 AK3 QJ109 Q7 K10962 1087 876 V N E S Magni Arne - - 1 kl pass 1 rú pass 1 ut pass 2 rú pass 3 rú pass 3 hj pass 3 ut pass 4 sp pass 5 rú pass 7 rú pass pass pass 2 rú var XY-sans. Krav til útgang. 3 hj var Trelde. Spyr um hald og eftir essum. 3 ut vísti hald í hjartara og eitt ess. 4 sp var Beta Trelde, spurdi um hald í spaðara og eftir trumf-frúgv. 5 rú vísti hald í spaðara og trumf-frúgv. Við helvtina av teimum átta borðunum varð stórislemmur meldaður í hesum spælinum. Mótstøðumenninir hjá okkum meldaðu eisini hendan slemmin, so spælið endaði javnt har. Vit skulu eisini síggja eitt gott og heppið offurmeld frá dystinum móti Finnlandi. Eitt spennandi spæl, sum kundi farið báðar vegir. V/NS K3 K107 10765 QJ98 1085 QJ97642 852 96 QJ93 K A72 1053 A AQJ43 A842 K64 V N E S Gunnar Høgni pass pass 3 sp D 4 sp D pass pass pass Um mótspælið í góðari tíð spælir kleyvara, kunnu teir taka 7 stikk, og so kostar offurmeldið 800. Men Høgni fekk rútaran góðspældan og kundi kasta tveir kleyvarar til rú Q og J. Sostatt fingu finnar her bara 300 fyri hetta spælið. Soleiðis gekk meldið við hitt borðið: V N E S Arne Magni pass pass 3 sp 4 hj 4 sp 5 hj pass pass pass Magni valdi at melda 4 hj heldur enn at upplýsingardupla. Nú var eitt sindur lættari hjá Arna at melda 5 hj. Um Vestan finnur ein lítlan rútara í útspælinum, fer kontraktin niður. Men tað gjørdi hann ikki, og so kundi Magni taka trumf, avblokera sp A og síðan góðspæla kleyvaran. Mótspælið fekk fyri kl A og eitt stikk í rútara, og Føroyar 650 fyri spælið. Føroyingar í sterkari kapping Martin Brekká er ein av fýra føroyingum, sum í hesum døgum telva í sterkari kapping í Holbæk Vunnu á Finnlandi Føroyska landsliðið, sum júst hevur tikið lut í unglinga-NM C M Y K 22 Nr. 119 - 26. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Leiðari til havnadeildina Starvið sum leiðari til havnadeildina hjá stovnin- um verður við hesum lýst leyst av nýggjum. Havnadeildin hevur ábyrgdina av málum viðvíkj- andi havnum og lendingum, fysiskari planlegg- ing á sjónum, geofysiskum mátingum og øðrum. Arbeiðsuppgávur Havnadeildin tekur sær av málum viðvíkjandi havnum og lendingum og teim játtanum, sum latnar verða til hesi endamál, fysiskari planlegg- ing á sjónum, hald av ferjulegum, ið landið eigur á Gomlurætt og við Oyrargjógv,og ferjulemmun- um á teim kommunalu ferjulegunum o.a.,hald av anodum, samstarv við Farvandsvæsenet um av- merkingar, fysisk ráðlegging í sambandi við aling á sjónum og veiting av tænastum til kommunur í sambandi við at reka og halda havnir og lend- ingar. Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi og helst við royndum innan nøkur av omanfyri nevndu virkis- økjum. Umsøkjarin skal harumframt hava góð sam- starvsevnir. Eisini skal hann hava evni at ganga undan og kunna eggja og halda øðrum til. Umsøkjari við leiðsluroyndum hevur fyrimun, men er tað tó eingin treyt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verk- frøðingafelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum, møguligum ummælum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Landsverkfrøðingin Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 10. juli 2001. Brævbjálvin eigur at merkjast »Leið- ari til havnadeildina«. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Oyvindi Brimnes á tel. 31 13 33 (e-postur: oyvindur@lv.fo). Jørð í Sørvági Um hóskandi boð fæst,er ein gyllin,Norðurtriðing- ur norðari partur, til sølu. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 315371 ella 257478 Strandfaraskip Landsins søkja við hesum eftir lastbilamekanikara til bilverkstaðið at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávurnar hjá bilverkstaðnum Høvuðsuppgávan hjá bilverkstaðnum er at umvæla, samskipa og menna tekniska viðlíkahaldið av lastbilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði hjá fyritøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur eru: • Tryggja ein støðugan rakstur av koyriút- búnaðinum • Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir- og ætlanir • Gera ætlanir um størri viðlíkahaldsarbeiði • Hava dagligt eftirlit við koyriútbúnaðin- um, herundir samstarv við Bileftirlitið, verkstøð og aðrar myndugleikar. Strandfaraskip Landsins hava 15 lastbilar, 10 bussar,7 vørubilar,31 viðfestisvognar og annan útbúnað. Á bilverkstaðnum eru íalt 8 fólk. Starvið fevnir um Vanligt viðlíkahaldsarbeiði uppá lastbilar, bussar o.a. útbúnað. Førleikakrøv • Lastbilamekanikari ella tilsvarandi mek- aniska útbúgving • Stóra koyrikortið er ein fyrimunur • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafel- agið, og er starvið lønt í lønarflokki 3. Umsóknir Áhugaðir mekanikarar skulu senda umsókn til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 4. juli 2001, kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Heðin Mortensen, leið- ara á bilverkstaðnum tlf. 34 30 00 lokal 146, ella e-post: hem@ssl.fo Lastbilmekanikari til bilverkstaðið Starv Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi,og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, her- undir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Laborantur FFV-Vestara Bryggja søkir eftir einum laboranti, at byrja 1. juli 2001. Umsókn skal sendast til: FFV-Vestara Bryggja Postboks 218 FO-110 Tórshavn Att.: Rakul B. Joensen Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja á tlf. 355555. Dagrøktari søkist Søkt verður eftir avloysara til dagrøktarskipanina í Skála kommunu, fyri dagrøktarmammu í barns- burðarfarloyvi, at byrja 6. august. Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 13.7.2001. Nærri fæst at vita frá dagrøktarleiðaranum á tlf. 441770 ella 441863 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Afturlatið Í viku 30 og 31 er afturlatið í Toll- og Skattastýrin- um á Argjum. Tó ber til at ringja á tlf. 352605 ella at senda e- post til: tsasbol@tollskatt.fo Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Vágs skúli Søkt verður eftir lærarum til skúlaárið 2001/2002. • 2 størv fyri lærarar í farloyvi • 1 parttíðarstarv Størvini, sum eru tíðaravmarkað skúlaárið 2001/2002 verða sett sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar- flokkunum frá 18.1. til 27.4. Umsókir við avriti av prógvum og møguligum við- mælum skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi 03.07.2001. Vágs skúlanevnd v/ Mariannu Eystberg 900 Vágur 23