Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 3. apríl 2008 45 Heilsurenningin 2008 5. apríl 2008 Heilsurenningarnar verða hesaferð leygardagin 5. apríl kl. 16.00 og er tað Føroya Shell saman við Treystinum, Bragdinum og Roysninum, sum skipa fyri tiltakinum. Hesaferð verður runnið av hesum støðum: • Shellstøðini í Klaksvík • Shellstøðini í Gøtudali • Shellstøðini við Ringvegin í Havn Runnir verða tveir teinar – ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu bert renna styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Bólkarnir eru hesir: Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni Gentur/Dreingir f. 1999-2001 Gentur/Dreingir f. 1996-1998 Kvinnur/Menn f. 1963-1995 Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr Heiðursmerki verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum Tilmelding kann gerast á málinum ein tíma undan sjálvari renningini Leygardagin Starvslýsing Marknaðarfólk til Sosialin Ert tú fyrikomandi, dugir væl at selja, ert álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti, so ert tú júst tann, vit leita eftir. Til marknaðardeild okkara søkja vit eftir tveimum starvsfólkum, sum kunnu verða við til framhaldandi at menna inntøkugrundarlag okkara. Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá føroysku fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir nýggjum hættum at menna hendan partin av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at fáa, og ikki minst, arbeiða víðari við góðum hugskotum. Í samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðar- deildini verður tú við í dagligu framleiðsluni av blaðnum. Herundir tilrættislegging av lýsingar- átøkum og temabløðum. Umframt hetta, verður tú ein týðandi partur av søluarbeiðinum hjá Sosialinum, Rás2, S-lýsingum og Portalinum. Løn verður ásett sambært avtalu. Er hetta nakað fyri teg, so er bert at senda eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og royndir til Sosialin. Ynskir tú at fáa meira at vita um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á tel. 341823/222081. Tað ber sjálvandi eisini til at senda teldupost á gudny@sosialurin.fo Størvini verða at seta skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. apríl og skal umsóknin saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin Att.: Gudny Langgaard Postsmoga 76 FO – 110 Tórshavn Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðindaflutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 45 fólk í samtakinum. Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn