hósdagur 3. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 3. apríl 2008
13
Hattin av fyri Bitland, Vinnu
húsinum, Samvit og Nora fyri
at taka stig til TACCveður
lagsráðstevnuna í næstu viku.
Men har er, eftir mínum
tykki, eitt stórt og gapandi
hol. Har er einki um hvørji
tiltøk skulu setast í verk fyri
at fáa útlátið av veðurlags
gassum í Føroyum niður
H
ópur av kanningum og
frágreiðingum eru gjørdar,
sum vísa, at jørðin hitnar, og at
hetta í størstan mun stavar frá
útláti av veðurlagsgassi, serliga
koltvíiltu frá brenning av olju,
koli og gassi. Í fjør varð so
fjórða frágreiðingun hjá ST
veðurlagspanelinum, The
Fourth Report of the Inter
governmental Panel on Climate
Change, almannakunngjørd.
Frágreiðingin, sum er gjørd
av túsundavís av vísindafólkum
úr øllum heiminum, slær fast,
at mannaelvdar veðurlags
broytingar eru ein veruleiki, og
allur ivi um henda veruleika
verður gjørdur til skamma.
V
it føroyingar trúgva ikki
uppá vísindafólk og
frøðingar. Vit trúgva ikki upp á
fiskifrøðingar, og vit trúgva
ikki upp á búskaparfrøðingar.
Vit rætta okkum í øllum førum
ikki eftir tí, sum teir siga.
Hóast hetta, so man fáur í
dag tó vera í iva um, at alheims
upphitingin er ein veruleiki, og
at okkara virksemi tey seinastu
hálvtannaðhundrað árini er
høvuðsorsøkin. Men enn hava
vit einki gjørt fyri at gera
okkara til at minka um útlátið
av veðurlagsgassi.
Jú, gaman í, vit tóku undir
við ST veðurlagssáttmálanum!
Men mundi tað ikki vera tí, at
tað ikki bar til at taka fyrivarni
fyri Føroyum? Og í øllum
førum hava vit gjørt lítið og
einki gjørt fyri at liva upp til
tær skyldur, sum sáttmálin
áleggur okkum. Hetta er sama
søga sum í sambandi við aðrar
altjóða sáttmálar, sum vit hava
tikið undir við. Vit rætta ikki
hond frá síðu fyri at gera tað,
sum sáttmálarnir áleggja
okkum.
O
g Kyoto ískoytissáttmála
num vildu vit ikki vita av.
Vit vistu ikki, hvønn týdning
tað fór at hava, og tað mátti tí
kannast fyrst og so framvegis.
Hetta var í 2002. Og enn er lítið
og einki hent. Enn er eingin
lýsing gjørd, sum sigur hvussu
vit kunnu minka um okkara
útlát.
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt
politikarar úr øllum flokkum
siga, at nú skulu Føroyar taka
undir við Kyoto, og nú skulu vit
føroyingar liva upp til okkara
altjóða skyldur. Men hvat er
hent? Einki, púrt einki. Í frá
greiðing løgmans á ólavsøku í
2004 verður sagt, at nú verður
farið undir at kanna henda
spurning beinan vegin. Nú,
næstan fýra ár seinni, er enn
einki hent.
Og, Gud hjálpi mær, um ikki
løgtingið samtykti Kyoto
protokollina í fjør heyst upp á
kvamsvís. Uttan at binda
okkum til nakað sum helst.
Summir hildu, at vit tá skuldu
fara at samráðast við danir um
hvussu nógv vit skuldu skerja
útlátið. Og aðrir hildu, at vit
skuldu taka upp samráðingar á
millumtjóðastøði fyri at áseta
okkara egnu kvotu. Hetta hóast
øll vistu, at har var einki at
samráðast um. Men danir søgdu
nei. Kortanei. Einki sluppu vit
uppí uttan at átaka okkum
skyldur. Vit høvdu enn eina
ferð sovið í tímanum og ligið
sjóvarfallið av okkum. Men
mundi tað vera tilætlað?
K
unnu vit trúgva, at vend
kemur í nú?
Nú skulu Føroyar setast á
umhvørvisliga heimskortið. Nú
skulu vit fram í fremstu røð tá
tað snýr seg um gransking,
frálæru, framleiðslu og you
name it á veðurlags og
umhvørvisøkinum.
Hattin av fyri Bitland, Vinnu
húsinum, Samvit og Nora fyri
at taka stig til TACCveðurlags
ráðstevnuna í næstu viku. Listin
við vísindafólki og vinnulívs
fólki er langur og imponerandi.
Og fleiri útlendskir politikarar
við sjálvum Al Gore á odda. Og
íslendski fiskimálaráðharrin.
Hann, sum lurtar eftir fiski
frøðingunum.
Men har er, eftir mínum
tykki, eitt stórt og gapandi hol.
Har er einki um hvørji tiltøk
skulu setast í verk fyri at fáa
útlátið av veðurlagsgassum í
Føroyum niður. Ikki eitt orð um
ambitiøsar politiskar ætlanir.
Hvar eru búskapar og sam
felagsfrøðingarnir við servitan
um umhvørvisregulering, sum
kunnu vísa á, hvørji amboð
kunnu brúkast fyri at skerja
oljunýtsluna?
H
vønn politikk skulu
Føroyar reka á hesum øki?
Er tað nóg mikið at heita á fólk
um at skrúva niður fyri
hitanum, at lata bilin standa og
sigla spakuligari? Er tað nóg
mikið at dúva uppá tekniskar
loysnir og betringar?
Nei, tað er ikki nóg mikið.
Tað er neyðugt at seta politisk
tiltøk í verk fyri at noyða
okkum øll at minka nýtsluna.
H
vussu skal hetta so gerast?
Í 2006 gav Vinnumálaráðið
út uppskot til yvirskipaðan
orkupolitikk, sum vísir á hópin
av møguleikum at spara orku.
Fylgja vit orkupolitikkinum,
eru vit væl áleiðis at náa Kyoto
skyldunum.
Tað er bara tað, at har er
einki ítøkiligt um hvussu vit
náa málunum. Gerast má ein
ítøkilig ætlan. Hvørji politisk
og búskaparlig stýriamboð
skulu brúkast? Hvar skulu vit
seta inn og á hvønn hátt?
Skulu vit dúva uppá hug
burðsbroytingar og sjálvbodnar
avtalur ella skulu vit í holt við
lógarásett krøv, CO2avgjøld og
CO2kvotur? Helst skulu vit
brúka øll hesi amboð og meira
afturat.
O
g næsta ár skal nýggj
avtala gerast, sum frá og
við 2013 skal avloysa Kyoto
avtaluna. Lítið er at ivast í, at
krøvini tá verða munandi
strangari enn í núverandi
avtalu. ES hevur sett sum mál,
at útlátið av veðurlagsgassi skal
verða minkað í minsta lagi 20
og allarhelst 30 % í 2020.
Í fráboðan frá ES kommis
iónini til Parlamentið og Ráðið,
dagfest 23. januar í ár, verður
staðfest, at ES er til reiðar at
seta tiltøk í verk móti teimum
londum, sum ikki halda sínar
altjóða skyldur á hesum øki.
S
o um vit einki fáa upp í lag
at gera sjálvi, so fara onnur
helst at gera tað fyri okkum. So
er spurningurin um tað er tað,
vit vilja. Men tað er kanska tað,
sum skal til.
Vinnan er vaknað, tí tað
ljóðar, at brúkarin í okkara
keyparalondum fer at seta krøv
og treytir.
Men eru politikararnir
vaknaðir? Og Føroya fólk?
Landsstýriskvinnan í
umhvørvismálum sigur, at
ráðstevnan er ein útpurring, a
wakeupcall.
Vónandi er tað so.
Og vónandi sovna vit ikki
aftur, tá ráðstevnufólkið er farið
til hús. Um so verður, hevði
tiltakið kanska verið betri
ógjørt.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hvør vekir
politikararnar?
Næstu ferð:
John Johannesen skrivar hósdagin
um um vantandi javnstøðu hjá
monnum í Føroyum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Suni Petersen, verkfrøðingur