hósdagur 3. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 3. apríl 2008
17
tíðindi
Ein mánaður er
liðin, síðan stóru
enskt-føroysku
orðabøkurnar
hjá Sprotanum
komu á markn-
aðin. Men hóast
byrjunartilboð
hevur sølan ikki
verið so góð
sum væntað,
sigur Jonhard
Mikkelsen,
ritstjóri
Mentan
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Orðabøkur eru sjálvdan
metsølubøkur, men nýggju
føroyskt-ensku orðabøkur-
nar eru størsta føroyska
orðabókaverkið nakrantíð
og hava fingið nógva um-
talu. Harumframt hevur for-
lagið havt eitt serligt byrjun-
artilboð.
- Vit hava selt um 500
sett. Eg hevði vónað at selt
meira, av tí at vit høvdu so
gott tilboð í sambandi við
útgávuna. Tilboðið gongur
út nú, og tá fara bøkurnar at
kosta 500 krónur meira fyri
hvørt settið, sigur Jonhard
Mikkelsen, orðabókarithøv-
undur og ritstjóri.
- Tá ið ferðin á søluni
ikki er meira enn henda, nú
tilboðið er, so verður hon
ivaleyst uppaftur trekari, tá
ið tilboðið verður tikið av
nú í apríl mánaða, heldur
hann.
Sambært Jonhardi Mikkel-
sen er frágreiðingin til sølu-
tølini at finna í skúlum og
mentamálaráði.
- Tørvurin er ikki so stór-
ur á bókunum, tí eingi krøv
eru í skúlunum um at brúka
føroyskt tilfar. Vit hava øll
brúkt Gyldendal altíð, og
tað brúka fólk framvegis.
Komu tekin ella krøv frá
Mentamálaráðnum um, at
undirvísing og próvtøkur í
enskum verða grundaðar á
føroyskt tilfar í framtíðini,
so hevði tørvur verið á
nýggju bókunum.
Men tey boðini eru ikki
komin enn, og Jonhard
Mikkelsen óttast, at støðan
ikki verður broytt í bræði.
Orðabøkurnar verða seld-
ar sum sett, har fløga eisini
fylgir við. Fleiri fyrispurn-
ingar hava verið um at fáa
fløguna uttan bøkur, men
Jonhard Mikkelsen sigur, at
avgerðin at selja fløguna
saman við bókunum stendur
við, til meginparturin av
fyrsta upplagnum er uppi.
- Tann, ið keypir settið,
keypir ikki til fánýtis, tí
støk fløga fer at kosta upp
ímóti tí, ið pakkin við bók-
um og fløgum kostar í til-
boði í dag til samans, sigur
ritstjórin.
Nógv samskifti
við brúkararnar
Nýggju ensku orðabøkurnar
eru eisini at vera tøkar á
netinum. Bæði fløgan og
netútgávan verða dagførdar
hvønn mánað, og tí hava
rithøvundarnir lagt stóran
dent á samskifti við brúk-
ararnar.
- Vit fáa hvønn dag teldu-
brøv við málsligum fyri-
spurningum, við ábótum og
við uppskotum. Ein sjáld-
sama hugalig gongd, sigur
Jonhard Mikkelsen. Hann
kemur við nøkrum dømum
um viðkomandi og menn-
andi viðmerkingar
- Kári Leivsson, sálarfrøð-
ingur, hevur víst á, at vit
brúka orðini játtan og góð-
kenning fyri enska orðið
acceptance, men gloyma
orðið sátt og at sættast við.
Í sálarfrøðiligum høpi kem-
ur fyribrigdið og orðið
acceptance ofta fyri, og tá í
týdninginum: at sættast við
nakað, sum ein ikki kemur
uttanum.
- Sálarfrøðingurin vísir á,
at at sættast við er nakað
heilt annað enn at góðkenna
ella góðtaka nakað. Hann
tók The serenity prayer,
sum sigst koma úr Sanskrit,
men á enskum ljóðar »God
give me the serenity to
accept the things I cannot
change, courage to change
the things I can, and wisdom
to see the difference« -
vegna vantandi málsligt inn-
lit hevur henda bøn verið
týdd á føroyskum til at
»góðkenna tað eg ikki kann
broyta«, sum er heilt burtur-
við, tí at sættast við er tann
djúpa prosessin, og tí tann
neyva týðingin av accept í
hesum føri.
Jonhard Mikkelsen sigur,
at hann fegnast um slíkar
viðmerkingar frá fakfólki
og aðrar fyrispurningar frá
fólki sum eftirlýsa góðar
týðingar av nýggjum hug-
tøkum.
Er fantastiskt føroyskt?
Málið er livandi og flytur seg alla tíðina, og fólk kunnu vera ósamd um hvat er
føroyskt og ikki.
Spurdur um orðið fantastiskt, sum ikki er í nýggju orðabókini, sigur Jonhard
Mikkelsen, at hansara varhugi er, at føroyingar brúka færri og færri lýsingarorð
og hjáorð. Orðið fantastiskt verður brúkt um alt.
- Kanska hongur hetta orðið og nýtslan føst í, at einki skal vera
vanligt og javnt og gerandisligt í dag. Alt skal imponera og vera
serligt. Í teirri gongdini tykjast vit at verða strandað á ávísum
orðum. Eitt gott avrik er fantastikst. At tú fekst billet til filmin var
fantastiskt. Skuffukakan, tú fekst aftur við drekkanum seinnapartin,
var fantastisk. Skal tú knýta hjáorðið uppí, so tú fært lagt dent á,
hvussu fantastiskt tað er, sigur tú ”ordiliga fantastiskt”.
Orðið er sambært ritstjóranum eitt fremmant og blankt-slitið orð.
Skulu slík orð uppí, so verða so ómetaliga nógv onnur orð, ið troka
á at sleppa upp í part, heldur hann.
- Og tá hava vit kent tað, sum vit vóru har, vit ikki grynntu. Vit
hava á ein hátt bundið um heilan fingur, men eg haldi ikki, at vit
eru erkvisnir.
Einki málráð
- Kanska er vit ov varnir í orðabókunum, sigur Jonhard Mikkelsen, ritstjórin handan nýggju
ensk-føroysku orðabøkurnar.
- Kanska sálda vit í so nógv frá. Men varsemið stavar millum annað frá tí, at eingin málsligur
myndugleiki er í landinum. Einki veruligt málráð, mannað við vælútbúnum málfrøðingum til
dømis, sum kundu sagt okkum, hvar stikið skal verða sett.
Sambært Jonhardi Mikkelsen, er varsemi eisini knýtt at tí veruleika, at tað er so lítið
orðabókaarbeiði í Føroyum. Útgávurnar eru fáar og samskipan minni.
Men nú er gongd komin á, heldur hann.
- Eg vænti at vit fara at síggja fleiri stórar orðabøkur á marknaðinum heilt skjótt – kanska
innan fyri tvey tey næstu árini. Tá verður betri grundarlag lagt undir málsligt kjak og til ta tíð
vænti eg, at eitt veruligt málráð er stovnað í Føroyum. Tilmæli er gjørt um tað í
málstevnuálitinum.
Í dag hevur Málnevndin til uppgáva at geva einstaklingum og feløgum ráð og vegleiðing
um føroyskt mál. Uppskotið hjá málstevnunevndini, er at Málnevndin/Málráðið verður
heimilandi stovnur, sum regluskipar og ger rættskrivingarorðalistar, sum almennir stovnar og
skúlar verða álagdir at fylgja.
Orðabøkur selja ikki væl
Komu tekin ella krøv frá Mentamálaráðnum
um, at undirvísing og próvtøkur í enskum
verða grundaðar á føroyskt tilfar í framtíðini,
so hevði tørvur verið á nýggju bókunum, heldur
Jonhard Mikkelsen. Sum er umseta næmingar
úr donskum til enskt
Mynd: Jens Kristian Vang