Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 4. apríl 2008 27 tíðindi Brúka vaskimaskinuna rætt Vaskimaskinan nýtir stórt sæð líka nógva elorku, um hon er hálv ella full av klæðum. Fleiri nýggjar vaskimaskinur hava mongdarstýring og taka vatn inn eftir nøgd og slagi av klæðum. Á tann hátt spara tær orku, vatn og sápu. Forvask er aloftast óneyðugt Eru klæðini lítið dálkað, er forvaskið óneyðugt. Hetta sparir umleið 20% av orkuni. Nýt lítlan hita Hitin og elnýtslan fylgjast. Ofta ber til at brúka 60 í staðin fyri 95 hitastig, ella 40 í staðin fyri 60 hitastig. Sparingin er umleið 35-45 % í báðum førum. Sentrifugera væl Sentrifugera væl og virðiliga. Elnýtslan til sentrigugering er sera lítil sammett við tað, sum trukitrumlan brúkar. Fyll turkitrumluna rætt Turkitíðin økist, um ov nógv klæðir verða koyrd í turkitrumluna. Hetta veksur um orkunýtsluna, og harafturat verða klæðini rukkut. Ov fá klæði í turkitrumluni økir óneyðugt um turki- tíðina. Fylg brúkaravegleiðingini. Reinsa filtrið Tað er umráðandi at reinsa filtrið, hvørja ferð turkað verður. Tá filtrið er skitið, tekur tað longri tíð at turka klæðini, og orkunýtslan verður størri. Nýt kalt vatn til uppvaskimaskinuna Tú sparir orku, um tú setur uppvaski- maskinuna til kalt vatn. Hon hitar sjálv vatnið í tann mun, tað er neyðugt. Spar heitt vatn Tað er ikki neyðugt at skola av, áðrenn tú setur í uppvaskimaskinuna. Tað er nóg mikið at skava matleivdirnar av. Brúka ongantíð ov nógvan hita Brúka ikki meira hita enn neyðugt. Vaska tó av og á við 65 hitastigum, so maskinan verður reinsað. Til alt vanligt uppvask er nóg mikið at vaska við 50 hitastigum. Fyll uppvaskimaskinuna, áðrenn hon verður tendrað. Hong klæðini upp Fá tær eitt gott snóratræ. Hvørja fer, tú ikki brúkar turkitrumluna, men heingir klæðini upp í staðin, sparir tú umhvørvi- num fyri trý kilo av CO2. Klædnavask og uppvask Matgerð Stilla kókipláturnar rætt Trinreguleraðar kókiplátur - vanliga seks trin – skulu setast á hægsta trin, til grýtan kókar. Síðani verður skrúvað niður, so grýtan ikki missir kókið. Termostatstýrdar plátur og plátur við kókiautomatikki stýra sjálvar effektini, tá tær verða rætt stillaðar frá byrjan. Grýtan skal vera bein Grýtur og pannur við skeivum botni nýta upp til 50% meira orku enn neyð- ugt. Grýtan skal hóska til kókiplátuna Grýtan má ikki vera minni enn plátan. Verður ein 16 sentimetrar grýta sett á eina 18 sentimetrar plátu, fara upp til 25% av orkuni til spillis. Minst til lokið Ein grýta uttan lok brúkar upp í tríggjar ferðir so nógva orku sum ein við loki. Hav í huga, at lokið skal liggja tætt niður á grýtuna. El-ketilin Kóka vatn við el-ketli. Kókipláta í staðin fyri ovn Um maturin verður gjørdur á kókiplátu í staðin fyri í ovni, ber til at spara upp í 70% av orkuni. Nýt eftirvarman Sløkk plátuna fimm minuttir, áðrenn maturin er liðugur. Hav nógv í bakarovninum í senn Skulu rættirnir vera líka heitir, ber væl til at baka og steikja í senn, bæði í heitluftsovni og í vanligum ovni. Sparast kunnu umleið 60% av elnýtsluni, um eitt nú kjøt, fiskur, eplir og køka verða sett í ovnin samstundis í staðin fyri hvørt eftir annað. Nýt for-og eftirhita Millum 10-25% av elnýtsluni kunnu sparast, um ovnurin verður tendraður, tá maturin verður settur inn, og sløktur aftur 10 minuttir, áðrenn rætturin er liðugur. Nýt hóskandi steikiføt Brúka føt, ið hóska til nøgdina av mati- num. Tess minni fatið er, tess minni vatn skal fordampast, og soleiðis verður minni orka brúkt. Tiðna matin Ein fryst steik nýtir umleið 30% meira tíð og orku, enn ein sum er tiðna. Minst tí til at seta steikina í køliskápið at tiðna í góðari tíð. Ovngrillin er orkukrevjandi Um ovngrillin verður nýtt við opnari hurð, verður seks ferðir so nógv orka brúkt til grillstoktan høsnarunga, sum til grýtustoktan. Vel gass fram um el. Vel induktions- komfýr fram um vanligan elkomfýr. Nýt minni av tí grønmetinum, sum ikki hoyrir til árstíðina. Eitt nú hoyra tomatir, salat og piparfrukt ikki til um veturin, men verður dyrkað í stórum vakstrar- húsum, sum nýta ovurnógva orku. Keyp færri feskar vørur, sum verða fluttar yvir long strekki. Minka um nýtsluna av skeljadjórum, sum krevja stórar nøgdir av orku í framleiðsluni. Keyp vørur, sum eru framleiddar so tætt at handlinum sum gjørligt. Nógv vøra verður køld niður undir flutninginum og dálkar tí serliga illa. Køliskáp og frystarar Fimm hitastig í køliskápinum Køliskápið eigur ikki at vera kaldari enn fimm hitastig. Fyri hvørt stigið, tað er kaldari, økist elnýtslan umleið 5%. Nýt eitt termometur at kanna hitan í køli- skápinum. Kanna pakningin í hurðini Pakningurin skal vera heilur og bleytur. Tá hurðin er aftur, skal hon vera so tøtt, at eitt pappírspettið, ið verður lagt ímillum, hongur fast. Nýt køliskápið at tiðna í Nýtir tú køliskápið at tiðna frystar vørur í, sparir tú orku. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma. Lat ikki køliskápshurðina óneyðugt upp, og lat hana ikki standa opna óneyðugt. Hvørja ferð hurðin verður latin upp, fer kalda luftin út, og heit luft kemur inn. Tað krevur orku at køla luftina aftur. Set ikki heitan mat beint í køliskáp ella frystara. 18 kuldastig eru nóg mikið í frystaranum Ikki er neyðugt at hava meira enn 18 kuldastig í frystaranum. Fyri hvørt stigið, tað er kaldari, veksur elnýtslan umleið 5%. Avríma frystaran minst einaferð um ári. Nýt bert snarfrystikontaktina, tá stórar nøgdir - meir enn trý kilo - skulu frystast. Nýt ikki snarfrysting meira enn eitt samdøgur í senn. Ljós Nýt ljósdoyvara Tørvurin á ljósi í einum rúmi skiftir. Tí er ljósdoyvari góður. Doyvt ljós brúkar minni orku. Nýt spariperur Spariperur lýsa 4-5 ferðir betur enn vanligar perur við somu elnýtslu og hava 8-10 ferðir longri livitíð. Ein 7 W sparipera lýsir nærum líka nógv sum ein vanlig 40 W pera. Spariperur fáast úr 5 upp í 32 W, og ljósliturin er á leið tann sami sum tann, ið kemur frá vanligum perum. Spariperur kunnu í nógvum førum brúkast í staðin fyri vanligar perur. Tendra og sløkk Spariperur kunnu tendrast og sløkkjast júst sum vanligar perur. Tað loysir seg best at nýta spariperur í lampum, sum verða nógv brúktar og eru tendraðar leingi hvørja ferð. Hav í huga, at spari- perur vanliga ikki kunnu nýtast saman við ljósdoyvara. Halogenperur Hesar perur eru væl egnaðar til ávís øki, meðan ongin sparing er í at nýta tær til hølisljós. Ein halogenpera er ikki tað sama sum ein sparipera. Reflektorperur Hesar perurnar spara orku, tí tær beina ljósið ein ávísan veg. Ein 40W reflektorpera ger somu nyttu sum ein vanlig 100W pera, um ljósið bert skal lýsa á eitt ávíst stað. Skift til lágorkuperur Vit spara bæði pening, og verja nógv betur um umhvørvið, um vit nýta lág- orkuperur í staðin fyri vanligar ljós- perur. Lágorkuperur brúka sammett við vanligar ljósperur bara umleið ein fjórðing ella ein fimtapart av elorkuni. Skift tær 10 mest brúktu ljósperurnar í húsinum til lágorkuperur, so hvørt tær bresta. Følari á útilyktina Set ein følara á útilyktina, so ljósið bert verður tendrað, tá tørvur er á tí. SLØKK!! Sløkk í rúmum, sum ongin er í. Ferðslan við flogførum er tann skjótast vaksandi orsøkin til útlát av ov nógvum vakstrarhúsgassi. Kortini fevnir flog- ferðsla ikki í Kyoto-sáttmálanum, og ongastaðni verða avgjøld løgd á bensin til flogfør. 45 prosent av flogferðunum í Europa strekkja seg yvir minni enn 500 km. Hesar ferðir kundu eins væl farið fram við bussi, skipi ella toki, sum bert dálka ein tíggjundapart av tí, sum eitt flogfar dálkar. Prísurin á flogferðaseðlum er eisini lækkaður munandi. Seinastu 10 árini er kostnaðurin á flogferðaseðlum eitt nú í Onglandi minkaður við 42 prosentum, meðan prísurin á bussferðaseðlum er hækkaður við 42 prosentum. Roknað verður við, at flogferðslan verð- ur trýfaldað í Onglandi fram til 2030. Eg meira grønt Kjøtframleiðslan dálkar nógv meira enn grønmeti. Húsdjór prumpa og ropa, og stórar mongdir av metan og láturgassi dampa úr køstinum. Harumframt er orkunýtslan til at fram- leiða malið kjøt átta ferðir hægri enn til grønt ella bønir. Eisini skulu stórar mongdir av orku til at framleiða djóra- fóður, brennievni til flutning av fóðri og djórum. Umframt alla orkuna, sum verður nýtt á sláturvirkjunum. Flogfør stórir syndarar k Et meira grønt