fríggjadagur 4. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 65 - 4. apríl 2008
tíðindi
Minka um útlátið!
Hugsa globalt – broyt lokalt. Hetta er høvuðsboðskapurin í hesum døgum, nú tað veruliga
gongur upp fyri fólki, at veðurlagsbroytingarnar eru manngjørdar.
Vit hava savnað eitt yvirlit yvir tiltøk, sum vit sjálvi kunnu gera til tess at brúka minni orku í
gerandisdegnum. Soleiðis ger hvør í sínum lagi mun.
Grønari bilkoyring
Koyr javnt
Harðlig koyring kann økja brennievnis
nýtsluna við einum heilum triðingi í
mun til varligari koyring. Lat vera við at
økja ferðina ella bremsa ov harðliga, og
royn at snara róðrinum so lítið sum
gjørligt.
Koyr í hægri gervi
Tess hægri gerv, tess lægri snúningsferð
á motorinum, og tað minkar brenni
evnisnýtsluna. Skift í hægri gerv, tá ið tú
kanst uttan at overva motorin.
Sløkk motorin, tá ið tú stendur still
Tú kemur ongan veg í tómgongd, men
nýtir kortini brennievni. Sløkk motorin,
tá ið tú bíðar eftir onkrum, og tendra
ikki aftur, fyrr enn tað er neyðugt.
Koyr hóvliga
Nógv ferð gevur størri luftmótstøðu,
sum krevur meira brennievnisnýtslu fyri
at halda ferðini. Ansa eftir, at snúnings
mátarin ikki fer upp í reyða økið.
Koyr sum minst í meldurtíð
Um tú kanst sleppa undan at koyra í
meldurtíðini, nýtir tú minni tíð at bíða í
ferðsluni, og tá sparir tú brennievni.
Halt javna ferð
Heldur enn at lata motorin ganga í frígiri
í undanbrekku, skalt tú varðveita sama
snúningstal. Tað merkir, at tú vinnur
ferð, sum kann gagnnýtast heilt orku
rætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.
Stilla motorin
Kanna og innstilla motorin. Ein rætt
stillaður motorur kann minka renni
evnisnýtsluna við upp til 4%, so skift
olju og ger eftir tilráðingunum frá bil
framleiðaranum um tænastueftirlit.
Rætt dekktrýst
Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari
og halda longur.1 psi ov lágt dekktrýst
kann økja brennievnisnýtsluna 3%.
Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum
við ov høgum ella ov lágum dekktrýsti.
Ansa eftir vektini
Hvørji eyka 45 kg í bilinum kunnu økja
brennievnisnýtsluna við 12%. Tak
óneyðugar lutir ella viðføri, ið økja
vektina, úr bilinum.
Halt vindeyguni aftur
Vindur, ið blæsur inn ígjøgnum eitt opið
vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um
tú so trýstir eitt sindur eyka á ferðilin
fyri at fáa ferðina upp aftur, økir hetta
brennievnisnýtsluna.
Nýt røttu oljuna
Nýt altíð ta av bilframleiðaranum við
mæltu dygdarmotoroljuna, tí tað kann
minka brennievnisnýtsluna 12%. Betri
motorolja kann eisini betra um motor
dygdina.
Kanna luftfiltrini
Luftfiltrini halda óreinskum burtur, so
motorurin ikki verður skaddur. Við at
skifta eitt typt luftfiltur, kanst tú minka
brennievnisnýtsluna við upp til 10% og
verja motorin.
Oljunýtsla
Føroya Shell sigur soleiðis: Um oljan
verður nýtt við skynsemi, sparir tú
pening. Samfelagið fær eisini ágóða
burtur úr skynsamari oljunýtslu, tí
umhvørvið verður minni dálkað. Tess
minni orku vit øll brúka til hita, tess
minni verður vakstrarhúsárinið av CO2
útláti – ella sagt við øðrum orðum:
»Reinari brenningin er, færri verða
nøgdirnar av skaðiligum evnum í nátt
úruni, og vit verða øll vinnarar.«
Fylg við hitanum í húsinum
Fyri hvørt hitastig, tað verður kaldari
inni, sparir tú fimm prosent. Tað nýtist
ikki at vera heitari enn 21 stig í rúmum,
har tú ofta heldur til. Skrúva hitan eitt
sindur fyri, tá ið tú ert úti og um náttina
– tó ikki meiri enn fýra stig, tí annars
verður ov dýrt at hita uppaftur.
Spar heita vatnið
Tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Far
undir brúsuna ístaðin fyri í baðikarið.
Eitt baðikar tekur umleið 180 litrar, og
ein brúsa nýtir á leið 10 litrar um
minuttin.
Skrúva hitan fyri undir útlufting
Lufta heldur stutt út nakrar ferðir um
dagin, heldur enn at hava vindeygu
opin allan dagin. Minst til at skrúva
termostatarnar fyri, tí annars seta
termostatarnir hitan upp beinanvegin.
Lat eisini hurðarnar aftur.
Bjálva húsini væl
Stórur orkumissur er í illa bjálvaðum
húsum. Bjálving er ein íløga, sum verður
gjørd einaferð. Íløgan er skjót at vinna
aftur og er ein varandi sparing. Bjálva
loft, kjallara, veggir, vatntanga og rør,
hetta hevur við sær eina minni
orkunýtslu. Minst eisini til at tætta fugur
runt hurðar og vindeygu, tí trekkur elvir
til stóra meirnýtslu.
Skift ótøtt vindeygu og gløs
Vindeygu kunnu vera ein stórur orku
missur, tí kann tað loysa seg at skifta til
orkugløs, um tú hevur ótøtt, gomul ella
punkterað gløs, ella um stakrútar eru í
vindeygunum. Orkugløs gera, at hitin
sleppur inn, og forðar fyri, at hitin í
rúminum sleppur út.
Kanna ketil og oljufýr
Eldri ketlar gagnnýta bert umleið 7075
prosent av orkuni, meðan nýggir brúka
umleið. 90 100 prosent . Stórur orku
og hitamissur er í ketlum, sum ikki verða
reinsaðir, og oljufýrum, sum ikki verða
stillaði. Einans tveir millimetrar av sóti í
ketlinum hava við sær, at oljunýtslan
økist átta prosent. Um oljufýrið steðgar
í heilum, kostar tað eyka, hvørja ferð
húsið skal hitast uppaftur.
Ikki seta nakað frammanfyri radiatorar
og aðrar hitakeldur
Elnýtsla
Meginparturin av orkuni frá SEV kemur
frá stóru oljudrivnu motorunum, sum
dálka sera illa. Harumframt stavar ein
góður partur av orkuni frá vatnorku.
Á heimasíðuni hjá SEV verður upplýst
um, hvussu vit brúkarar kunnu minka
um elnýtsluna og gagnnýta orkuna
betur. Vit rinda 1,38 kr. fyri ein kWh,
kilowatttíma.
Flatskíggjar dýrari enn vanligir skíggjar
Sjónvarpsflatskíggjar brúka meira el
orku enn vanligir sjónvarpsskíggjar. SEV
hevur kannað nakrar skíggjar, og er el
nýtslan úr 85 Watt fyri ein 32 tumma
skíggja upp í 287 Watt á tí størsta
skíggjanum, sum er 40 tummar.
Um sjónvarpið er
tendrað 6 tímar
dagliga, verður
árliga elnýtslan úr
148 kWh (204 kr.)
upp í 502 kWh
(692 kr.) fyri
ávikavist tann
minsta og tann
størsta flatskíggjan.
Er sjónvarpið tendrað 10 tímar dagliga
verður árliga elnýtslan ávikavist 248
kWh (342 kr.) upp til 838 kWh (1156 kr.).
Til samanbering kann nevnast, at eitt
vanligt 28 tumma sjónvarp við mynda
røri brúkar umleið 100 Watt, og gevur
hetta 219 kWh (302 kr.) í árligari
elnýtslu.
Stand By
Sløkk og spar 1000 krónur
Eitt vanligt føroyskt húsarhald brúkar
umleið 6.000 kWh (8.280 kr.) árliga í
elorku.
Ein partur av hesi elorku, umleið 10
prosent ella 600 kWh (828 kr.) er
standbynýtsla.
Vanliga eru eini 810 eltól í standby
støðu. Um tú ístaðin sløkkir hesi tól,
sparir
tú umleið 600 1.000 kr. í elorku árliga.
Sløkk kontaktina á vegginum, um tú vilt
vera viss í, at tólið er avbrotið.
Hesi tól eru vanliga í standby-støðu:
• Parabolur
• Antennustyrkjari
• Rørsluboðari
• Lágvoltshalogenlampa
• Klokkuradio
• Uppvaskimaskina
• Vaskimaskina
• Turkitrumla
• Klokka á komfýri og mikrobylgjuovni
• Sjónvarp
• Sjónbanda og DVDtól
• Stereoútbúnaður
• Telefaks
• Telefonsvarari
• Telduútgerð
• Battaríløðari
Keldur:
www.sev.fo
www.shell.fo
www.dn.se
www.eb.dk
www.politiken.dk
www.planestupid.com
Hugsa globalt – broyt lokalt. Hetta er høvuðsboðskapurin í hesum døgum, nú tað
veruliga gongur upp fyri fólki, at veðurlagsbroytingarnar eru manngjørdar. Tá hin
fjórða veðurlagsfrágreiðingin frá ST varð almannakunngjørt fyri einum ári síðani,
prentaðu vit hesi hentu ráð um, hvussu vit hvør í sínum lagi kunnu brúka minni orku í
gerandisdegnum. Og ráðini eru enn akkurát líka aktuell
Lagt til rættis: Rigmor Dam