hósdagur 3. apríl 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Seinastu tvær
fjórðingsfinalurnar
í Champions League
vórðu spældar í
gjárkvøldið, og sigast
má, at London liðini
fingu laka úrtøku
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Seinastu tveir dystirnar
vórðu
spældir
í
fjórð
ingsfinalunum í Champions
League í gjárkvøldið, og
talan var um dystir í
Istanbul, har Fenerbahce
tók móti Chelsea, og í
London, har Arsenal tók
móti Liverpool. Í dystinum
í Turkalandi var tað sum
um tað vóru tveir dystir, so
mikið
nógv
broyttist
dysturin,
eftir
javnandi
málið til heimaliðið.
Favoritturin tapti
Undan
kappingarárinum
var Chelsea eitt av teimum
liðum, ið av mongum vóru
kosnir til favorittar til at
vinna ársins Champions
League
kapping.
Hetta
serliga orsakað av sterka
leikarahópi teirra.
Chelsea fekk eisini ta
betru byrjanina, tá Florent
Malouda varð sendur fram
eftir vinstra borði. Inn
leggið,
ið
hann
sendi
innfyri, royndi brasilski
áloyparin Deivid at beina
burtur av vandaleið, men
onkursvegna reyk bólturin
av fóti hansara, og í egið
mál. Nú sá av álvara dapurt
út hjá heimaliðnum, ið vóru
10 aftanfyri á heimavølli,
móti
stjørnusprongda
Chelsea liðnum, eftir bert
13 minuttir.
Fenerbahce
hevði
so
neyðuga hepnið, at halda
tørn afturi í verjustøðu, og
megnaðu væl at halda
Chelsea og Didier Drogba
frá fatinum, hóast tað í fleiri
støðum var um reppið, at 2
0 málið, og harvið avgerðin,
kom.
Brasilski venjarin Zico,
ið kom til Fenerbahce í
2006 valdi at satsa um
miðjan næsta hálvleik, tá
hann tók miðvallara út, og
setti áloypara inn. Álops
kent, sum einans brasiliu
menn meistra. Okkurt man
Zico hava lært turkisku
leikarar sínar, tí eftir 64
minuttir,
eydnaðist
tað
Colin KazimRichards at
javna, eftir at miðverjarnar
hjá Chelsea høvdu snork
sovið og staðið á hælinum.
Colin smeyg sær inn um
verjuna og høgdi framvið
einum
hjálparsleysum
Carlo Cudicini í málinum.
Eftir hetta, var tað sum um
at
Fenerbahce
veruliga
vaknaði.
Málroyndirnar
øktust, so hvørt sum álopini
skolaðu
móti
Chelsea
verjuni, og tað skuldi eisini
vísa seg at geva úrslit. Tá
nýggju minuttir írestaðu,
fekk Deivid bóltin, á leið
30 metrar úti, og standandi
púra stillur, knústi hann
bóltin í trýkantin. Eitt fram
úrskarandi vakurt mál, ið
avgjørt er vert at síggja
aftur. Chelsea eru tó enn at
metast sum favorittar, men
ikki uttan ein skelk á leiðini,
frá turkunum, ið eri fullir
av dirvi og áræði.
Javnt í London
Liverpool var í gjárkvøldið
á vitjan á Emirates leik
vøllinum, og har fingu teir
eitt gott útgangsstøði til
returdystin á Anfield, kom
andi týsdag.
Arsenal
byrjaðu
væl
betur, og eftir 23 minuttir
slappe in ótarnaður Emm
anuel Adebayor, at seta
høvdið á eitt hornaspark, ið
var skotið væl inn fyri.
Leiðslan hjá »The Gunners«
var tó stokkut, tí bert
trýggjar
minuttir
seinni
blakaði Dirk Kuyt seg inn
móti einum innleggi frá
altíð imponerandi Steven
Gerrard. Hetta málið skuldi
eisini vísa seg at gerast
seinasta málið í dystinum,
og hevur Liverpool tískil
tey betru kortini á hondini,
undan
næsta
dystinum
millum liðini. Nú leygar
dagin skal Liverpool annars
aftur til Emirates leikvøllin
at spæla dyst. Tá er tað
dystur í Premier League, ið
er á skránni. Hetta er talan
um ein heilt ørðvísi dyst,
hóast liðini eru tey somu,
sum í gjárkvøldið.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
London fekk laka úrtøku
Úrslitini í gjárkvøldið:
Fenerbahce-Chelsea 2-1 (0-1)
0-1: Deivid, 13. (s.m.)
1-1: Colin Kazim-Richards, 64.
2-1: Deivid, 81.
Arsenal-Liverpool 1-1 (1-1)
1-0: Emmanuel Adebayor, 23.
1-1: Dirk Kuyt, 26.
Brasiliumaðurin, Deivid, var fyrst so óheppin, at hann longu
eftir 13 minuttum bendi bóltinum í egið mál, men nýggju
minuttir fyri leiklok, gjørdi hann bart og hamraði bóltin í
trýkantin frá 30 metra fjarstøðu. Serstakliga vakurt mál, ið heilt
avgjørt er vert at fara at leita eftir á netinum