Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 19 Frálík hús í Tórshavn – við góðum útsýni P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin tá tú kemur til húsini er at her er talan um eini snøgg hús, íð liggja væl fyri, nærhendis miðbýnum. Húsini: Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi. Alt er gjørt av nýggjum, og av besta tilfari. Alt er drenað av nýggjum bæði frammanfyri og aftanfyri húsini. Og omanfyri er eisini steinsett av nyggjum, so tað er klárt at byggja út, um tørvur er á tí, ella/ eisini at gera ein urtagarð. Ljós og luft: Húsini standa væl og frítt fyri. Har er veðurgott, góður sólargangur Stílur og snið: Stílurin er nýmótans – lættur og ljósur. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar, ella um tær manglar innbúgv, so er møðuleiki at fáa møblarnar við í keypinum. Tær nýtist einki at gera alt er sum tað eigur at vera. Umhvørvið: Húsini standa í friðaligum umhvørvið, við blindan veg men tætt er til allar hentleikar. Frálíku eittplanshúsini standa í Folagerði í vesturbýnum. Fakta: Húsini eru í einari hædd á 100 fer­ metrar. Grundøkið er 698 fermetrar. Byggiár 1960/2003. Húsini eru gjørd av nýggjum frá 2003 til 2008. Tað einasta, sum stendur eftir av tí gamla húsinum, er grundin, undirsløgini, sperrurnar og ketilin. Tað er drenað av nýggjum bæði frammanfyri og aftanfyri húsini, umframt at alt er steinsett av nýggjum omanfyri húsini. Allar rørinnleggingar eru eisini gjørdar av nýggjum, og oljutangin er skiftur. Húsini eru stoypt heilt upp, klødd við timbri, hava trævindeygu og dekratak. Innrætningur: durur, fýrrúm/ vaskirúm, gongd, baðirúm, køkur/ stova og 2 kømur. Til húsini hoyrur eisini ein stórur hjallur. Núverandi eigarar hava fingið játtandi svar at byggja út omanfyri húsini. Húsini standa sera væl fyri beint við handlar, barnagarð og busssambandið er gott. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi. www.inni.fo