hósdagur 3. apríl 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 64 - 3. apríl 2008
Tónleikur
Føroyingar kenna hann
best sum oddamann í bólki
num Lama Sea. Íslendarar
kenna hann sum odda
mann í bólkinum Blood
group. Nýliga hevur hann
fingið sær navnið DJ·ÓR,
ið hann ger egnan tónleik
og DJ’ar við.
Klubbar og kaffihús eru
ov tilvildarliga samansett
í Føroyum. Tað manglar
persónligheit í, men tað
eru so fá, ið tora at risikera
nakað, sigur maðurin
handan nøvnini, Janus
Rasmussen
SAMRØÐA
Janus Rasmussen, eisini kendur
sum DJ·ÓR, byrjaði at spæla
rokkgittara sum 11 ára gamal.
Heilt stutt eftir hetta opnaðust
eygu hansara fyri teldum,
elektroniskum ljóðum og
samplingum, tá bólkar sum t.d
elektroniski Aphex Twin
troðkaðu seg inn í hugaheim
hansara. Janus hevur verið
frontur í bólkinum Lama Sea í
fleiri ár og hevur saman við
vinmanninum Sakariasi Joensen
gjørt elektroniskan tónleik undir
heitinum High Hat, sum m.a
hevur remiksað løg fyri Heiðrik
á Heygum.
Janus býr nú í Íslandi og er við
í væl umtókta elektro-popp
bólkinum Bloodgroup. Hann
hevur altíð gjørt egnan tónleik,
og tað er ikki so langt síðani, at
hann byrjaði at gera tónleik undir
egnum navni; DJ·ÓR. Stílurin,
hann fæst við, er tekno/elektro/
house, sum hann higartil hevur
framført m.a í Barinn og Organ í
Reykjavík og til Undirbeat í
Føroyum.
Hvørjar royndir hevur tú fingið
sum DJ í Føroyum og í Íslandi?
- Mínar royndir sum tónleikari
og DJ eru, at tað er ræðuliga
stórur munur á uppfatanini av
DJ’ing í Føroyum og Íslandi. Í
Íslandi er DJ mentanin ótrúliga
stór. Hetta ger eisini, at tað er
rættiliga torført at koma fram,
um ein ikki hevur eitt navn ella
umdømi frammanundan. Tað er
eisini ræðuliga fjølbroytt tón-
listarliga sæð. DJ’ing er á
skránni hvørt kvøld ymsastaðni í
býnum. Og tað eru allir tónleika-
stílar, ið koma fram; reggae, hipp
hopp, elektro, tekno osfr. T.d er
eitt stað, sum eitur Prikið, ið bara
hevur hipp hopp leygarkvøld,
greiðir Janus frá í telefonini.
- Hetta hevði ongantíð borið til
í Føroyum; at tað eru DJ’ar, ið
bara spæla eitt slag av tónleiki; at
tað eru støð, sum eru ymisk við
hvør sínari persónligheit. Alt er
bara totalt tilvildarligt í Føroyum.
Og orsøkin, trúgvi eg, er, at tað
ikki eru nóg nógv fólk til at fylla
eitt stað, sum bara er eitt ting. Tí
eru barrir og kaffihús í Føroyum
ofta bara ein tilvildarlig blanding
av øllum møguligum.
Hví er tað so tilvildarligt, og
hvussu heldur tú, at støðan er í
dag?
- Fyri bara tveimum árum
síðani var eingin ordilig DJ
mentan í Føroyum. Tað vóru bara
teir somu DJ’arnir, sum spældu
sama tónleikin, ið fólkið vildi
hoyra. Tað hevur í grundini ikki
verið nøkur DJ mentan, fyrr enn
nú seinastu tíðina. Síðani
Grundina á G! Og Undirbeat og
alt tað. Og tað er eisini rættiliga
nógv hent, síðani hesi tingini
byrjaðu. Nú hevur DJ’in fingið
meira kontroll, meira fríheit at
úttrykkja sína list og spæla tað,
ið hann umboðar sjálvur. Tað
sæst eisini betri og betri, m.a á
myspace, hvussu nógvir føroy-
ingar liggja inni við heimagjørd-
um programmeringum og
miksum. So útviklingin er har,
og hon fær spakuliga ferð á. Men
tað er ikki nakað í Føroyum, sum
hevur eggjað mær til at blíva DJ.
Tað var heldur ikki, fyrr enn eg
fór av landinum og upplivdi
ordiligar DJ’ar, sum hava tað
sum yrki, og sum ganga uppí tað
sum ein form fyri list, at eg fekk
áhuga fyri tí sjálvur.
Hvør heldur tú, at orsøkin er til
vantandi fatanina fyri DJ’ing í
Føroyum?
- Eg haldi næstan, at orsøkin
til hendan mangulin er, at
føroyingar bara ikki vita betri.
Eg visti ikki sjálvur av nøkrum,
fyrr enn eg slapp at hoyra DJ’ar
aðra staðni. Bara fyri tveimum
árum síðani kundi tað slett ikki
lata seg gera at spæla tónleik,
sum eingin kendi. Tað er bara
mentaliteturin í Føroyum. Eingin
torir at risikera nakað. Alt hevur
gingið fínt, og eingin hevur
viljað broytt tað. Men nú vilja
fólk hava nakað annað. Mann vil
hava broyting og uppdatering. Og
tað broytist so smátt, m.a við
Undirbeat. Tað er komin ein linja
ímillum tey, ið bara vilja
ballfallera fyri einhvønn prís og
tey, ið vilja hava nýggjar tónar,
uppdaterað umhvørvi og
avbjóðandi náttarlív.
Hvat er tað, sum vit mangla í
Føroyum?
- Einasta staðið, sum fyri mítt
viðkomandi og hóast vánaligar
umstøður, hevur eina greiða
persónligheit og umboðar ein
ávísan stíl, er Cippo, tá Undir-
beat er. Fólk eru troytt av
tilvildarligheitum. Tey vilja hava
nakað egið og nýtt. Trupulleikin
tykist bara vera, at tey, ið vilja
hava eitt tiltak sum hetta, ikki eru
í Føroyum, og tí ber tað illa til at
hava hetta tiltakið oftari enn aðru
hvørja viku. Eg trúgvi, at tað
botnar í trupulleikanum við, at
tað eru so mong, ið fara av
landinum at taka hægri lesna.
Hetta eru fólk, ið hava visiónir,
ið vilja uppliva nýggj ting, og ið
fáa sítt sjónarhorn víkað við at
fara av landinum. Høvdu vit havt
fleiri møguleikar fyri hægri
útbúgving í Føroyum, høvdu hesi
fólkini helst verið verandi í
landinum, og eitt tiltak sum m.a
Undirbeat hevði kunnað borið
seg nógv betri. Føroyskt náttarlív
hevur yvirhøvur stóran tørv á at
blíva meira dynamiskt og
avbjóðandi, sigur Janus.
Finn tónleikin
Janus skal komandi tíðina fram-
føra við bólki sínum, Blood-
group, á eitt nú Organ í Reykja-
vík við tveimum bretskum
bólkum, á Great Escape Festival
í Onglandi og seinni í summar á
Roskilde Festivalinum. Hoyr
tónleikin hjá DJ·ÓR á myspace.
com/djor, harímillum eitt remiks,
ið hann hevur gjørt av lagnum
»Moving like a Tiger« hjá
Bloodgroup. Tú kanst eisini
hoyra tónleikin hjá elektro duoini
High Hat, ið Janus hevur saman
við Sakarisi Joensen, á myspace.
com/highhatband. Fylg annars
við her í blaðnum og á Planet.fo,
nær Janus aftur skal framføra í
Føroyum.
Føroyingar vita ikki betur
Føroyskir
elektroprofilar
á Myspace.com
DJ·ÓR
Janus Rasmussen
myspace.com/djor
Heiðrik
Heiðrik á Heygum
myspace.com/heidrik
Bryn
Brynjolfur á Heygum
myspace.com/sexyelectrobaby
Sakaris
Sakaris Joensen
myspace.com/sakariselectro
Playmo
Dávur Poulsen
myspace.com/playmodj
She Loops The Endless
Strip of Tape
Ólavur Jákupsson
myspace.com/sheloopstheendl
essstripoftape
Spencer Jones
Rólant av Reyni
myspace.com/
spencerjonesproject
The Source
Kjartan Magnussen
myspace.com/thesourcekm
Sleepless Pedestrian
ikki navngivin
myspace.com/
sleeplesspedestrian
Pulze
Jón Jensen
myspace.com/pulzemusic
Lajf
Leif Petersen
myspace.com/lajfp
Nin10do
Jan Nystrøm
myspace.com/nin10domusic
Électro Valentíno
Dan Helgi Helgason í Gong
myspace.com/danghelgi
The Ghost
Filip Mortensen og Urbanus
Olsen
myspace.com/theghostband1
High Hat
Janus Rasmussen og Sakaris
Joensen
myspace.com/highhatband
ORCA
v/ Jens L. Thomsen
myspace.com/jenslthomsen
Bloodgroup
v/ Janus Rasmussen
myspace.com/bloodgroup
Føroysk DJ mentan og elektroniskur tónleikur • Føroysk DJ mentan og e
Janus Rasmussen er
oddamaður í bæði føroyska
bólkinum Lama Sea og
íslendska Bloodgroup. Hann
ger elektroniskan tónleik
við vinmanninum Sakarisi
Joensen undir heitinum
High Hat og er DJ og
ger egnan tónleik við
navninum DJ·ÓR
Janus skal við bólkin sínum, Bloodgroup, framføra komandi tíðina á m.a
Great Escape Festival í Onglandi og á Roskilde Festivalinum í Danmark