hósdagur 3. apríl 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 64 - 3. apríl 2008 ]
Gamli klassikarin í
føroyskum fótbólti
var, tá TB og HB
møttust, og mangan
hava áskoðararnar
fingið fult virði fyri
pengarnar, tá hesi
sigursvandu lið
hava tørnað saman
gjøgnum árini
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tað var ikki nógv, TB kundi
gera við HB, í steypakapp
ingardysti teirra í gjár
kvøldið. HB byrjaði tó ikki
so skjótt, sum man kanska
kundi vænta. TB stóð væl
skipað, heldur aftarliga á
vøllinum, og tað kravdist
tolni til, skuldi HB koma
gjøgnum TB múrin, væl
stýrdur
av
fyrrverandi
landsliðskempuni
Óla
Johannesen.
Tolni var lyklaorðið
hjá HB
Júst tolni tóktist at vera
lyklaorðið hjá HB í gjár, og
eftir 21 minuttir bragdaði
umsíður, tá ein sera væl
upplagdur Christian Høgni
Jacobsen vann sær tveir
metrar frá markørinum, og
fekk skumpað bóltin undir
málverjanum,
ið
kom
fúkandi út. Avleveringin
kom frá langt afturi á
vøllinum, og datt niður
aftanfyri TB verjuna, har
Christian
Høgni
hevði
plasera seg.
Tá 36 minuttir vóru
spældir, var sami Christian
Høgni aftur á blettinum, tá
hann vann ein bólt, eftir at
hann tíðuliga hevði skump
að TBverjuleikaran Pætur
Holm vekk frá sær. Hvussu
er og ikki, tagdi floytan hjá
Jens Peturi Brattalíð, og
Christian Høgni helt kósini
móti málinum, við útfordr
andi manér og stórum
skjótleika. Komin ájavnt
brotsteigarmarkið,
sendir
hann eitt vakurt følt skot í
einum bleytum boga, a la
Thierry
Henry,
framvið
málverjanum, og inn við
handastu stong, til støðuna
20,
ið
eisini
gjørdist
hálvleiksstøðan.
Javnari seinni
hálvleikur
Í næsta hálvleiki kom TB
betur við, og serliga Dan
Mortensen og Jóhan Eivind
Mouritsen stóðu seg avbera
væl. Tó var tað, eins og í
fyrsta hálvleiki, HB, ið
byrjaði betur. Fyrst skoraði
Andrew av Fløtum við
brotssparki í 57. minutti, og
so kom Henrik Rubeksen
inn fyri Christian Høgna.
Henrik gjørdi bart, stutta
løtu seinni, tá hesin í 71.
minutti, slapp at standa
leysur í TB brotsteiginum,
og hevði alla tíð í heiminum,
at seta pannuna á, til 40.
TB fekk so brotsspark í 82.
minutti, ið Jóhan Eivind
Mouritsen tók sær trygt av.
Í 87. minutti var tað so aftur
Henrik Rubeksen, ið var
uppá spæl, tá hann skoraði
dagsins seinasta mál, og
staðfesti
harvið
góðu
byrjanina hjá HB, og sendir
eitt ávaringarskot til hini
liðini, um at HB er ein
styrki í ár.
HB-TB 5-1 (2-0)
10: Christian Høgni
Jacobsen, 21.
20: Christian Høgni
Jacobsen, 36.
30: Andrew av Fløtum,
57. (br.)
40: Henrik Rubeksen, 71.
41: Jóhan Eivind
Mouritsen, 82. (br.)
51: Henrik Rubeksen, 87.
HB-TB 5-1 (2-0)
Gamli klassikarin í Gundadali
Heldur ikki hesa
ferð eydnaðist
klaksvíkingum at
fáa mál í Streymnesi,
har heimaliðið aftur
megnaði stóra úrtøku
EB/STREYMUR-KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Steypavinnararnir í EB/
Streymi hava framvegis
møguleika at endurvinna
kappingina um Løgmans
steypið. Talan verður kortini
ikki um sama steypið, tí tað
hevur B36 jú vunnið til
ognar.
Í gjárkvøldið vann EB/
Streymur 20 á KÍ. EB/
Streymur tykist vera í góð
ari javnvág. Teir nýta somu
uppstilling, og teir eru
framúr effektivir framman
fyri mótstøðumálinum. KÍ
legði sera varðið fyri, teir
drógu ferðina niður, og í 1.
Hálvleiki høvdu teir púrt
einki at bjóða uppá fram
eftir vøllinum. Eftir steðgin
vóru klaksvíkingar meiri
ágrýtnir og framrættaðir.
Nógvir av áskoðarunum
úr Klaksvík vóru ikki
komnir framat vøllinum, tá
ið støðan longu var 10.
Hans
Pauli
Samuelsen
sendi innfyri eitt sindur úr
høgru, og Leif Niclasen var
leysur við handara stólpan.
Sigurin varð staðfestur, tá
ið tað restaðu fýra minuttir.
Tá hevði EB/Streymur í
góða løtu verið undir
mannað. Dómarin, Ransin
Djurhuus, vísti miðvallara
num, Bárði Olsen, reyða
kortið, eftir at hesin hevði
roynt
at
steðga
Leon
Bjartalíð, sum hesa ferð var
á høgra vongverja hjá KÍ.
20 málið skoraði Hans
Pauli
Samuelsen
eftir
snarálop.
Klaksvíkingar
mistu á veg í álop, og Hans
Pauli var tryggur, tá ið hann
kom ímóti landsliðsmál
verjanum. Harvið var tað
greitt, at EB/Streymur verð
ur partur av hálvfinaluni
soleiðis, sum tað framm
anundan varð roknað við.
KÍ hevur innan tríggjar
dagar spælt tvær ferðir 90
minuttir í Sreymnesi uttan,
at tað hevur eydnast at fáa
bóltin inn um stinna René
Tórgarð
í
EB/Streyma
málinum. At skjóta mál er
tískil stórur trupulleiki hjá
klaksvíkingum. Egil á Bø,
Marni Djurhuus og hinir í
heimaverjuni eru stinnir, og
teir duga væl at lesa spælið,
men KÍ hevur spælt seg til
møguleikar, sum ivaleyst
kundu havt borið mál við
sær, um atteir høvdu havt
álopsvápnini,
sum
EB/
Streymur eigur.
Gongdin higartil hevur
víst, at KÍ eigur ikki
sovorðin tung vápn. Hesa
ferð var Heðin á Lakjuni
fremstur, og Rodrigo, sum
er keyptur til Klaksvíkar at
gera mál, var aftanfyri. Teir
høvdu báðir onkran møgu
leika,
uttan
at
tað
eydnaðist.
Sum 2. hálvleikur leið
spenti
Eyðun
Klakstein
álopsbogan. Ovi Nysted
varð fluttur úr miðverjuni
og fram í álopið, og so vóru
Leon Bjartalíð og Símun
Joensen, sum hesa ferð
røktu
vongverjarnar,
í
verjuni saman við Milic
Curcic, ið tykist vera góður
stýrimaður.
Tað
stóust
spentar støður í heima
brotsteiginum, men KÍ kom
ikki nærri enn nær við og
næstan. Spenningurin var
kortini stórur, um tað skuldi
eydnast KÍ at stríða seg til
longda leiktíð. Málið hjá
Hans Paula Samuelsen var
mønustingurin, sum bar
stóra heimafagnað og enn
eitt vónbrot fyri klaksvík
ingar við sær.
KÍ leitar eftir málinum
Christian Høgni
Jacobsen var í góðum
lag í gjárkvøldið, tá
hann skoraði tvey mál.
Avloysari hansara Henrik
Rubeksen fekk somuleiðis
tvey mál. so væl er statt í
álopspartinum hjá HB
Fýra daga leikbann
David Jarolim varð róptur »skitni kekki« og tók fast um testiklarnar á Bielefeld
leikaranum Markus Schuler. Kekkiski David Jarolim, hjá Hamburger SV hevur
fingið fýra daga leikbann, umframt eina bót, áljóðandi 10.000 euro, fyri svínskan
atburð um vikuskifti, tá Bielefeld og Hamburger SV møttust í Bundesliguni. Kekk
in kom at skeldast við Markus Schuler og Rudiger Kauf hjá Bielefeld, og hann tók
undir Schuler. Hann fekk sjálvandi beinleiðis reytt kort fyri tilburðin. David Jarolim
hevur accepterað dómin, og sigur at hann varð provokeraður til tað av teimum
báðum Bielefeld leikarunum. – Teir kallaðu meg ein skitnan kekka, og eg flippaði
út. Kekkin verður saknaður í uppstillingini hjá Hamburger SV, ið kempa um plássið
í bestu deildini.