Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 4. apríl 2008 21 – altíð reinan bil Statoilstøðin í Gundadali 100 Tórshavn · tel 34 35 50 Opið er: Mán. – fríg. .................07.00 – 23.00 Leyg. – sun. ................08.00 – 23.00 Nýggj bilvaskimaskina í Gundadali Vit hava fingið nýggja framkomna bilvaskimaskinu, so nú ber til at fáa bilin reinari enn nakrantíð, uttan at rætta hond frá síðu. Maskinan fer væl við lakkinum og kann tískil eisini nýtast til nýggjar bilar uttan at skaða lakk ella annað – kom sjálvur og royn! Vaska bilin allan apríl mánað fyri ½ prís Gjáargarður søkir eftir fólki Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv Í KØKINUM Uppgávur Tú fert at skipa fyri allari vanligari matgerð til gestir okkara, t.e. morgunmati, døgverða og millummáltíðum, bæði til einstaklingar og bólkar. Førleikar Tú ert útbúgvin kokkur ella hevur drúgvar køksroyndir. Tú arbeiðir við nærlagni fyri úrslitinum, hevur ans fyri góðsku og dugir væl at samstarva. Starvstreytir og umsóknarfreist Arbeiðið er skipað í vaktir, har tú arbeiðir í tvær vikur og hevur frí í eina viku. Løn sambært avtalu. Í MÓTTØKUNI OG MATSTOVUNI Uppgávur Í móttøkuni fert tú at standa fyri innskriving og útskriving av gestum okkara, og í matstovuni fert tú at ganga fyri borðum og at vera gestunum til handa. Førleikar Tú ert fyrikomandi, hevur áhuga fyri ferðatænastu og dugir væl at samskifta og samstarva. Tú hevur ans fyri góðsku, góðan málkunnleika og dugir at brúka teldu. Starvstreytir Arbeiðið er skipað í vaktir. Løn sambært avtalu. Umsóknir Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til Gjáargarð, 476 Gjógv ella til info@gjaargardur.fo Meiri at vita Vilt tú hava meiri at vita um okkurt av størvunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eirik Suna Danielsen, tel. 21 15 90. Um Gjáargarð Gjáargarður er eitt framkomið og hugnaligt gistingarhús, sum liggur í sjáldsama vøkrum umhvørvi. Her koma nógvir gestir, bæði føroyingar og útlendingar, og staðið er sera vælumtókt sum frítíðar-, mentanar- og skeiðsdepil. Á Gjáargarði fært tú ein lívligan og læruríkan arbeiðsdag í hugnaligum umstøðum. Her kanst tú arbeiða í summar og fáa tær royndir í ferðavinnuni, ella tú fellur fyri staðnum og vilt halda áfram. Tú ert vælkomin til bæði. Sí meiri um Gjáargarð á www.gjaargardur.fo. Gjáargarður søkir eftir tveimum fólkum at arbeiða í køkinum og móttøkuni/matstovuni