Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 120 - 27. juni 2001 Nr. 120 - 27. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Hóskvøldið 28. juni kl 19 fer Coll’Arco at hava kon- sert á Giljanesi. Coll’Arco er ein 12 manna bólkur úr Norrkøping í Svøríki. Hetta eru alt ungfólk millum 12 og 17 ár, sum gera nógv fyri at gerast góðir fiól- spælarar. Tey hava øll verið í musikkskúlanum, síðan tey vóru 4 – 5 ára gomul. Tey eru upplærd eftir Su- zuki háttinum. Leiðari hjá hesum ungu tónleikarunum er Päivikki Wirkkala-Malmqvist, sum hevur sína útbúgving frá Sibeliusakademin i Hels- ingfors. Coll’Arco hevur tey seinastu 4 árini ferðast víða um við tónleiki sínum bæði í Svøríki, Noregi, Dan- mark, Finnlandi, Lettlandi, Frankaríki, og Polen. Hesa- ferð gongur so leiðin til Føroya. Norrkøping er vinarbýur hjá Klaksvíkini, og tey fara sjálvsagt eisini at vitja har, men tey eru samstundis serliga innboðin at umboða Svøríki á NMPU ráðstevn- uni, sum í ár verður í Føroyum. NMPU er felag- skapurin av musikkskúl- unum í Norðurlondum. Við á ferðini er eisini Bjørn Sunnerstam, sum var tónleikalærari í Havn í nøkur ár í 1980unum. Hann er sera hugtikin av Føroy- um og føroyingum og talar føroyska málið ræðið. Ein dóttir hansara er við í bólkinum, og hann gleðir seg til at vísa føroyingum, at musikkskúlin eisini hev- ur framgongd í Svøríki eins og í Føroyum. Hann vónar sjálvsagt at síggja so mong sum møguligt til konsert- irnar. TÍðINDASKRIV Føroya Fornminnissavn Í summar fer Føroya Forn- minnissavn at sýna fram eitt sjáldsamt savn av føroyskum grindaknívum, sum teir flestu eru læntir frá knívasavnara í Dan- mark. Meginparturin av savninum stavar úr savni, sum danski gullsmiðurin Holger Jacobsen savnaði fyri fyrra veraldarbardaga. Knívarnir, sum teir flestu eru skreytknívar, umboða bæði fornt føroyskt kníva- smíð og tað serliga fína listhandverkið, sum mentist í aðru helvt av 19. øld og fyrst í 20. øld. Stílførdu myndevnini, sum eru innløgd í skeftini á mongum av knívunum, eru síðani vorðin tjóðskapar- ligar ímyndir í Føroyum, serliga grindareiðskapurin og báturin. Knívaframsýningin letur upp hósmorgunin tann 28. juni kl. 10. Savnið verður sýnt fram í framsýningar- hølum fornminnissavnsins í Brekkutúni fram til sein- ast í august. Í sambandi við upp- latingina av framsýningini kemur eisini eigarin av knívasavninum og ein kendur danskur kníva- smiður á vitjan. Knívasavn- arin, sum eisini er gransk- ari, hevur í mong ár havt áhuga í norðurlendskum knívasmíði og skrivað fleiri vísindaligar greinar um evnið. Teir vilja fegnir hitta fólk, sum hava áhuga fyri ella kunnleika til føroyskt knívasmíð. Ungfólk konsert á Giljanesi Framsýning við skreytknívum Nakrir av sjáldsomu føroysku grindakvívunum, sum verða sýndir fram á Fornminnissavninum Hetta eru tey tólv ungu fólkini saman við leiðarum, sum fara at spæla á Giljanesi hóskvøldið kl. 20. Størsta avbjóðingin á yrkisleiðini hjá Tróndi Paturssyni stendur fyri framm- an. Um eitt ár skal hann luttaka á eini framsýning á Triumf- boganum í París, og harumframt fær hann væntandi pláss á flog- vøllinum í Kastrup LIST Stefan í Skorini Listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø stendur fyri tí størstu av- bjóðingini nakrantíð í hansara lívi sum lista- maður. Hann hevur fingið inn- bjóðing til eina stóra lista- framsýning í franska høv- uðsstaðnum París. Fram- sýningin verður á tí kenda Triumfboganum miðskeið- is í París. Har hevur Tróndur fingið pláss á takinum á boganum, har hann hevur 400 fermetrar at bólta sær á. Listaverkið hjá Tróndi fer at standa undir opnum himni. Væntandi fara eini 400.000 fólk at vitja fram- sýningina, sum verður í juni, juli og august í næsta ár. Hóast long tíð er til framsýningina, so er Trónd- ur farin undir fyrireiking- arnar til listaverkið, og byrjað verður væntandi einaferð í heyst. Hann sigur, at tað verður eitt listaverk við speglum og glasi, og ætlanin er, at hetta skal vera ein stór uppliving av dimensjónum. Um ein persónur fer inn í rúmið við speglum, eru 6000 spegilsmyndir av sama persóni. Trupulleikin er at fáa fígging til verkið. Summir grunnar seta ta treyt, at listaverkið skal vera selt og hava fingið eitt fast pláss onkustaðni, áðrenn teir lata stuðul. Listaverkið er ikki selt enn, og tí kann vera trupult at fáa fígging. Tróndur sigur tó, at um listaverkið ikki verður selt frammanundan, so er góður møguleiki fyri at selja tað á sjálvari framsýningini í París. – Hetta er tann størsta og mest spennandi uppgávan hjá mær nakrantíð, og tí má hesin møguleikin ikki fara framvið borðinum, sigur Tróndur Patursson, sum vísir á, at fleiri aljtóða viðurkend listafólk vera við á framsýningini. Fuglar í Kastrup Á flogvøllinum í Kastrup í Keypmannahavn hanga í løtuni fimm glasfuglar, sum Tróndur hevur latið úr hondum. Enn hevur Trónd- ur ikki fingið endaliga at vita, um listaverkið skal hanga fast á flogvøllinum, tí tann stóra nevndin, sum skal taka endaligu avgerð- in, hevur ilt við at taka støðu. Tróndur hevur fingið pláss í C2 deildini á flog- vøllinum, har eitt stórt vindeyga, sum er 20 ferðir 7 metrar til víddar, har sett av til hansara. Verður av- gerð tikin um, at listaverkið hjá Tróndi skal upp at hanga, so verða einir tjúgu glasfuglar, hvørs veingja- spenni er hálvantriðja met- ur, hongdir upp í Kastrup. Henda verkætlanin hevur verið í gongd í eini trý ár, og tí vónar Tróndur at fáa endalig boð skjótt, og hann vónar sjálvsagt, at hansara listaverk fær pláss á flog- vøllinum, har fleiri túsund fólk ferðast hvønn dag. GENGRANSKING Stefan í Skorini Vísindasiðseminevndin hevur givið týska barna- læknanum Ulrike Steuer- wald loyvi at fara undir gengransking í Føroyum. Nevndin hevur á fundi 11. juni 2001 viðgjørt umsóknina frá Ulrike Steuerwald, sum er dag- fest 19. apríl í ár, um loyvi til granskingar- ætlan. Endamálið er at finna møguligt genetiskt brek í orkuverkinum í kyknunum (mitokondri unum) hjá børnum. Nevndin hevur samtykt at ganga umsóknini á møti eftir at hava fingið neyðugu upplýsingarnar í málinum. Av tí at lóg um gen- gransking í Føroyum er í umbúna, hevur nevndin gjørt Almanna- og Heilsumálastýrinum vart við góðkenningina. LØGREGLUTÍðINDI Stefan í Skorini Løgreglan í Suðuroynni sigur frá eini sera friðar- ligari stevnu, nú Jóan- søkan júst hevur verið. Bara eitt harðskapsmál er uppskrivað. Talan var um ein mann, ið hevði skallað ein annan við kirkjuna á Tvøroyri. Tann álopni breyt eina fram- tonn. Løgreglan veit enn ikki fyri vist, hvør gern- ingsmaðurin er. Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Jóansøku. Nýggi lasarin máldi ferðina hjá rættiliga nógvum bilum í Trongisvági. Fýra frá- greiðingar vórðu skriv- aðar. Ein førari koyrdi 101 kilometur um tíman í bygdum øki, og hann kann tí vænta sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum í øllum førum. Steuerwald fingið loyvi Bara eitt harð- skapsmál á Jóansøku Tróndur skal sýna fram í París og Kastrup Fuglarnir hjá Tróndi Paturs- syni fáa óivað fast pláss á flogvøllinum í Kastrup Tróndur sigur seg hava sína mest spennandi uppgávu fyri framman, tá hann skal hava framsýning í París C M Y K 3 2