Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 tíðindi Nr. 64 - 3. apríl 2008 15 vegir fingið navn Skopun: Landsadressuskráin, sum Umhvørvisstovan umsitur, hevur nú góðkent veganøvn og húsanummur í Skopun, og sum bygdarráðið sjálvt hevur staðið fyri. Tey hava yvirhøvur brúkt nøvnini, ið hava verið, skrivar heimasíðan hjá Umhvørvisstovuni. Nú búgva eini 510 fólk í Skopun. Áðrenn kreppuna búðu 620 fólk her, men við kreppuni fór fólkatalið niður móti 400. Vøggustovan reist um 14 dagar Sandavágur: Týsdagin varð betongdekkið lagt á grundina til nýggju vøggustovuni í Sandavági, skrivar Vágaportalurin. Tað er Sandavágs Timburhandil, sum hevur leverað betongdekkið, ið er gjørt í Danmark. Johnfinn á Plógv, byggimeistari, sigur við heimasíðuna hjá Sandavágs kommunu, at um einar 14 dagar verður bygningurin reistur. Í næstum fer Sunda kommuna undir eitt átak, soleiðis at borgararnir ikki longur verða plágaðir av leysgangandi djór­ um so sum hundum, gásum og øðrum djórum Trivnaður Snorri Brend Sundalagið: Umstøðurnar hjá leysgangandi djórum verða nú munandi skerdar í Sunda kommunu. Hetta hendir eftir at fólk í kommununi í fleiri førum vent sær til kommununa og kært seg um hetta sama, tí tey hava trupulleikar við leysgangandi hundum, gásum og øðrum djórum. Kommunan hevur tí tikið støðu til at fara í hernað ímóti leysgangandi hundun­ um, og hava gjørt eina avtalu við fútan um upptøku av slíkum djórum, eins vanligt er í øðrum kommunum. ­ Komið er nú somikið ávegis við hesum ætlanum, at ein loysn kann væntast nú í vár, verður sagt úr Sunda kommunu. Avhenda ella avlíva Kommunan hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu um eitt ansingarstað, har djórini verða tikin í varðveitslu, og har aktingarfólk tekur sær av teimum. Mannagongdin verður ann­ ars hon, at borgarar kunnu boða løgregluni frá leysgang­ andi djórum, tá tey eru til ampa. Løgreglan gevur síð­ ani boðini víðari til aktingar­ mannin, ið fer á staðið og tekur djórini í varðveitslu. Eftir hetta vendir løgregl­ an sær til ánaran, um djór hava fyrisett spjaldur. Um ánarin ikki innan trý samdøgur hevur heintað djórið og goldið tey gjøld, ið standast av upptøkuni, verður djórið avhendað ella avlívað. Tá talan er um djór, ið ikki hava nakað frámerki, lýsir løgreglan eftir ánaran­ um. Eisini í slíkum førum kann løgreglan avhenda ella avlíva djórið, um eigarin ikki hevur loyst tað móti at rinda gjøldini, sum eru knýtt at upptøkuni. Sagt verður, at nærri verð­ ur kunnað um gjøld, varð­ veitslustað, avheinting og annað, so skjótt sum skipan­ in er sett í verk. Hundalív í Sunda kommunu Eftir at hava verið nógv seinkaðir bæði av veðri og vindskaða, varð nýggi parturin av skúlanum á Fossá­ nesi reistur týsdagin Skúli Snorri Brend Fossánes: ­ Teir hava verið nógv seinkaðir í arbeiðinum, men nú kemur av álvara gongd á aftur, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Fyri meiri enn 20 árum síðani varð tann nýggi skúl­ in bygdur á Fossánesi, men nú trongdi hann til víðkan og nútíðargerð. Hetta arbeiðið hevur stað­ ið uppá eina tíð, men ein sannroynd hevur verið, at tað hevur viðrað sera illa til slíkt arbeiði henda seinasta veturin. Nógvir arbeiðsdag­ ar eru tí farnir fyri skeyti. Nógvur vindur og ólaga­ ligt veður hava seinkað teimum munandi, og tað gjørdi ikki støðuna betri at sunnasti veggurin í útbygg­ ingini datt niður í einum ódnarveðri herfyri. Eftir at skaðin varð sýnað­ ur, fóru teir undir aftur arbeiðið at gera útbygging­ ina av skúlanum lidna. Enn er kortini óvist um, nær børn­ ini í kommununi sleppa í henda nýggja partin. ­ Eg kann í øllum førum siga, at á jólum er arbeiðið komið rættiliga langt. Eg vænti í øllum førum at tað verður liðugt, tá skúlarnir byrja aftur í 2009 – helst áðrenn, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu við Sosialin. Skúlin á Fossánesi varð bygdur í 1985. Her ganga øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhalds­ deildini verða koyrd til skúlarnar í Klaksvík. Fokus á um- sorgan fyri børn Klaksvík: Fríggjadagin og leygardagin í hesi vik­ uni verða evnisdagar fyri teimum, sum starvast við børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu. Evnisdagarnir verða skipaðir við fyrilestrum og kjaki, veit heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu at siga. Tað er danski sálarfrøð­ ingurin Inger Thormann saman við sosialu deild hjá Klaksvíkar Komm­ unu, sum skipa fyri evnis­ døgunum. Fríggjadagin verður dag­ urin hildin í skúlanum við Ósánna og er fyri tey, sum starvast í skúlunum, frítíð­ arskúlanum og Húsinum. Evnið er “Umsorgan í mun til skúlabørn”. Leygardagin verður dagurin hildin í KFUM & K kl. 8.30 fyri starvsfólk­ unum innan dagstovnaøk­ ið, dagrøktarum og Barna­ tænastuni. Evnið er “Børn og umsorgan”. sb. Nógvir arbeiðsdagar farnir fyri skeyti Týsdagin varð nýggi parturin av skúlanum á Fossánesi reistur. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um eitt ár ella so Mynd: www.skulin.fo/fos Skil skal fáast á leysgangandi djórum í Sundalagnum