hósdagur 3. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 64 - 3. apríl 2008 ]
Við einum reinum
hat-trick varð
Rasmus Nielsen
dagsins maður, tá
hann og B71 sendu
AB úr kappingini um
Løgmanssteypið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann væl vera, at
brasilski Clayton Soares er
størsta álopsessið hjá B71.
Men í gjár var tað Rasmus
Nielsen úr Skopun, sum tók
yvirskriftirnar.
Sum
skilst,
so
var
dysturin
langt
ífrá
av
teimum best spældu, og alt
bendi eisini á ein málleysan
fyrra hálvleik, tá Rasmus
fyrstu ferðina tók sakina í
egnar hendur. Hann trekti
inn eftir vøllinum, og við
einum fløtum skoti sendi
hann bóltin í kassan til
hálvleiksleiðsluna.
Og so var Rasmus annars
av álvara tendraður til
seinna hálvleik. AB royndi
tó at hanga í, men 12
minuttir fyri leiklok var
skopuningurin aftur upp á
spæl. Símin Hansen sendi
Rasmus
avstað,
áðrenn
hesin úr spískum økti til 2-
0, og løtu seinni var lyfti
Gudmund Nielsen upp um
verjuna, og so var Rasmus
aftur fyrstur á.
AB hevði undan triðja
málinum hjá Rasmusi sín
besta møguleika, men tað
gjørdist stólpin og út heldur
enn inn. Og tá Clayton
Soares stutt fyri dystarlok
setti sítt merki á dystin, var
tað bert ein staðfesting av
einum sigri, ið helst var
nakað nógv greiðari, enn
Argjamenn
hildu
vera
rættvíst.
B71-AB 4-0 (1-0)
1-0: Rasmus Nielsen, 45
2-0: Rasmus Nielsen, 72
3-0: Rasmus Nielsen, 78
4-0: Clayton Soares, 88
Brotsspørk skuldu
til, áðrenn B36
kundi vissað sær
víðari atgongd í
steypakappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tók sína tíð hjá B36 at
koppa
undirtippaðu
07
Vestur, tá liðini í gjár
spældu fjórðingsfinalu í
kappingini
um
løgmanssteypið.
Hóast ein deild er á muni
millum liðini, so høvdu
vágamenninir avgjørt sítt
orð at siga í dystinum, ið
gjørdist eins tættur, sum
steypadystir kunnu verða.
Sum fyrri hálvleikur leið,
høvdu gestirnir hvassastu
royndirnar,
men
Karoly
Potemkin megnaði ikki at
seta bóltin í meskarnar,
hóast hann tvær ferðirnar
var
leysur
við
málverjanum.
Ingi Højsted fekk tó sett
hol á stutt eftir steðgin, tá
hann varð sendir avstað,
men tá sami Ingi Højsted
noyddist
skaddur
av
vøllinum lítla løtu seinni,
merktist hetta væl hjá B36.
Og tað dugdu vertirnir at
gera sær dælt av. Eftir lítlari
løtu
hevði
Jens
Erik
Rasmussen snarað øllum á
høvdinum, tá hann við
tveimum málum hevði lagt
07 Vestur framum, og so
stóð brádliga heilt nógv á
hjá gestunum.
Tað
eydnaðist
tó
Potemkin at javna, soleiðis
at longd spælitíð skuldi til,
og tá eingin avgerð fall í
hesum, gjørdist neyðugt við
brotsspørkum. Og her vístu
gestirnir
seg
sum
teir
stinnastu, tá teir skoraðu
upp á øll síni brotsspørk,
meðan gestirnir misnýttu
eina
av
sínum
fimm
royndum.
07 Vestur-B36 2-2 (0-0)
6-7 eftir longda spælitíð og
brotsspørk
0-1: Ingi Højsted
1-1: Jens Erik Rasmussen
2-1: Jens Erik Rasmussen
2-2: Karoly Potemkin
Nýggjur umboðsmaður
Fríggjadagin stóð Hans Jacob á Líknargøtu royndina sum spælaraum-
boðsmaður innan fótbólt. Hetta er roynd, sum verður skipað eftir FIFA-
leisti tvær ferðir um árið, og er Hans Jacob triði føroyingurin, sum hevur
staðið royndina. Hinir báðir eru Jákup í Stórustovu og Ólavur Waag
Høgnesen. Hans Jacob hevur tó ikki loyvi at virka sum leikaraumboðs-
maður enn. Hann skal fyrst tekna eina ábyrgdartrygging í einum góð-
kendum tryggingarfelagi. Síðani skal umboðsmannayvirlýsingin undir-
skrivast og sendast FSF. Tá ið FSF hevur fingið tryggingarskjalið og
treytirnar, og umboðsmannayvirlýsingin er undirskrivað, útskrivar FSF
loyvisbræv sum spælaraumboðsmaður.
B71 fekk ikki viðhald
Mest umrøddi leikarin í Formuladeildini í ár, Magnus Olsen,
hevur nú fingið greiðu á, hvar hann sleppur at spæla komandi
ár. B71 og B36 hava leingi togast um spælaran, og fyri stuttari
tíð síðan kom FSF til ta niðurstøðu, at Magnus Olsen kundi
skifta til B36. Hetta gekk B71 ikki við til, og hóast tað stóð í
niðurstøðuni, at teir ikki høvdu loyv at kæra víðari, valdu teir at
kæra víðari til Yvirkærunevndina vísandi til §12, har í ávísum
førum er loyvi at kæra til Yvirkærunevndina. FSF boðaði í gjár
frá, at hetta málið ikki hoyrir undir §12, og at Yvirkærunevndin
ikki hevur heimild at viðgerða kæruna frá B71.
B71-AB 4-0 (1-0):
Rasmus stygdi frensarnar
Sandoyingar eru nú í hálvfinaluni í kappingini
um Løgmanssteypið. AB megnaði ikki at standa
seg móti hart arbeiðandi heimaliðnum, tá teir
vitjaðu á Sandoynni
07 Vestur-B36 2-2 (0-0) 6-7 eftir brotsspørk:
Vestur hevði Formula á knøunum