hósdagur 3. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Oljuleiting við
Føroyar hevur eftir
øllum at døma fingið
enn eitt skot fyri
bógvin. Oljufelagið
BP og føroyska olju
fyrisitingin Jarðfeingi
fara helst longu í
morgin at boða frá, at
sætta oljuboringin á
føroyska landgrunnin
er eitt vónbrot
Williambrunnurin
Jan Muller
jan@sosialurin.fo
Tað var tann 22. oktober, at
Transocen Rather setti bor
in í undirgrundina á Willi
amleiðini á føroyska land
grunninum. Nú góðar fimm
mánaðir seinni er boringin
steðgað med alla. Og júst í
hesum døgum verður so
riggað av. BP og Jarðfeingi
fara í næstum at senda út
skriv til almenningin, har
úrslitið av boringini verður
kunngjørt veit Sosialurin at
siga frá góðum keldum.
Somu keldur vilja vera við,
at tað vera ikki góð tíðindi,
sum tá fara at koma út. Eftir
øllum at døma er henda
mest kostnaðarmikla olju
boringin í føroyskari søgu
eitt sætt vónbrot. Umframt
at tað hevur gingið sera illa
at bora orsakað av tí áhald
andi ringa veðrinum í allan
vetur, so hevur heldur ikki
hilnast væl, sohvørt borurin
er komin longur og longur
niður í undirgrundina. Sum
skilst hevur BP møtt nógv
um trupulleikum á leiðini
niður, eitt nú hevur jarðfrøð
in eitt nú grótslagið verður
nógv øðrvísi enn mett
frammanundan av serfrøð
ingunum.
Sum skilst á keldunum er
borurin heldur ikki komin
niður á ætlaða málið á 4750
metrum.
Sosialurin hevur ikki fing
ið hesi tíðindi váttað og
kann bert vísir til keldur,
sum vit tó meta rættiliga
haldgóðar.
Williambrunnurin er mett
ur at kosta nærum eina
hálva milliard krónur. Hann
er tann sætti brunnurin,
sum er boraður á landgrunn
inum síðani fyrstu leitiloyv
ini vórðu latin fyri umleið
sjey árum síðani. Hóast ein
virkin kolvetnisskipan er
staðfest er einki lønandi
oljufund gjørt enn.
Serfrøðingar, sum Sosial
urin hevur tosað við, siga,
at her er talan um eitt stórt
bakkast fyri oljuleiting við
Føroyar, men vísa tó á, at
harfyri er ikki øll vón burt
ur, tí oljufeløg hava í
umbúnað at bora aðrar
brunnar komandi árini. Eis
ini gongdin beint hinumegin
markið verður mett at
kunna fáa positivan týdning
fyri Føroyaøkið.
Stríð í reiðaríi
Innanhýsis stríð hevur tikið seg upp um valdið í danska
reiðarínum Nordic Tankers, skrivar Børsen. Íleggjarin Steen
Bryde roynir at fáa ræðið á felagnum og teimum 800 mió.
krónunum, sum eru í kassanum, og sambært Børsen er hann
farin so langt, at tað kanska snýr seg um lógarbrot. Ístaðin
fyri at keypa partabrøv alment hevur hann boðið smáum
partaeigarunum yvirprís komandi ársskifti treytað av, at
hann fær teirra atkvøður beinanvegin.
Skipa vinnuligt netverk
Ein roynd verður nú gjørd at menna ta vinnuliga samstarvið
millum Grønland og norðara part av Jyllandi. Tað eru
heimastýrið og kommunan í Aalborg, sum hava tikið stigið,
sum er at skipa eitt netverk av fyritøkum, fakfeløgum,
kommunum og almennum stovnum. Eitt mál er, at
arbeiðsgevarar í Grønlandi og Danmark kunnu skifta
lærlingar sínamillum, og eitt annað er at lofta hugskotum,
sum kunnu brúkast til veruligar verkætlanir.
William
brunnurin
helst
turrur
Transocean Rather borað ”svart” í fleiri mánaðir?
Hóast Williambrunnurin er turrur, so
standa tó fleiri aðrir brunnar fyri framman
í tí stóra økinum millum Føroyar og
Hetland