Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 65 - 4. apríl 2008 ] Meðan KÍ leitar við lykt eftir málskjúttum, hevur HB tveir landsliðsspælarar í álopinum, og fleiri aðrir eru á bíðilista Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er stórur munur á, hvussu gongdin higartil hevur verið hjá javnaldru­ num KÍ og HB higartil í ár. Fyrsta umfarið var flúgv­ andi hjá HB, sum vann stórsigur, meðan KÍ tapti stórt. Mikukvøldið varð KÍ varpað úr steypakappingini, meðan HB aftur vann stórt. Tølini lýsa væl støðuna. Hjá KÍ er málmunurin sein­ astu vikuna 0­6, og hjá HB er málmunurin 13­2!! Klaksvíkingar leita við lykt eftir málskjútta. Brasil­ ski Anderson hevur ikki roynt seg enn í fremstu røð. Loyvini vóru komin upp á pláss undan vikuskiftinum. Hann var við næstbesta liðnum í Sørvági síðsta leygardag. Hesa ferð verður hann í hópinum, tá ið HB fer at vitja í Klaksvík. Harley Bertholdsen hvíldi mikukvøldið. Hann verður við aftur ímóti HB. Jan Andreasen er framvegis skaddur. Tað er stórur sakn­ ur í honum. Í HB álopinum eru tveir landsliðsspælarar – Christ­ ian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum. Hendrik Rubeksen varð skiftur inn fyri Christian Høgna miku­ kvøldið, og hann skoraði tvey mál. Og so er tað Páll M. Joensen, sum ikki hevur spælt tvær tær fyrstu ferðir­ nar. Rúni Nolsøe hevur nógv fólk at velja ímillum, og tað letur til, at hann í fyrsta umfari ætlar at skifta eitt sindur ímillum. Sammett við síðsta sunnudag vóru Jákup á Borg, málverjin Marcin Dawid og Hans á Lag uttanfyri mikukvøldið. Fróði Benjaminsen var leikbannaður sunnudagin, men hann spældi aftur mikukvøldið, tá ið Rasmus Nolsøe, Pætur Jørgensen og Milan Kuljic eisini vóru millum teir fyrstu ellivu. Í fótbóltsblaðnum fyri viku síðani varð sagt, at stuðulsspælarar fara at sita á bonkinum hjá HB. Tað er heilt víst, at fleiri, sum høvdu verið kærkomnir styrkir hjá flestu av hinum Formula liðunum, sunnu­ dagin fara at sita á HB beinkinum í Klaksvík. NSÍ fer út á Svanga­ skarð við øllum sín­ um monnum at vitja B68, sum bæði hevur skaðar og manglandi loyvir at dragast við Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í fjør var eingin granna­ dystur millum teir í Runavík og teir á Toftum. Í fjør vann NSÍ FM, og í fjør flutti B68 úr 1. deild og upp í Formula deildina. Tí eru grannaupp­ gerðirnar aftur á skránni, og tann fyrsta verður longu í morgin klokkan 15. Í Runavík eru teir væl og virðiliga komnir yvir vón­ brotið, sum tað var longu í fyrsta umfari at verða varpaðir úr steypakapping­ ini. Tepri heimasigurin á B71 var góð byrjan upp á setningin, sum er at verja FM heitið, allir spælararnir eru tøkir undan viku­ skiftinum, og tað er kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu. Tað kann væl vera, at teir fyrstu ellivu fara at verða teir somu, sum teir vóru síðsta sunnudag, men tað er eisini møguleiki fyri, at einstakar broytingar verða gjørdar. Eitt nú Andy Olsen og Øssur Dalbúð, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn og síðani skoraði sigursmálið ímóti B71, eru boð upp á pláss frá fyrsta bríksli. Á Toftum hava teir trupulleikar eftir steypatapið á Sandi og 4­1 tapið í Sarpugerði mánakvøldið. Jóhan Petur Poulsen og senegalesiski verjuspælarin Landing eru langtíðar skaddir, og í morgun vóru loyvini hjá útlendingunum, sum mánakvøldið ikki vóru tøkir, ikki komin upp á pláss. Landing verður ikki førur fyri at spæla hesu megin summarsteðgin, og útlitini eru einki serlig fyri restina av árinum. Bill Jacobsen gevur á B68 heimasíðuni sína áskoðan til kennar um, hvat tað er al neyðugt at vísa, um størri úrtøka skal spyrjast burturúr, enn tað gjørdi í Gøtu: ­ Fyri at vinna skulu ungu leikararnir vísa, at teir kunnu spæla á besta liðnum, og at teir vilja gera tað, sum skal til fyri at spæla í Formula deildini. Stuðuls­ spælararnir skulu kempa og arbeiða nógv harðari, og profilarnir skulu lyfta liðið, meistra spælið og vísa vegin. Einans við villskapi, sterkum vilja og klókskapi við dygdaravgerðum koma vit til sigurs. Tí toppfótbóltur í dag snýr seg í stóran mun um at taka rættar avgerðir – í røttu løtuni, er heilsan frá B68 venjaranum Bill Jacobsen, sum vónar, at allir, ið ikki eru skaddir, verða tøkir, so tað kann verða kapping um tey fyrstu ellivu plássini. KÍ-HB: Munur á tyngdini HB hevur longu nú víst, at teir kunnu rotera við spælarum, uttan at hetta tykist nerva leikligu dygdina. Í Klaksvík hava teir ikki somu tyngd, men ivaleyst verður stríðsandin í topp, nú arvafíggindarnir vitja B68-NSÍ: B68 hevur trupulleikar Súni er ivasamur Talan er um óhugnaliga týdningarmiklan dyst, tá Viborg mánadagin spælir útidyst móti AGF í donsku superliguni. Talan er at kalla um seinasta útkall hjá Viborg, men tað verður møguliga uttan føroyska landsliðs­ spælaran, at hetta skal spælast. Súni noyddist av vøllinum, tá Viborg seinasta mánadag spældi móti FCK. Talan er um ein minni vøddaskaða í búkinum, og tí er ivasamt, um Súni verður í hópinum mánadagin. Ungdómshestacup leygardagin Leygardagin 5. apríl kl. 12.00 verður stuttleikakappingin Ungdómshestacup í Tølthøllini í Havnadali. Kappingin er deild upp í tveir aldursbólkar. Klokkan 12 verður byrjað við teimum yngru børnunum millum 8 og 13 ár, sum skulu kappast í gonguløgunum fet, tølt og trav. Tá vinnararnir innan hesi gonguløg eru funnir, verður farið víðari við teimum ungu 14­17 ár gomlu, sum kappast í gonguløgunum fet, tølt og trav í sjálvvaldari raðfylgju. Eftir hesum verður farið víðari til tøltkappingina. Hon er ikki deild upp í aldursbólkar, men øll kappast móti øllum. Hetta verður allarhelst ein sera spennandi kapping, tí luttakarnir eru sera nógvir og tey ungu sum ríða eru sera dugnalig. Eftir at kappingin er liðug uml. kl. 16 er ponyríðing inni í høllini. Um veðrið er gott, er eisini ponyríðing, meðan kappingin er.