hósdagur 3. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Tað var einaferð eitt heilsu
verk langt úti í Atlantshavi
num. Hetta staðið bleiv av
summum kallað paradís á
jørð. Úti á hesum stað var
heilsuverkið við at blíva alt
ov dýrt. So mikið dýrt, at
tey, ið ráddu fyri borgum á
hesum lítla stað hildu, at
nú kundi vera nokk. Nú
skuldi vera nokk við at
játta hesum heilsuverki
fleiri pengar. Tað hevði jú
eisini seinastu tíðina bert
verið ringt at siga um hetta
heilsuverk, so pengarnar
fóru sikkurt í eitt stórt
svart hol. Fólkini, ið har
arbeiddu, vóru bæði dovin
og ódugnalig. Viðgerðin
líkasæl og vánalig.
Heilsuverkið var blivin
ein kærkomin svartiper,
sum ein altíð kundi geva
skyldina, um tað ikki gekk
eftir vild aðrastaðni. Men
um somu tíð var tað eisini
eitt kærkomið øki at brúka
og misbrúka, serliga beint
upp undir val, tá tað jú
fyrst og fremst hjá hesum
somu fólkum galt um at
sleppa inn um tingsins dyr.
Tá kundu hesi somu fólk
jú lova gull og grønar
skógir so galið tey vildu, tí
mann hevur væl eina støðu
inn til mann tekur eina
nýggja. Blivu fleiri pengar
játtaðir, so skuldi Per og
Pól standa skúlarætt og
fortelja, hví nú henda
játtanin heldur ikki rakk
til. Tað løgna var, at hesi
fólk ikki tyktust skilja, at
so at siga eitthvørt heilsu
verk, í hvussu so er í
Vesturheiminum verður
dýrari at reka í framtíðini.
Gaman í rationaliseringar
og effektiviseringar skuldu
sjálvandi til, men hóast
hetta, so var væntandi, at
heilsuverk fóru at dýrka í
framtíðini. Londini, ið lógu
rundan um hetta lítla stað
tyktust at hava skilt, at fyri
at hava eitt heilsuverk, sum
kundi liva upp til vestur
lendskan standard og halda
støðið, so var neyðugt at
játta støðugt fleiri pengar
til hetta verkið.
Hví so dýrt?
Heilivágurin bleiv dýrari,
tøknin stóð ikki í stað, men
mentist allatíðina, og tólini
blivu eisini dýrari. Borgar
arnir í hesum lítla landi
blivu eisini eldri og livdu
longri, náddu tískil eisini
oftari at blíva sjúk og
megnaðu eisini ofta at liva
leingi við teirra sjúku ma.
orsakað av tí nýggja og
dýrari heilivági. Ei undur í,
at sjúklingarnir fegnir
vildu hava tann besta
heilivágin og ta bestu
viðgerðina, og læknarnir
vildu hjálpa sjúklingunum
á besta hátt. Men men
men, tað var tað eingin
sum tosaði um – tað
einasta sum taldi var talið
á botnlinjuni.
Tað var eingin sum
hugsaði, at kanska var
játtanin ov lág av fyrstan
tíð. Tað tyktist, sum hesi
fólk hugsaðu ”nú hevur
heilsuverkið fingið ein
posa av pengum, so nú
skulu tey værsgó bara tiga,
vera nøgd og fáa sum mest
burturúr”. Jú heilsuverkið
var blivin ein góður ein at
hava við hondina. Tað var
gott at skaffa stemmir við,
og tað var lætt at svína til
um tørvur skuldi verið á tí.
Tá var tað jú eingin sum
svaraði aftur!
Bløðini fingu eisini
varhugan av, at ein yvir
skrift við onkrum úr
heiluverkinum kundi selja
bløð sum heitt breyð. Men
avbjóðingarnar vóru
nógvar innan hetta
heilsuverk, tíbetur kann
mann siga, tí tað er jú í
avbjóðingunum, at
broyting og menning fer
fram. Tíbetur kundi mann
ikki siga, at alt var so sera
gott, at einki kundi gerast
betur. Nógv var sett í verk,
sum skuldi gera alt betur.
Nøgdsemiskanningar komu
og fóru, politiskir
fyrispurningar vórðu settir
um óskilið, leiðslur vóru
skiftar út, og høvd rullaðu
alt eftir um tørvur var á tí.
Arbeiðsparadísið
Eisini sjúkrarøktarfrøðing
arnir gjørdu vart við seg og
søgdu, at arbeiðsumstøð
urnar vóru alt ov vánaligar,
at tær høvdu alt ov lítla tíð
til sjúklingarnar og bara
skuldu renna skjótari og
skjótari. So var hetta mál
ovast á breddanum í fjøl
miðlunum í nakrar dagar,
men endin var sum so ofta
fyrr, at tá avtornaði, so
bleiv lítið og einki gjørt
við málið. Støðan var stórt
sæð tann sama aftan á sum
áðrenn. Tað hevði so við
sær, at sjúkrarøktarfrøðing
ar tímdu ikki at vera sjúkr
arøktarfrøðingar og ístaðin
funnu sær onnur størv.
Men tað bilti jú einki,
mann kundi jú altíð bara
seta fólk uttan í frá, frá
vikarstovum, sum so gott
nokk tjentu munandi meir
enn tær føroysku. Sama
skil var millum skrivar
arnar, sum eisini vóru alt
ov fáar í mun til alt tað,
sum tær skuldu skriva, eitt
nú journalir, útskrivingar
kort, stovugongsnotatir,
operatiónsnotatir, sjúkra
meldingar. Umframt at tær
sjálvandi eisini skuldu taka
telefonina og tosa við
ónøgdar sjúklingar, sum
høvdu staðið alt ov leingi á
bíðilista, og tað var væl
skilligt, tí tað var alt ov
vánaligt.
Á læknaøkinum var
støðan tann sama, um ikki
verri. Har var bert ein ser
lækni innan tey flestu øki
til hetta lítla land, sum
hóast ta lítlu stødd tó átti at
havt meir enn bert enn
serlækna gangandi innan
hvørt serøki. Tað hevði so
sjálvandi við sær, at tey
eisini høvdu úr at gera. Ein
tá her, ein hæmorrida har.
Tað var ikki heilt óvan
ligt, at ein serlækni hevði
vakt 23 vikur út í eitt.
Upp um næturnar og so
sjálvandi eisini fullan
arbeiðsdag dagin eftir. Hjá
yngri læknum var tað
neyvan ein, ið hevði eina
arbeiðsviku upp á 40 tímar.
Tímatalið lá nærri alt frá
6080 tímar um vikuna.
Yngri kvinnuligir læknar
kundu vera heima hjá sín
um lítla barni, tí barnaans
ingarpláss var sjálvandi
ikki tiltonkt teimum. Ella
tær kundu ístaðin taka 24
tímar vaktir, tær fingu bara
ikki valið!
Kommunulæknastørvini
gjørdust meir og meir
trupul at seta, deils tí at
eldra ættarliðið so við og
við fór frá, meðan tey
yngru ikki høvdu hug at
arbeiða undir tílíkum
viðurskiftum. Hetta hevði
við sær, at tað nógva staðni
í hesum landi vóru skift
andi avloysarar sum komu
og fóru, sum fólk skifta
hosur. Palliba visti ongan
tíð hvat mál hann skuldi
tosa, tá hann kom til
læknan, men eitt kundi
hann vera vísur í, og tað
var, at hann mátti fortelja
alla søguna hjá sær um
aftur á tí málinum sum
best bar til, og harafturat
kundi hann eisini vera
vísur í, at hesin persónurin
var burtur næsti ferð
Palliba fór til lækna. So
kundi søgan endurtakast.
Eitt skifti komu læknar úr
fjarskotnum londum, og
tey vóru øll stak fitt.
Trupulleikin var bara, at
tað var so trupult hjá
Palliba at skilja Ahmed, og
tað var ikki altíð so lætt at
finna ein tulk, sum kundi
umseta frá arabiskum. Til
endans tímdi Palliba ikki at
ganga til læknan longur, tí
tað var bara meira stríð enn
nakað annað.
Tíðin gekk og knappliga!
Sum árini gingu vóru færri
og færri pengar játtaðir til
heilsuverkið. Tað løgna
var, at hesir somu politikk
arar sum meintu, at nú
skuldu ikki fleiri pengar
inn í heilsuverkið eisini
meintu, at hetta lítla stað
skuldi vera heimsins besta
land – ja á nærum einum
og hvørjum tonkiliga øki í
2015. Trupulleikin var bara
tann sami hvørja ferð, um
so talan var um gransking,
fólkaskúla ella heilsuverk,
so tyktist tað sum um, at
hesi fólk ikki dugdu at
fata, at tað kostar pengar.
Og tá hvarv vanliga
vælvildin sum døgg fyri
sól. Burtursæð frá tá talan
var um játtan til tunnlar,
vegir og flogvallir. Tá var
tað sum um, at tann innara
smádrongurin kom upp í
landsins leiðandi fólk.
Fleiri áheitanir vóru til
landsins politikarar um at
gera upp við seg sjálvar,
hvat tað var fyri eitt heilsu
verk mann ynskti at hava á
hesum stað í framtíðini, og
so raðfesta ressursirnar
eftir tí. Men líka lítið
hjálpti, tí sannleikin var, at
eingin tordi at taka ábyrgd
ina av tí. Vildi mann hava
eitt heilsuverk, ið spaku
liga sakk longur og longur
aftur úr sammett við
grannalondini, ella vildi
mann hava eitt heilsuverk,
ið kundi sammetast við
grannalondini. Undir øllum
umstøðum, so fór tað at
hava avleiðingar so ella so.
Tað bleiv truplari og
truplari at fáa yngru nýút
búnu læknarnar og ser
læknarnar til ”paradís á
jørð”, tí tá teir sóu, hvussu
arbeiðsviðurskiftini vóru,
so høvdu teir ongan hug at
venda heimaftur. Endin var
sostatt, at læknar, sum
vóru í hesum landi eisini
byrjaðu at finna sær størv
aðrastaðni, tí tað kundu
teir uttan trupulleikar fáa.
Tí tað eru jú eingi starvs
fólk, ið trívast á einum
arbeiðsplássi, um arbeiðs
viðurskiftini eru vánalig.
Og knappliga ein dag, so
var einki heilsuverk, tí tað
vóru eingi fólk, ið høvdu
hug at arbeiða í hesum
heilsuverki, har tey alla
tíðina skuldu renna skjót
ari, um somu tíð sum játt
anin minkaði. Øll vóru
rýmd aðrastaðni. Men tað
gjørdi einki, tí um tað
mundi hevði landið fingið
so hollan kunnleika í at
gera undirsjóvartunnlar og
flogvallir, at tað var so
líkatil at gera fast samband
niður á meginlandið, og á
tann hátt flyta allar land
sins sjúklingar beinleiðis
av landinum.
Og vupti, snipp, snapp,
snúti, so var søgan um eitt
føroyskt heilsuverk úti.
Søgan um eitt heilsuverk
Lækni
Eivind
WarbErg
Fiskivinnumálaráðharrin er
í einum trilemma í hesum
døgum. Minni og minni av
svartkjafti er at fáa í
føroyskum sjógvi, og nú
eru menn í vinnuni farnir
at rassast. Í miðlunum siga
teir fiskivinnumála
ráðharranum, hvussu
skilabest er at býta tann
alsamt minkandi svart
kjaftin. Uppisjóvarskipini
halda, at svartkjafturin skal
býtast ímillum skipini, so
tey betur fáa lagt fiskiárið
til rættis. Risin í Fugla
firði, Havsbrún, heldur
hinvegin, at best er, um
svartkjafturin ikki verður
býttur út á skipini, tí vandi
er fyri, at reiðarnir selja
teirra kvotu til útlendingar,
og harvið gerst óvist, um
Havsbrún fær nóg mikið av
fiski til sína framleiðslu.
Verksmiðjutrolarnir í
Barentshavinum meina, at
ein rættiliga fittur partur av
svartkjaftinum má fara
sum býti fyri tosk. Allir
partar meina sjálvsagt, at
teirra áskoðan er best fyri
samfelagið – stuttligt er tó
at síggja, at teirra
egináhugamál fella væl
saman við áskoðan teirra...
Hvussu skal býtast?
Latið okkum sleppa
egináhugamálunum hjá
svartkjaftapørtunum og
heldur hyggja eftir, hvussu
tað veruliga loysir seg best
samfelagsliga at býta
svartkjaftin. Tað er jú har,
áhugin hjá fiskivinnumála
ráðharranum, tænara
fólksins, liggur.
Meginreglan er, at teir
partar, sum hava størstan
vinning av veiðuni, elva til
størsta samfelagsliga
vinningin. Orsøkin er, at
hesir partar hava minst
útreiðslur í mun til sølu
virðið; tað vil siga, at hesir
partar leggja minst hald á
samfelagsligu framleiðslu
faktorarnar (arbeiðsmegi
og kapital). Harvið hevur
samfelagið meiri eftir av
framleiðslufaktorunum til
aðra framleiðslu, og tískil
gerst samfelagskøkan
størri.
Men hvussu kann fiski
vinnumálaráðharrin finna
útav, hvør dugir best at fáa
mest burturúr svartkjafti
num? Hann kann jú ikki
spyrja partarnar í svart
kjaftavinnuni, tí teir siga
allir, at júst teir eru kring
ast. Heldur ikki ber til at
hyggja í roknskapirnar fyri
at kanna, hvør hevði størst
vinning í fjør, tí fyritreyt
irnar kunnu vera broyttar
munandi síðani tá. Embæt
ismenninir vita ikki.
Hvønn skal hann spyrja?
Hvør veit?
Fiskivinnumálaráðharrin
hevur sjálvsagt ongan at
venda sær til, tí eingin
hansara megin borðið
kennir sannleikan, og
sannleikin verður ikki
funnin við at spyrja teir,
sum sita hinumegin.
Tíverri ber hetta við sær, at
tá ið fiskivinnumálaráð
harrin seinni í ár fer at býta
svartkjaftin, verður býtið
allarhelst ikki samfelags
liga optimalt, men soleiðis
er skipanin skrúvað saman
í løtuni.
Tilfeingisbúðin loysir
trupulleikan
Ein máti er tó hjá fiski
vinnumálaráðharranum at
fáa sannleikan at vita í
framtíðini, og tað er at
stovnseta Tilfeingisbúðina
og selja svartkjaftin á
hesum marknaði til teir
hægstbjóðandi. Tá fer fría
kappingin á marknaðinum
at finna fram til, hvør
hevur størst vinning av
svartkjaftinum, tí tað eru jú
teir partar, sum bjóða mest
fyri svartkjaftin. Á henda
hátt finnur fiskimálaráð
harrin sannleikan um, hvør
er raskastur at gagnnýta
svartkjaftin, og harvið
syrgir hann fyri, at sam
felagsligi vinningurin
verður so stórur sum
gjørligt.
Hendan støðan við
býtinum av svartkjaftinum,
vísir, at stovnsetan av
Tilfeingisbúðini er harðliga
tiltrongd. Harumframt er
umráðandi at sleppa
undan, at ein fiskivinnu
málaráðharri hevur avger
andi orðið um, hvussu
hundraðtals milliónir
krónur av fólksins fæi skal
býtast millum teir, sum
vilja gagnnýta tað.
Til dømis er oljuprísurin
broyttur munandi seinastu
mánaðirnar, og tað ávirkar
partarnar ymiskt.
Stakkals, stakkals fiskivinnumálaráðharri
róar akralíð