Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Nr. 64 - 3. apríl 2008 Í gamla kirkjugarði liggur tann bert 17 ára gamli Martin Christian Restorff. Hann átti fyrsta radio í Føroyum og fekk bann fyri at nýta tað! M. C. Restorff (úttalað M. C.) er eitt kent navn í Før­ oyum frá Hafnia, sum sang­ ari og sum útvarpsvertur. Men tað hevur verið minst ein annar, sum hevur verið kallaður á sama hátt. Hann var sonur Linu og Frants Restorff, sum stovn­ aði bakaríið av sama navni. Frants var sonur Andreas Willilam Restorff og abba­ sonur tann fyrsta Restorff í Føroyum, sum eisini æt Martin Christian Restorff. Hesin M. C. Restorff gjørdist ikki kendur. Hann fekk eitt stutt lív, gjørdist bert 17 ára gamal. Tó munnu nógv bera kenslu við hann. Hansara grøv er nevniliga tætt uppundir J. Patursonargøtu og sæst væl frá vegnum av. Men vit kunnu lýsa hann í hesi røð takkað verið ikki útgivnum endurminningum hjá beiggjanum Thorleif Restorff. Hann var pápi Frants Restorff, sála, kendur millum annað frá Grafia og gistingarhúsinum Skansin. Thorleif var bert 15 mán­ aðir yngri enn M.C. Tí høvdu teir serliga nógv saman. Thorleif letur sera væl at teirra barnaheimi, har tey føldu seg trygg. Foreldrini verða seinni umrødd í hesi røð. Beiggjarnir vóru sera ymiskir. M. C. var tann størri og álvarsami, meðan Thorleif var tann minni og meira sprelski. Thorleif umrøður M. C. við stórari virðing. Tað musikalska í ættini fornoktaði seg ikki. Undir ella beint eftir 1. heims­ bardaga var týski markurin einki verdur, og tí var bíligt at bíleggja úr Týsklandi. Tá bílegði M. C. eina grammo­ fon við nógvum klassiskum grammofonplátum sum t.d. Caruso, sum var væl um­ tóktur tá. M.C. dámdi væl at fara í biograf. Atgongumerki út­ vegaði hann við at sláa plakatir um komandi filmar upp í býnum. Lønin fyri hetta var ein biografbillet og ein plakat, sum varð hongd upp í kamarinum. Thorleif greiður eisini frá, tá teir báðir beiggjarnir fóru vestur til Bø at ferðast til ommuna og abban. Tá var M. C. so ringur í sjó­ verki, at hann í ramasta álv­ ara bað beiggjan blaka seg fyri borð. Men annars var tað eitt ævintýr hjá hesum havnardreingjum at koma til Bíggjar. Her fingu teir boðið størsta góðgæti, sum omman og abbin í Bø kundu bjóða teimum, nevni­ liga ein sukurmola. Men hetta løgdu teir ikki nógv í. Teir komu úr Havn, har familjan bæði hevði handil og bakarií. Her vóru teir vanir við at fáa bomm og alt annað gott. Fyrsta radio í Føroyum varð bannað M. C. var tann fyrsti sum hevði radio í Føroyum. Hetta var takkað verið Frit­ iof Wellejus, sum var dani, ið hevði radiohandil í Havn í mong ár. Hann kom higar í 1919 og útvegaði ravmagn til fyritøkur. Hansara fyrsti kundi var Frants Restorff, har el var gjørt úr damp­ framleiðsluni í bakarínum. Wellejus var komin at kenna M. C. og hevur fingið tokka til hansara. Hetta við radio byrjaði við einum sokallaðum krystalapparati, sum stigvíst varð umbygt til eitt radio við fimm lampum. Hetta var tó ikki uttan trupulleikar. Telegrafstjórin Finsen var eisini í ferð við at fáa sítt egna radiotól, og tað dámdi honum einki, at hann ikki gjørdist tann fyrsti. Hann klagaði til poli­ tiið um, at radio hjá M. C. órógvaði telegrafstøðini, og M. C. fekk forboð ímóti at brúka tað. Men Wellejus var ikki nakar dummur hundur. Hann læt gjøgnum amtmannin málið fara til Stóra Nordiska Telegraf­ felagið. Amtmaðurin skriv­ aði niður til avvarðandi ráðharrastovu og spurdi, um tað kundi vera forboðið at hava privat radiotól í Føroyum. Tað kom ein yvirverkfrøðingur frá Stóra Nordiska upp higar at kanna viðurskiftini. Wellejus gjørdi so hendan verkfrøð­ ingin varan við, at Finsen eisini hevði eitt radio, sum hann kravdi kannað sam­ stundis við tað hjá M C. Úrslitið gjørdist, at radio­ tólið hjá M.C. varð góðkent, meðan tað hjá Finsen varð kolldømt. Tá vóru nógv, sum gottaðu sær! William: En smuk og tiltalende dreng Tá ið M.C. var blivin so gamal, at hann kundi menna sín musikalsku evni, keyptu tey sær klaver. M.C. var sera íðin at læra at spæla. Hann lærdi seg hjá Peter Andersen, sum var systir­ sonur gamla Restorff, og sum hevur verið umrøddur í hesi røðini. M.C. verður konfirmer­ aður, og hann kemur nærum sjálvandi í bakaralæru hjá pápanum Frants, har pápabeiggin Johan er meistari. M. C. livdi ikki væl. Hann hevði ofta krím og fepur. Hann klagaði ikki og helt, at hetta var nakað, sum hoyrdi til bakarayrkið. Fyri ikki at virka erkvisin, segði hann ongantíð nakað. Men at enda gjørdist hann kortini so vánaligur, at hann fór í songina. Hann kom á sjúkrahúsið, har læknarnir hildu tað vera galið við livrini og góvu honum viðgerð fyri tað. Seinni vísti tað seg at vera lungnahindubruni, men tá var tað ov seint. Hann var sjúkur í eitt ár, og hevði tað ringt, áðrenn hann doyði. Hetta tóku foreldrini sera tungt sum rímiligt er. Tiðin heima var sera tung aftaná. Thorleif minnist foreldrini sita í tímavís kvøld eftir kvøld og biðja í stovuni. William Heinesen skrivar um systkinabarnið, at hann var “en smuk og tiltalende dreng.” M.C. gjørdist bert 17 ára gamal. Eri fegin um at kunna varðveita minnið um hann á hendan hátt. Fyrsta radio í Føroyum varð bannað ÓLI JACOBSEN olij@sosialurin.fo Næstu ferð: Í komandi parti verður greitt frá prestinum Wesenberg á Viðareiði. Hann doyði í 1870, men líkið slapp ikki av landinum at verða grivið. MARTIN CHRISTIAN RESTORFF F. 8. AUGUST 1907 D. 31. MAI 1925 Martin Christian Restorff sum smádrongur Tórleif Heine Restorff, beiggi M. C. er høvuðskelda til hesa frásøgn Lina og Frants Restorff, saman við børnunum Martin, tv. og systrini Sofie Helene M. C. Restorff: