hósdagur 3. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 3. apríl 2008
19
tíðindi
stuðlar TransAtlantic Climate Conference 2008
Gilli Trond hevur sett fimm
punktir upp, sum greiða frá um
fyrimunin við at brúka tara sum
bio-brennievni:
1. Tari er ein fototropur. Tað vil siga, at hann inngongur í
natúrligu ringrásina í mun til Co2 inntøku og útlát.
Hetta er eisini fortreytin fyri at rópa hetta slagið av
orkukeldu fyri bio-framleiðslu ella burðardygga
framleiðslu.
2. Tari veksur millum fimm og tíggju ferðir skjótari enn
tilsvarandi landplantur. Sostatt er talan um nógv størri
framleiðslu.
3. Umleið 50 prosent av turrevninum í tara er sukurevni.
Tí er tað so ómetaliga vælegnað til
ethalnolframleiðslu.
4. Tari er ikki ein høvuðsføðikelda. Tí koma vit ikki í
etiskar trupulleikar við at nýta matvørur til orku. Eitt
sum umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt. Í løtuni
verður mais og sukurrør brúkt til ethanol.
5. Talen er um havframleiðslu, og tí eru vit ikki í
kapping um jørðina, bústaðir, landbúnað og fríøki.
6. Tari fær føðsluevnini frá havstreymi, so framleiðslan
hevur ikki tørv á taðing, hvørki natúliga ella kunsttøð.
Hetta kann gerast eitt
oljuævintýr fyri landið, bara ikki
við undirgrundini