Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 65 • 4. apríl 2008 Avbyrgda oyggjasam­ felagið í Hetlandi hóskar framúr væl til eina sanna krimisøgu sum Sort som ravnen eftir hetlendska krimihøvundan Ann Cleeves Krimi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tvær ungar gentur halda nýggjársaftan í Lerwick í Hetlandi. Til stuttleika fara tær at vitja gamla, løgna stavnin Magnus Tait, sum livir eitt heldur ússaligt lív í einum lítlum skúri. Stutt eftir verður onnur gentan, Catherine, funnin myrd í kavanum skamt frá skúrinum hjá Tait. Illgrunin logar Soleiðis er pallurin nú settur í virðisløntu krimisøguni Sort som ravnen eftir hetlendska rithøvundan, Ann Cleeves. Avbyrgda oyggjasamfelagið kann illa hóska betur til eina sanna krimisøgu. Drápsmaðurin sleppur ikki at stinga av, og illgrunin breiðir seg sum eitur millum oyggjafólkið, ið eru skjót at finna ein syndabukk. Sambandið millum Tait og morðið á Catherine tykist nevniliga eyðsýnt. Ikki minst, tí Tait fyri átta árum síðani var undir illgruna í einum máli, har ein lítil genta hvarv. Gentan varð ongantíð funnin, og tí legði løgreglan málið til viks. Men við morðinum á Catherina byrjar illgrunin aftur at loga. Inn kemur nú løgregluovastin, Jimmy Perez, sum ikki er so sann­ førdur um, at nakað samband er millum Tait og morðið á Catherine. Føddur og uppvaksin á lítlu hetlendsku oynni Fair Isle veit hann, at tú skalt vera á varðhaldi, tá bygdafólkið rottar seg saman í jagstranini eftir syndabukkum. Samfelagslýsing Við Perez fær lesarin samstundis eina hugtakandi lýsing av Het­ landi, har oljuvinnan hevur broytt stórt sæð alt, meðan fólkið roynir at bjarga náttúrini og gomlu mentanini. Sjálvur gongur Perez og droymir um at gevast sum politistur og yvirtaka starvið hjá pápa sínum sum skipari á postbátinum millum Fair Isle og Lerwick. Men fyrst skal hann also upp­ klára hetta løgna morðið. Skjótt finnur hann út av, at Catherine var í ferð við at gera ein film um lívið í lítla oyggjasamfelagnum. Hetta økir nevniliga munandi um talið á teimum, ið kunnu hugsast at vilja sleppa av við hana. Eitt nú var tað kanska ikki so heppið, at hon gekk og filmaði á eini veitslu hjá ríkmanninum Duncan, sum hevur vunnið ovurhonds nógvan pening við at leiga út jørð til oljufeløgini ... Tað vísir seg, at Perez er á rættari leið, men ikki á ein hátt, lesarin væntar. Ein størri sorgarleikur býr nevniliga undir í hesi sorgblíðu krimisøguni, har lýsingin av hetlendska oyggjasamfelagnum er líka hugtakandi sum snildisliga ráðagerðin. Framhald Sort som ravnen The Duncan Lawrie Dagger virðislønina fyri bestu krimisøgu í 2006. Bókin hevur fingið sera góð ummæli, sum tey flestu geva sær far um serligu evnini hjá Ann Cleeves at tvinna saman eina snilda krimifrásøgn og lýsingina av hetlendska oyggjasamfelagnum. Lesarar kunnu longur nú gleða seg til at frætta meir frá Ann Cleeves. Í gjár kom nevniliga framhaldið av Sort som ravnen, ið hevur heitið White Nights. Og so er hetta bert onnur bókin í eini røð av fýra um morð í oyggjasamfelagnum eftir Ann Cleeves. Danski forsetismála­ ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, gongur nú ímóti uppskotinum hjá sínum egna flokki um at avtaka lívslangu veitingina til millum onnur rithøvundar – eisini føroyskar List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tey á leið 300 listafólkini, harí­ millum Hanus Kamban, sum fáa lívslanga veiting frá Statens Kunstfond, nýtast ikki longur at óttast, at veitingin verður tikin frá teimum. Tað staðfesti Anders Fogh Rasmussen, forsetismálaráðharri, beint eftir, at hann hevði hildið røðu fyri danska rithøvundanum, Jens Smærup Sørensen, í sam­ bandi við at Smærup Sørensen fekk handa virðislønina De Gyldne Laurbær í farnu viku. Ímóti egnum flokki Tað var annars Vinstraflokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen saman við Danska Fólkaflokki­ num, sum nýliga settu fram uppskot um at taka av lívslangu veitingina til mest viðurkendu listafólkini í danska ríkinum. ­ Veruleikin er, at týðandi listafólk ikki fáa livað av sínum inntøkum. Fyri tey er hendan veitingin ein trygd fyri teirra lívsgrundarlagi. Í somu løtu, sum tey byrja at vinna pening, verður veitingin jú lækkað tilsvarandi. Tað haldi eg í grundini er ein sera rættvís skipan, segði Andes Fogh Rasmussen. Hann legði afturat, at veitingin eisini hevur súmbolskan týdning við tað, at samfelagið á tann hátt vísir sína virðing fyri hesum listafólkunum. Í løtuni kann lívslanga veitingin í mesta lagi verða 140.000 árliga. Eisini føroysk listafólk hava møguleika at fáa hesa veiting. Sambært ársfrágreiðingini hjá Statens Kunstfond fyri 2007 telist Hanus Kamban, rithøvundur, nú eisini millum høvundarnar, sum verða løntir á donsku fíggjarlógini, so leingi teir liva. Neyðugur stuðul Í síni takkarrøðu vísti Jens Smærup Sørensen á týdningin, sum listastuðulin hevur havt fyri hann sum rithøvund. ­ Eg hevði ikki kunnað skrivað nakra av mínum bókum, heldur ikki hesa seinastu, uttan at søkja stuðul hjá donsku skatt­ gjaldararnum, segði Jens Smærup Sørensen, og legði afturat, at Mærkedage er fyrsta bókin, hann hevur kunnað liva av øll síni 37 ár sum rithøvundur. Morð í oyggjasamfelagnum Fogh friðar listastuðul Nógv rósta krimisøgan ”Sort som ravnen” er tann fyrsta í eini røð av fýra bókum um morð í hetlendska oyggjasamfelagnum eftir hetlendska rithøvundan Ann Cleeves Tey á leið 300 listafólkini, harímillum Hanus Kamban, sum fáa lívslanga veiting frá Statens Kunstfond, nýtast ikki longur at óttast, at veitingin verður tikin frá teimum