Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 3. apríl 2008 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Alma Vørðstein, Tórshavn, ættað úr Svínoy, and­ aðist á Lágargarði mánadagin. Jarðarferðin verður lýst seinni. Agnas Hansina Reinert andaðist á Heiminum í Vallalíð 1. apríl, 85 ára gomul. Kistan fer av Heim­ inum í Vallalíð hóskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verð­ ur úr Ebenezer mánadagin 7. apríl klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Agnas, kunnu lata Heiminum í Vallalíð eina gávu, konto í Eik. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæri maður mín, pápi, abbi, langabbi og bróðir okkara Herbjørn Simonsen á Sandi andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. apríl, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst í útvarpinum. Lorraine, Andy og Mortan Tey, ið vilja minnast Herbjørn, kunnu lata Frelsunarherinum eina peningagávu. Konta í Føroya Banka: 6460 1575971 Dagurin 4. apríl. Ambrosius, deyður í 397. Biskupur í Milano, verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum. Saaby Manhertha Andreasen, fødd Eldevig, giftist við Theodor Ingjald Martin í 1940 og livdi tey saman bæði í viðvindi og mótvindi líka inntil pápi andaðist í juli 1985. Ongin ivi er um, at mamma var tann av teimum sum hevði flestu mótvindanir í hjúnalag teirra, fyri ikki at siga melduródn sum mól kring hana í tíð og ótíð. Hvussu hon kláraði hesar ódnir var ein gáta fyri meg. Men altíð rætti hon seg upp og kom hon stórfingin gjøgnum allar tær kreppur sum hjúnalagið gav henni. Pápi var ein maður sum var ringur at rokna út, tí sinnalag hansara gav honum og okk­ um nógvar tungar lastir, sum mátti berast. Um tað hevur og er ein góð barlast at bera, skal verða ósagt. Í hvussu er lærdi mamma okkum, at vit systkin altíð skuldi boyggja okkum bæði viðvíkjandi tí sum vit møtti innandura og uttandura, tó uttan at hálsbrotna og fara á føtur aftur so skjótt sum ættin broyttist. Bert soleiðis kundi veðurlag okkara blíðkast og við hesum vera við til at geva okkum viðvind á ferð okkara gjøgnum lívið. Lítilátni var hennara stórsti egin­ leiki, ikki lítilátni tá hugsað verður um Jantilógina. Men lítilátni tá vit hugsa um hvat Guð vildi við henni og okkum. Hon var klár yvir, at vit vóru skapt í Guðs mynd og at hon, vit og øll menniskju vóru nakað heilt serligt. Tískil dugdi hon altíð at fáa tað besta fram í okkum, so kenslan um at Guð elskaði okkum altíð var og er verulig. Mamma var ikki ein kvinna sum blásti seg upp og vildi verða nakað størri enn onnur. Hon vísti eisini sítt lítilátna sinnalag við at lurta og undrast yvir tað hon ikki skilti og harvið skapa rúm til onnur menn­ iskju, sum hugsaðu og vóru anna­ leiðis enn hon. Mamma var klár yvir, at tað Guð vildi við henni og okkum var, at vit skuldu leggja lív og vilja í varðveitslu Guðs, hava álit á øðrum menniskjum, júst sum onnur hava álit á okkum. Harafturat var mamma ein arbeiðsrót. Tá eg ofta spurdi hana hví hon arbeiddi so nógv, var svarið ”ongin doyr av at arbeiða Anna, harnæst er arbeiði eitt slag av terapi fyri meg, segði hon” Hoyrdi eldri kvinnur á Ellis og Røktaheiminum siga frá, at mamma altíð var fús at hjálpa øðrum kvinnum í bygdini, sum høvdu átt stórar barna­ flokkar. Sjálvandi uttan løn, tað var jú ikki kent tá, at man fekk løn fyri sítt arbeiði, óansæð hvussu nógva orku ein legði í hetta. Gekk umborð á sluppir hjá S.P. Petersen at vaska og skúra, lønin var vøra úr handlinum hjá honum. Hvør fjøl ið leys var, var tikin upp á dekkið har hon var skúra og skrubba. Mang­ ur maður er farin útum vágna við ang­ andi dufti av gønari sápu, sum Hertha við kærleika legði í sítt arbeiði. Eisini var hon fús á fiskastykkinum hjá sama, har turkað var fiskur. Upp á fiskasáturnar vóru hennara mongu børn sett til rættis, meðan borðreitt var við alskyns góðgæti. Ein kvinna sum átti at komi við í Fuglafjarðar søgu, hon hevur givið sítt til at ídnaðarlívið náddi sítt hægsta punkt í áttiárinum. Hertha arbeiddi eisini mong ár á Handils­ og Frystivirkinum, hevði eitt langt tíðarskeið matstovuna har. Hjálpti bæði Franklin og Inga at fáa føtur undir egið borð, við at starvast í pylsu­ og grillbar teirra. Ongin ivi um, at hon hevur havt eitt týðandi og yðjandi lív í bygdar­ myndini Fuglafjørð. Ein kvinna við stórum K, sum ein av ommubørnum hennara segði um hana. Ein kvinna har kærleikin er størstur av øllum, sum eitt annað ommubarn segði um hana. Eg fari at takka øllum teimum sum á einhvønn hátt vísti samkenslu við jarðarferð hennara. Eisini takki eg starvsfólkum á Ell­ is­ og Røktarheiminum í Runavík fyri at hava givið mammu kærleika og umsorgan nú hennara minnið og førleiki sum kvinna var farið at bila. Anna Minningarorð Fyrr í vikuni lat Vima Leivs­ garð í Klaksvík upp aftur tógvhandil sín “Hjá Vimu” eftir at ein størri nútíðargerð er farin fram. ­ Eftir at hava rikið hand­ ilin í sjey ár hildu vit at tað var uppá sítt pláss at gera nakrar broytingar í hølum okkara, sigur Vima Leivs­ garð sambært Norðlýsin­ um. Hjá Vimu fæst millum annað alskyns sløg av tógvi. Og sum skilst er tað rætti­ liga væl umtókt at binda í dag, eisini millum tað unga fólkið. Eftir tógvið stríð Vima Leivsgarð (vinstru­ megin) og eitt av starvsfólkum hennara í nýggjum troyggjum í nýggjum handli Mynd: Høgni Thomsen