hósdagur 3. apríl 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 3. apríl 2008
43
Brynjolfur á Heygum
er maðurin handan
føroysku slóðbrótandi
tekno verkætlanina Side
Effect. Hann hevur fingist
við tekno í næstan 10 ár,
er í dag DJ í Danmark og
ger egnan tónleik undir
heitinum B.A.B.Y.
- Føroyar hava ongantíð
havt nakra DJ mentan,
men í Danmark verður
ein DJ sæddur sum ein
listamaður. Tað er stórur
mundur á, sigur hann.
SAMRØÐA
Brynjolfur á Heygum bleiv
konfirmeraður í 1999. Við
peninginum, ið hann fekk í
konfirmatiónsgávu, keypti hann
sær syntheseisara og útvegaði
sær eina teldu. Men tað var teldu
forritið Cubase, ið gjørdist
veruliga startskotið hjá Brynjolfi
til programmeringar og
samplingar av elektroniskum
tónleiki. Brynjolfur býr í dag í
Danmark og ger egnan tónleik
undir heitinum B.A.B.Y.
- B.A.B.Y verkætlanin er
næstan akkurát byrjað. 1 oktober
2007 legði eg fyrsta lagið hjá
mær út á myspace. Eg ætli mær
við hesari verkætlanini at DJ’a
nógv og remiksa eina rúgvu. Eg
havi higartil remiksað fyri
Heiðrik á Heygum og Petur
Háberg og fari skjótt undir at
gera eitt remiks fyri Bloodgroup.
Eg havi nógv annað í kikaranum,
men tað er ikki endaligt staðfest
enn, greiðir Brynjolfur frá, tá vit
hava sett okkum til rættis.
- Eg ætli mær at útvikla hetta
soloprojektið til ein live bólk, har
eg syngi og geri tónleikin.
Soleiðis at tað fer frá at vera bara
einmans DJ’ing til at vera ein
elektro bólkur. Stílurin ætli eg
skal vera 90ara rave við humor.
Tað verður kitsj, nýtt og power –
alt í senn. Tað skal vera eitt
sindur aggressivt, men eisini
hava sjálvironi.
Hvussu greiðir ein frá heilt stutt,
hvat tekno og elektroniskur
tónleikur er?
- Elektroniskur tónleikur ella
house er nakað, ið m.a byrjaði í
70unum við bólkum sum
Kraftwerk. Men elektroniskur
tónleikur til dansigólvið er
tónleikur, ið er útviklaður frá
bólkum sum Kraftwerk, men
sum aðrir bólkar/DJ’ar hava tikið
og endurnýggjað. Eitt nú Afrika
Bambaataa við lagnum »Planet
Rock«, ið m.a inniheldur eina
sampling av einum broti úr
»Trans Europe Express« hjá
Kraftwerk.
- Hendan útviklingin kallast
Acidhouse. Orðið acid kemur
frá, at ein DJ tekur eitt lag hjá
einum øðrum artisti og samplar
tað við sítt egna ljóð. Orðið
house stavar frá, at hesin
tónleikur mest bleiv framførdur í
vøruhúsum tá síðst í 80unum,
fyrst í 90unum. Harvið navnið
Acidhouse. House tónleikur er
sikkurt eisini tað slagið av
elektroniskum tónleiki, ið bleiv
populerast fyrst, og sum kláraði
at bróta út í mainstream. Aðrir
stílar sum italo disko og elektro
boogie úr 80unum, ið eisini
koma frá hipp hopp og
afrikanskum breakbeats, eru nú
blivnir til tað, ið vit kalla tekno.
- Tekno er í grundini ein leivd
av tí gamla elektro breakdance
tónleikinum frá sídst í 70unum,
fyrst í 80unum. Tað minnir nógv
um hvørt annað, men tekno er
nógv meira robotsligt og kalt.
Líka sum elektro breakbeat
tónleikurin var tekno tónleikurin
eisini gjørdur til at dansa til.
- Mín íblástur kemur frá
Acidhouse og old school rave.
Frá tíðarskeiðinum ’88-’92. Eg
havi lurtað so leingi eftir hesum
tónleikinum, at eg nørdist næstan
ikki um ávísar bólkar longur. Eg
eri meira inspireraður av
tíðarskeiðum enn bólkum. Tað er
huglagið frá teimum ymsu
tíðarskeiðunum, ið hugtekur
meg.
Hvat við Føroyskari DJ mentan?
Er munur á uppfatanini av
DJ’ing í Føroyum og í Danmark?
- Eg havi verið DJ báða staðni,
og tað er ordiliga ógvusligt, so
stórur munur er á, hvussu fólk
uppfata ein DJ í Føroyum og í
Danmark. Í Føroyum er ein DJ
faktiskt bara ein, ið setir tónleik
frá; oftast bara tað, ið fólkið
biður um. Í Danmark verður ein
DJ sæddur sum ein tónleikari,
ein listamaður, og fólk hava
virðing fyri tí, ið hann ger. Tað,
at hann stillar seg upp og ger síni
ting - miksar og samplar -
merkir, at tað er hann, sum stýrir
showið. Tað er hann, sum veit
betri. Tað er ikki fólkið, sum skal
avgerða nakað, men tað er DJ’in,
sum vísir, hvat er kul. Í Føroyum
er tað akkurát umvent.
Hvussu ber tað til, at tað er so
stórur munur á?
- Tað er tí, at hendan
útviklingin við elektronika og
tekno ongantíð hevur verið í
Føroyum. Mann sigur altíð, at
Føroyar eru 10 ár aftanfyri. Og
soleiðis var eisini við Side
Effect, tí sjálvt um vit vóru fyrsti
elektroniski bólkurin í Føroyum,
vóru vit alíkavæl 10 ár eftir, at
tað kom fram aðrastaðni.
- Føroyar hevur í grundini altíð
verið eitt rokkland, líka inntil nú.
Eg haldi, at tann ultimativa
broytingin – ella føroyska tekno
revolutiónin – so smátt byrjaði at
fara í gongd, tá Clickhaze vunnu
Prix Føroyar í 2001. Tónleikurin
hjá teimum var øðrvísi og
sjálvsikkur. Tey gjørdu nakað
spildurnýtt í føroyskum
tónleikahøpi, og tað hevur sett
síni mørk. Bólkar hava síðani tað
torað nógv betri at gjørt egnan
tónleik og at veri øðrvísi.
Faktiskt hava vit næstan allar
sjangrur umboðaðar í Føroyum í
løtuni, og eg dugi ikki at hugsa
um nakran bólk, sum líkist
ordiliga nógv hvørjum øðrum
akkurát nú. Tað er endiliga blivið
in at vera øðrvísi; at vera tann, ið
ein er.
Hví heldur tú, at tað hendir júst
nú? Og hvat kunnu vit gera fyri
at betra um umstøðurnar?
- Internetið er uttan iva størsta
orsøkin til, at hjólið er farið á
rull. Um ikki internetið hevði
verið í Føroyum, høvdu
føroyingar enn ikki havt
uppdagað elektrotónleik, tí tað
verður so avgjørt ikki spælt á
MTV, svf ella í útvarpinum.
- Eg rokni við, at tað bara er
ein spurningur um tíð, inntil vit
fáa DJ mentanina stabiliseraða í
Føroyum. Landið er enn ungt, og
hendan útviklingin er spildur-
nýggj. Fyri bara einum ári síðani,
høvdu (næstan) øll skitið á, hvør
var DJ á einum staði. Men nú
ganga fólk nógv meira uppí tað
og vísa tí meira ans.
- Um tú ikki risikerar eitt
sindur, kemur tú ongan veg.
Føroyar byrjar í minsta lagi at
innheinta eitt sindur, og tað er
altíð nakað. Nú kann tað bara
ganga frameftir.
Finn tónleikin
Hoyr tónleikin hjá Brynjolfi á
myspace.com/sexyelectrobaby.
Fylg annars við her í blaðnum og
á Planet.fo, nær Brynjolfur aftur
skal framføra í Føroyum.
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Endiliga blivið in
at vera øðrvísi
Brynjolfur hevur gjørt elektroniskan tónleik síðani hann var 14 ára gamal,
fyrst við Side Effect og nú við soloprojektinum B.A.B.Y.
elektroniskur tónleikur • Føroysk DJ mentan og elektroniskur tónleikur
Brynjolfur hevur m.a verið DJ
á feita undirgrunds klubbanum
Stengade 30 í Keypmannahavn og
heldur, at tað er stórur munur á at
vera DJ í Danmark og í Føroyum.
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo