hósdagur 3. apríl 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 64 - 3. apríl 2008
lýsingar
Fimleikaframsýningarnar hjá
Havnar Fimleikafelag
verða í ítróttarhøllini á Hálsi hesar dagar:
Leygardagin 5. apríl kl. 13.00 børn 1½-6 ár
Leygardagin 5. apríl kl. 16.00 børn og ung, 1. fl.-5. fl.
Mánadagin 7. apríl kl. 19.00 ung og vaksin, 6. fl. og eldri
Havnar Fimleikafelag
F R Á M I Ð V Á G S
A R B E I Ð A R A F E L A G
Aðalfundur verður 19. apríl 2008
Nevndin
Í Sernámsdeplinum er eitt starv sum
talilærari leyst til setan skjótast til ber.
Uppgávur
Fyribils er høvuðsuppgávan endurvenjing av heila-
skaddum vaksnum við talubreki. Í samstarvi við
Landssjúkrahúsið fer støðukanningin og fyrsta
viðgerðin fram á sjúkrahúsinum. Tá sjúklingurin
verður útskrivaður, ger talilærarin tilmælandi
frágreiðing og vegleiðir avvarðandi eftir tørvi.
Eftir umstøðunum kann talilærarin eisini geva
ambulanta viðgerð og í samráð við onnur í
samskiftisdeildini í Sernámsdeplinum vegleiða í
endurvenjingararbeiði úti um landið.
Talilærarin er ein av tvørfakliga toyminum í Ser-
námsdeplinum og má vera sinnaður til at átaka
sær aðrar sernámsfrøðiligar uppgávur eftir um-
støðunum, eins og hann er tilvitaður um setningin
hjá Sernámsdeplinum, ið er at menna sernáms-
frøðiliga virksemið og tænastustøðið í øllum
landinum.
Førleikakrav
Útbúgvin talilærari, audiologopedur, pedagogur
ella lærari við serlæraraútbúgving ella á annan
hátt útbúgvin/ eftirútbúgvin umsøkjari við
royndum at arbeiða við taluvenjing/ -viðgerð.
Løn
Eftir sáttmála við avvarðandi Fakfelag.
Umsókn við avriti av próvskjølum og møguligum
viðmælum eigur at vera Sernámsdeplinum í hendi
tann 18. apríl 2008.
Meira fæst at vita við at venda sær til Egon
Hansen, tali – hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl,
stjóra.
Sernámsdepilin
Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir
Tlf. 314522 – Fax 310196
E – postur: sernamsdepilin@snd.fo
Talilærari
S E R N Á M S D E P I L I N
Dagrøktin í
Tvøroyrar kommunu
Søkt verður eftir dagrøktara til ansing av børnum
í Hvalba í ½ tíð seinnapart
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góðar umstøður, at hava børn,
bæði inni og uttanfyri..
• At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða
sjálvstøðugt.
• At tú vísir viðring fyri børnunum,foreldrum og
starvsfeløgum.
• At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
• At tú ert tolin og vísir umsorgan.
• At tú hevur hegni og áhuga í at menna
børnini.
• At tú dugir at sýggja møguleikar í staðin fyri
forðingar.
• At tú hevur roykfrítt og viðkvæmisvinarligt
heim.
Í dagrøktarskipanini í Hvalba starvast 6 dag-
røktarar og ein leiðari.
Talið av børnum í dagrøktini eru 27 børn
Ein dag um vikuna eru dagrøktarnir saman við
børnunum í spælistovuni.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 – 17.15
Vit kunnu bjóða tær starv í góðum og tryggum
arbeiðsumstøðum, við góðum og álítandi sam-
starvsfeløgum
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Før-
oya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
dagrøktarleiðaran í Tvøroyrar kommunu á tlf.
211339 og tosa við dagrøktarleiðaran Súsannu
Poulsen
Umsóknarfreist: 17 apríl 2008, kl.16.00
Vinarliga send umsókn tygara til
Tvøroyrar kommunu
Dagrøktarskipanin
800 Tvøroyri
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Skráseting Føroya
FELAGSSKRÁSETING
Boks 264 · FO-110 Tórshavn · Tlf.: 35 60 10
Faks: 35 60 15 · T-postur: skr@skraseting.fo
Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 5137
Navn: Sp/f Brekkan
Adressa: Mouritsargøta 15, 188 Hoyvík
Kommuna: Tórshavnar
Stovningardato: 10-03-2008
Viðtøkudato: 10-03-2008
Stovnarar: Eyðun Augustinussen, Mouritsarvegur
15, 188 Hoyvík
Stjórn: Eyðun Augustinussen, Mouritsarvegur 15,
188 Hoyvík, (stjóri)
Grannskoðari: Óli Regin Hansen skrásettur,
grannskoðari, Tróndargøta 39, 110 Tórshavn
Partapeningur: kr. 125.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr. 125.000,00 í øðrum
virðum til kurs 100.
Tekningarreglur: Felagið verður bundið við
undirskrift av stjóranum.
Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk,
handil, ídnað, keyp-, sølu og útleigan av fastogn og
annað starv í hesum sambandi.
Roknskaparár: 01.01 - 31.12
Fyrsta roknskaparár: 10.03.2008 - 31.12.2008
Skráseting Føroya tann 03. apríl 2008
Kristin Balle