hósdagur 3. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 64 - 3. apríl 2008
tíðindi
Umhvørvi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
mynd: Jens Kristian Vang
Um fá ár fer brúkarin, og
ikki minst, náttúran, at
krevja burðardyggar orku
keldur. Føroyski Gilli Trónd
hevur í nógv ár gingið og
spekulerað uppá, hvussu vit
kunnu umskapa tara til
orku. Tí eitt er givið, kann
okkara risastóra havøkið
nýtast sum landbúnaðarjørð,
er nógv vunnið. Og tað er
júst hetta, sum er ætlanin.
Gilli Trónd, sum er stjóri í
felagnum Ocean Rainforest,
og samstarvsfelagar hansara
eru nú komin somikið áleið
is við einari verkætlan, at
til ber at siga, at framtíðar
orkukelda millum annað
verður ald í føroysku vatn
skorpuni. Ætlanin er nevni
liga at ala brúnan tara, sum
kann útflytast til mongu
ethanolvirkini í Europa.
Ethanol, ella alkohol, sum
er púra óskaðiligt, tá tað
verður nýtt sum brennievni
í staðin fyri bensin. Hetta er
umhvørvisvinarligt
evni,
vunnið burturúr plantum,
við einum høgum innihaldi
av sukri. Prísurin á heims
marknaðinum er longu nú
sera
góður,
og
eftir
spurningurin stórur. Ein
eftirspurningur sum bara
veksur í takt við hvørt stig
heimurin hitnar. Til dømis
var eftirspurningurin eftir
ethanol 30 mia. litrar í
2006.
Ikki matvøra
Longu nú koyra bilar við
alternativari orku, sum ikki
dálkar umhvørvið. Millum
annað er vanligt at blanda
ethanol uppí bensin, og
skjótt fara bilar at koyra við
reinum ethanol.
Ein stórur trupulleiki hev
ur tó verið tengdur at fram
leiðsluni av ethanol, tí hon
krevur stórar nøgdir av land
búnaðarvørum,
so
sum
mais
og
sukurplantur.
Amerikanskir bøndur hava
longu nú lagt stórar partar
av
matvøruframleiðsluni
um, so maisið verður um
gjørt til ethanol, við stórum
vinningi sjálvandi. Hetta
hevur so aftur havt við sær,
at prísurin á matvørum er
hækkaður nógv kring allan
heim, tí matvørugoyslurnar
eru um tømast.
Føroyar vælegnaðar
Tari, sum verður aldur á
opnum havi, hevur fleiri
fyrimunir við sær. Hann
brúkar ikki dýrabara land
búnaðarjørð, krevur onga
røkt og dálkar ikki umhvørv
ið, sigur Gilli Trónd. Og
hann greiðir frá, at tari hev
ur størri vøkstur enn træ og
nógv sukurevni. Hann skal
ikki taðast, hvørvi við natúr
ligum tøði ella kunsttøði,
og so hava vit eitt risastórt
øki at framleiða á.
Spurdur, hví teir hava valt
Føroyar, sigur Gilli Trónd,
at føroyska landøkið er
1400 km2 (sum Lolland) og
sjóøki er 274.000 km2 (sum
helvtin av Fraklandi).
Tí kann havið gerast
okkara bóndagarður, sigur
hann myndaliga.
Vit hava stórt havøki.
Nakrir havstreymar, sum
ger, at brúnur tari veksur
væl, og so hava vit longu
drúgvar royndir við at seta
tól og gørn út á havið. Reið
skapurin, sum vit skulu
brúka, so sum akker, línur
og flot, kunnu vit fáa frá før
oyskum fyritøkum, greiðir
hann frá.
Fleiri vørur
Gilli Trónd vísir eisini á, at
aldur reyður tari kann nýt
ast til útflutning av stívilsi.
Til dømis E 400, E 406 og
E 407, sum verða nýtt til
dømis í ísi, kakao og tann
krem. Hetta verður útvunnið
úr einum slagi av reyðum
tara sum teir longu hava
eina avtalu við ein danskan
avtakara um.
Teir vilja keypa reyðan
tara fyri 10 kr. kilo fyri –
hetta er væl meiri enn nakað
fiskaslag.
Ongin røkt
Men hvussu fer framleiðslan
ítøkiliga fram, spyrja vit
Gilla Trónd. Og hann greið
ir frá, at hann verður aldur
á línum, sum liggja í long
um banum 10 metrar undir
vatnskorpuni úti á opnum
havi.
Tarin krevur onki fóður
og onga røkt. Bert at man
fer út við línunum, setir tær
niður og fer eftir teimum
aftur nakrar mánaðir seinni,
sigur Gilli Trónd. Hann vís
ir á, at ætlanin er at heysta
tann reyða tvær ferðir á
sumri, meðan tann brúni
verður settur út á heysti og
verður heystaður aftur í
maimánað.
Fyrst til útflutning
Tey eru trý, sum takast við
hetta. 30 ára gamli Gilli
Trónd, stjóri og geografur,
Agnes Mols Mortensen,
havlívfrøðingur við sergrein
í tara, og Rúni Joensen,
verkfrøðingur, sum býr í
Skotlandi.
Vit ætla sjálv at standa
fyri framleiðsluni. Skulu
brúka nøkur skip, kanska
gomul línuskip, sum ikki
hava fiskiloyvi. Eisini hava
vit tørv á einum turkihúsi
til reyða taran, meðan tann
brúni verður útfluttur til
bioethanol virkir í Europa,
sigur Gilli Trónd, sum eisini
ímyndar sær, at vit einaferð
í framtíðini kunnu seta
virkir á stovn í Føroyum.
Men hetta er sera kostnaðar
mikið við einari íløgu úti
við einari milliard til eina
árliga framleiðslu á 200
mió. litrar av ethanoli.
Men vit savna okkum
fyrst og fremst um at fáa
taran at vaksa og at fáa
hann til høldar, sigur Gilli
Trónd, sum leggur afturat,
at tey hava brúkt nógva tíð
og orku til at fáa ment eina
installatión, sum eisini held
ur til ógvusligu ódnirnar í
norðuratlantshavi. Hetta
hava vit samstarva við
Oystein Patursson, sum
arbeiðir á Fiskaaling, um.
Hann hevur frammanundan
ment eina skipan til at ala
kraklingar.
Nógvir aktørar við
Verkætlanin
hjá
Ocean
Rainforest,
sum
felagið
eitur, er partur av Kleking,
sum er eitt alment felag, ið
skal vegleiða og hjálpa
íverksetarum. Soleiðis eru
tey eisini komin í samband
við Bitland, har tey húsast.
Nógv onnur hava eisini ver
ið við í tilgongdini, bæði
sum íleggjarar, stuðlar og
ráðgeving. Vinnuframgrunn
urin við peningi, Kleking
við hølum og líknandi, og
Tilfeingismálaráðið, Jarð
feingi og Fiskirannsóknar
stovan við ráðgeving.
Tíðarætlanin
Spurdur, hvussu langt tey
eru komin, sigur hann, at
tey nú eru liðug við allar
útrokningar og forverkætl
anin. Nú er eftir at gera
prodotypuna og at seta hana
út.
Ætlanin er at taka reyð
un tara upp í heyst og brún
an næsta summar. Og so
skulu vit í holt við at gera
tað í størri skala, og at fáa
eina vinnu upp at standa,
sigur Gilli Trónd, sum ikki
dylur fyri, at her liggur eitt
øgiligt framleiðsluvirði í
hesum.
Virðið í føroyska havøki
num er ovurstórt, bara við
einum belegningi uppá eitt
prosent. Hugsað tær gull
reint bensin fyri 2 kr. liturin,
har bilurin koyrir akkurát
líka væl, men brennir tað
eitt sindur skjótari, sigur
Gilli Trónd. Og hann leggur
afturat, at sambært fíggjar
heiminum verður tørvurin í
2020 øktur við 400 pro
sentum í mun til í dag.
So teir 30 mia. litrarnir
verða tá 120 mia. litrar
árliga, sum er eitt ófatuliga
stórt tal. Um vit framleiða
eina mia. litrar árliga her,
So er her ein vøra, sum vit
kunnu vinna tvær mia.
krónur árliga av – væl at
merkja einari nýggjari, rein
ari vinnu, sigur hann. Og
endar við orðunum:
Ein kundi sagt: eitt olju
ævintýr fyri landið, bara
ikki við undirgrundini.
Føroyskur tari er
framtíðar olja
Heimurin hungrar eftir ethanol til bio-bensin. Hetta
kann verða framleitt úr tara, aldur á opnum havi.
Føroyskt felag er komið somikið áleiðis við verkætlan, at
vit innan fá ár kunnu útflyta burðardygga orku í staðin
fyri fisk
Spírin til
vitanardepil
Fyrireikararnir av veðurlagsráðstevnuni
TransAtlantic Climate Conference ætla,
at ráðstevnan skal gerast spírin til ein
vitanardepil í Føroyum
Tíðindaskriv
»Í granskingarhøpi hevur havøki við Føroyar sera
stóran týdning fyri allan heimin og tað er eitt
framúrskarandi hugskot at seta á stovn ein
vitanardepil í Føroyum. « Tað heldur professarin
Peter B. Rhines frá University of Washington í
Seattle, sum verður ein av røðarunum á
veðurlagsráðstevnuni í Norðurlandshúsinum
mánadagin og týsdagin.
Peter B. Rhines er deildarleiðari av
havgranskingardeildini á universitetinum í
Washington í Seattle sum í hálvannað ár hevur
samstarvað við Fiskirannsóknarstovuna.
Samstarvsverkætlanin snýr seg millum annað
um at senda fjarðstýrdar kavbátar sum verða
róptir ‘havsvívarar’ niður í dýpi eftir vitan um
hita, saltinnihald og vitfrøðina í havinum.
Eisini Hjálmar Hátun sum samskipar
verkætlanina í Føroyum fer at røða á
verðurlagsráðstevnuni í komandi viku.