fríggjadagur 4. apríl 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 65 - 4. apríl 2008
20 20 20
Starvsfólk til tøknideildina á Kall
Vilt tú nýta tíni tøkniligu og analytisku evni í eini
spennandi og skjótt vaksandi fyritøku, so bjóðar
Kall tær vælkomnum á tøknideild sína.
Við starvinum fært tú rætta løn, eins og vit geva tær sera góðar
møguleikar fyri sjálvsmenning. Tað týdningarmesta fyri okkum
er nevniliga ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi, men at tú hevur
gott næmi og tøkniligan og analytiskan sans.
Starvsøkið
Starvið kann vera rættiliga fjølbroytt, men ein týðandi partur er
at røkja tøkniliga støðið undir roknskaparhaldi okkara. Tú fert t.d.
at arbeiða við avrokningarskipanum sum Oracle, PostgreSQL,
Bercut og Navision, tú fert at avgreiða og menna hagtals-
rapportir (SQL-fyrispurningar), fyrireika dátugrundarlag til
roknskapin og at betra um arbeiðsgongdir okkara.
Útbúgving og eginleikar
Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. teldustøðingur,
datanomur, verkfrøðingur ella HA’ari, men hevur tú fingið tín
lærdóm av egnum royndum, so ert tú hjartaliga vælkomin at
søkja – tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum.
Tað er eisini sera umráðandi, at tú hevur góðan hug at læra, ert
fleksibul, dugir at samstarva og hevur áhuga fyri at betra um
viðkomandi arbeiðsgongdir.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starvið, send so eitt teldubræv við
avritum av viðkomandi skjølum til Hans Poulsen á Kall,
hp@kall.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin
at ringja til Hans á 502072.
Umsóknarfreistin er 18. apríl klokkan 12:00.
Um Kall
Kall kom á marknaðin í apríl 2001 og hevur síðan ment seg til
ein virknan leikara í fjarskiftismenningini í Føroyum. Vit eru nú
35 fólk og selja fyri um 100 mió. kr. árliga. Kall er partur av
samtaki, sum er skrásett á partabrævamarknaðinum OMX.