Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 64 - 3. apríl 2008 Tónleikur Tapes ’n Tapes Heiti: Walk It Off Útgávudagur: 7. apríl Plátufelag: XL/Playground Stutt um: Tapes ’n Tapes sendu sína brakandi debut, »The Loon«, á marknaðin á okkara leiðum í 2006. Stílurin er ein stuttlig samanseting av eksperimenterandi indie rokki, ið eisini kemur væl fram á komandi fløgu bólksins, »Walk It Off«, ið verður útgivin um eina lítla viku. Til tess at hátíðarhalda komandi útgávuna, heitir bólkurin á fólk um at taka lut í einum tiltaki til frama fyri bróstkrabba. Tiltakið hevur til endamáls at vekja ans fyri sjúkuni og at útvega stuðul til gransking av fyribyrging móti henni. Tað snýr seg um at ganga eina gongu fyri at gera vart við trupulleikan, og tú kanst enntá melda teg til at skipa eina gongu heima í tínum egna býi á heimasíðuni hjá bólkinum, tapesntapes.com. Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Net: myspace.com/tapesntapes The B-52s Heiti: Funplex Útgávudagur: 14. april Plátufelag: Astralwerks/EMI Stutt um: Mega-kitsj popp-rokk kvartettin The B-52s, vendir nú aftur við einari nýggjari studioútgávu aftaná 16 ár í dvala. Bólkurin varð stovnaður í 1976, men tað var ikki fyrr enn í 1989, at The B-52s fingu sítt gjøgnumbrot, tá singulin »Cosmic Girl« sleyg ígjøgnum. Í 1990 fór hittingin yvir allar forvæntningarnar, tá »Love Shack« toppaði á triðja plássi á amerikanska hittlistanum og lá sum nummar eitt á Avstralska listanum í átta vikur. Komandi fløgan eitur »Funplex« og sigst at liva allan vegin upp til heitið og serliga kult-úttrykkið hjá bólkinum. The B-52s eru enn júst tey somu, sum tey vóru; tey framleiða samansetingar av sci-fi kitsji og dance rútmum og gera tað við stíli. Keyp fløguna á amazon.co.uk. Tú kanst eisini bíleggja útgávuna nú á newburycomics.com og fáa eitt eintak av útgávuni við signeraðum húsa. Net: myspace.com/theb52s M83 Heiti: Saturday = Youth Útgávudagur: 14. apríl Plátufelag: EMI Stutt um: Franski elektroniski showgaze bólkurin M83 hevur síðani byrjanina í 2001 verið ógvuliga væl umtóktur við sínum dramatisku ljóðmyndum av synth- og popvokal symfonium, ið eru samansettar við siðbundna sangskipan. Eftir triðju útgávuna í 2005 fór M83 frá at vera ein duett til at vera ein einmansverkætlan. Útgávan, ið kom hereftir, var illa dámd av mongum, og livdi als ikki upp til tað, ið bólkurin frammanundan hevði framleitt. Við »Saturday = Youth« lovar M83 at venda aftur til tað eyðkenda ljóðið, ið av fyrstani tíð fekk bólkin fram, og vónirnar eru høgar. »Saturday = Youth« er upptikin saman við navnframa Ken Thomas, ið Boys in a Band nýliga hava verið í studio við. Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Net: myspace.com/m83 The Kooks Heiti: Konk Útgávudagur: 14. april Plátufelag: EMI Stutt um: Um minni enn tvær vikur kemur nýggja fløgan »Konk« hjá The Kooks út á hillarnar. Hetta er næsta studioútgávan hjá bólkinum, ið sleyg hart ígjøgnum í 2006 við debutfløguni »Inside In/ Inside Out«. Debutfløgan seldi uml tvær milliónir eintøk og hevði brakandi stakløg sum eitt nú »She Moves In Her Own Way«, »You Don’t Love Me«, »Sofa Song«, »Eddie’s Gun« og »Ooh La«. »Konk« inniheldur 12 løg og er navngivin eftir upptøkuhølinum í London, har fløgan varð tikin upp. Fyrsta staklagið av hesari útgávuni eitur »Always Where I Need To Be« og sigst av summum at vera tað mest fangandi lagið, ið The Kooks nakrantíð hava skrivað. Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Net: myspace.com/thekooks Blood Red Shoes Heiti: Box of Secrets Útgávudagur: 14. apríl Plátufelag: V2 Music/Universal Stutt um: Blood Red Shoes er ein indie bólkur við potentiali í stíl við Yeah Yeah Yeahs og The Raveonettes. Tey eru sum White Stripes, bara við umvendum leiklutum; hann hamrar á trummurnar og hon plinkrar á gittaran. Tey syngja bæði og skriva egin løg og egnar tekstir. Debut útgávan hjá teimum, »Box of Secrets«, er rokkur, ið bjóðar uppá nógv meira enn bara trummur og gittara. Av summum sigst hon vera ársins besta rokkútgáva, meðan onnur halda hana vera góða, men í so monotona í kompositión av løgum. Hvussu er og ikki, kemur í ljós um minni enn tvær vikur, tá fløgan kemur á marknaðin. Eitt er í øllum førum vist: fløgan kann, um hon er væl eydnað, fáa Blood Red Shoes langt upp eftir stjørnustiganum. Keyp fløguna á play.com ella á amazon.co.uk Net: myspace.com/bloodredshoes Komandi fløgur Í Sosialinum herfyri var samrøða við Niels Arge Galán um komandi live útgávuna hjá 200, »200 decibel«. Nú avdúka vit húsan og hvørji løg vera á hesi útgávu Á Roskilde Festivalinum 2006 høvdu 200 eina so feita fram­ førslu, at hon nú um nakrar fáar vikur verður givin út á fløgu ígjøgnum plátufelagið Tutl. Ljóðsnillingurin Jónas Bloch Danielsen hevur staðið fyri upp­ tøku og ljóðblandi, og Lehnert Kjeldsen frá MasterTouch hevur mastrað. Løgini á »200 decibel« eru øll frá teimum trimum studiofløgu­ num, ið 200 hava givið út higartil; »200%«, »Viva La Republica« og »Graceland«. Løgini á »200 decibel« 1 Tað einasta góða 2 Muscleman blað 3 Mogghøvd! 4 200% 5 Tað stóra bankaránið 6 Sig ikki nei Kaj 7 Sambandsmálaráðharrin 8 Jóannesar táttur 9 Fjern den klud 10 Talibann 11 Frustreraðir javnaðarmenn 12 Null hugsjón 13 Radikalt sjálvstý ri (meg í reyvina) 14 Graceland 15 Hasjsigarett 16 MF666 17 Drotningavitjan 18 Punkurin frá Helviti #2 19 Sambandsgimpurin Ein sonn 200-fjeppa her á »200 Decibel« húsanum, ið kemur út um heilt stutta tíð. 200 avdúking! Meira? Les meira um »200 decibel« á 200.fo ella á myspace.com/ 200baby. Fylg eisini við her í blaðnum, tá fløgan er komin út, og fyrr ella seinni verður ummæld.