mikudagur 27. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 120 - 27. juni 2001
Nr. 120 - 27. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Útbyggingin á
Strandamáling er
liðug. Virkið, sum
fyrr var 470 fermetrar
til víddar, er í dag
knappar 1.100 fer-
metrar. Eisini hevur
virkið fingið sølu-
umboð í Havn, sum
víðkar tænastuna
munandi
ÍDNAÐUR
Edvard Joensen
á Strondum: Strandamál-
ing hevur bygt út og meira
enn tvífaldað gólvvíddina.
Samstundis hevur virkið
fingið fast søluumboð í
Havn, og harvið økt útboð-
ið munandi.
Jógvan Óli á Fríðriks-
mørk, stjóri á Strandamál-
ing, sigur, at útbyggingin,
teir hava gjørt, ger tað mun-
andi arbeiðsligari á virkin-
um.
Bygt er upp í virkið suð-
ureftir. Ein goymsluhøll
upp á 600 fermetrar, har
umsitingin er í sunnara
enda, er bygd afturat teim-
um 470 fermetrunum, virk-
ið var til víddar, tá byrjað
varð.
Gamla
virkið
verður
seinni umbygt, soleiðis, at
umstøðurnar
til
sjálva
framleiðsluna vera nógv
betri, enn tær eru nú. Onkur
maskina er keypt, men tað
er ikki tað stóra, sigur stjór-
in. Talan er um onkra
blandimaskinu og tílíkt.
Men
umstøðurnar
á
goymsluni verða so øgiliga
nógv betri enn fyrr. Og
skuldi tað hent, at plásstrot
verður har einaferð, ber væl
til at seta fleiri hillar upp
inni á goymsluni. Eitt sind-
ur trengri gerst tað rímiligt
tá, sigur Jógvan Óli á
Fríðriksmørk,
men
tað
klára teir við at fáa serligar
truckar, sum gjørdir eru til
at
arbeiða
í
trongum
goymsluhallum.
Útbyggingin hevur ikki
verið dýr, sigur hann. Um-
leið hálvaaðru millión hev-
ur bygningurin kostað,
meðan maskinurnar, sum
komnar eru aftrat, kosta
væl minni enn eina hálva
millión.
Og hann leggur aftrat, at
alt er fíggjað úr egnum
lumma. Tað er einki lán
tikið til hesa útbyggingina.
Tað arbeiða fýra manns
fast á málingavirkinum á
Strondum um summarið, tá
mest er at gera. Um veturin
plaga teir at vera tríggir.
Nýtt søluumboð
Strandamáling hevur ikki
bara víðkað framleiðslu-
hølini, uttan eisini fingið
nýggjar seljarar til máling-
ina.
Avtala er gjørd við Balsl-
ev í Hoyvík um at vera
søluumboð í høvuðsstaðn-
um.
Tað ger, sigur Jógvan Óli
á Fríðriksmørk, at til ber at
hava nógv størri úrval av
máling at lata fólki.
Fyrr hava ymsu málinga-
handlarnir, og kanska onk-
ur vanligur handil eisini,
selt Strandamáling. Men
úrvalið hevur ikki verið tað,
sum ynskiligt er, tí bara
hevur borið til at selt
standardframleiðslurnar.
Nú handilin hjá Blaslev
er farin at selja Strandamál-
ing, hava teir samstundis
fingið eina blandimaskinu,
so fólk nú kunnu biða um at
fáa júst tann litin ella ta
tóningina, tey vilja hava.
– Og tann møguleikin ger
tað nógv meria áhugavert
hjá fólki at keypa máling,
sum vit eisini merkja, sigur
stjórin á Strandamáling,
sum leggur aftrat, at hóast
Balslev er fast søluumboð
uttan fyri Strendur, merkir
tað sjálvandi ikki, at ikki
eisini aðrir handlar selja
Strandamáling.
Hann sigur, at málinga-
virkið leggur seg eftir at
selja góðsku, og so má
keyparin eisini rokna við, at
tað kostar eitt sindur. So-
leiðis er tað við øllum.
Hann leggur dent á, at mál-
ingin av Stondum avgjørt er
fult á hædd við aðra mál-
ing, sum er á marknaðin-
um. Hinvegin ber eisini til
at fáa bíligari máling av
Strondum.
– At hava handilin hjá
Balslev
sum
umboð,
tryggjar samstundis eitt
sterkt og støðugt umboð,
sum klárar at hava nakað
liggjandi á goymslu, um tað
skal vera, sigur Jógvan Óli
á Fríðriksmørk.
Tað er serliga til privat-
fólk, Strandamáling selur.
Teir hava lagt seg eftir at
framleiða til vanliga brúk-
aran, og tað tykist hava
eydnast, sigur stjórin. Hann
hevur ikki nøkur nágreini-
lig tøl at vísa á, uttan tað,
teir sjálvir selja. Tað liggur
um 70.000-80.000 litrar av
vanligari máling um árið.
Samlaða nýtslan av mál-
ing í Føroyum er samb.
hagtølum einar 600.000
litrar. Men tá er alt íroknað,
sum ber brá av máling.
Vegmáling, billakk og hvat
ein nú kann koma í tankar
um, sigur stjórin á Stranda-
máling.
Framtíðin
– Tað er greitt, at roynt
verður alla tíðina at finna
nýggjar vørur, sigur Jógvan
Óli á Fríðriksmørk.
Hann sigur, at tað helst er
so, at teir hava gjørt í minna
lagi við eitt nú skipsmáling.
Men grundin er tann, at teir
miðvíst hava valt at fara
eftir vanliga brúkaranum,
sum málar hús og garð. Og
tað halda teir eg hava klár-
að rímiliga væl.
Tá hesir menninir byrj-
aðu við málingavirkinum í
1996 høvdu teir 13 prosent
av føroyska maknaðinum.
Tann parturin er í dag nógv
størri, sigur stjórin, uttan tó
at nevna nakað ítøkiligt tal.
Hann sigur, at teir hava
ikki
lagt
seg
eftir
útflutningi sum so, tí tað er
nokk
at
gera
til
heimamarknaðin. Og skal
hugsast um at koma á
altjóða
marknaðin,
har
kappingin er sera hørð, fer
tað at kosta nógvar pengar.
Hinvegin var kanska ikki
heilt ómøguligt at komið
upp í part, um teir funnu
einahvørja hjáframleiðslu,
sum teir fingu sett seg á.
Og slíkir møguleikar verða
sjálvandi eisini alla tíðina
havdir í huganum.
Eisini heilsu og um-
hvørvi skal hugsast um. Og
arbeitt verður alla tíðina við
at fáa tey skaðiligu evnini,
sum verið hava í máling,
burtur. Eitt nú eru upploys-
ingarevnini, sum hava verið
í máling, við at hvørva.
– Tað er bara ein spurn-
ingur um tíð, nær vit lata
fyrstu 0 prosent málingina
á marknaðin. Tað er máling
við ongum upploysingar-
evnum í, sigur Jógvan Óli á
Fríðriksmørk,
stjóri
á
Strandamáling.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk,
stjóri á Strandamáling, metir
tað vera av sera stórum
týdningi at hava fingið fast
søluumboð í høvuðsstaðnum
Mynd: Edvard Joensen
Strandamáling hevur bygt út
Útbyggingin av Strandamáling hevur meira enn tvífaldað gólvvíddina á virkinum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæra kona, mamma, omma og systir okkara,
Martha Hovgaard
doyði og varð jarðað.
Conrad, Gudrid, Nenna, Jákup, Jóna, Ári og Maja
Forseti Íslands,
Ólafur Ragnar
Grímsson, kemur á
almenna vitjan í
Føroyum í morgin.
Vitjanin endar
leygardagin
FORSETAVITJAN
Edvard Joensen
Íslendski forsetin Ólafur
Ragnar Grímsson, kemur
til Føroya á almenna vitjan
frá hósdegnum til leygar-
dagin. Í fylgi við honum er
eisini
frú
Dorrit
Moussaieff, sum er ensk.
Ólavur Ragnar Grímsson
varð í 1974 giftur Guðrún
Katrín Þorbergsdóttir, og
tey eiga saman tvíburðar,
Dalla og Tinna, sum eru
føddar í 1975. Tann 12.
oktober 1998 doyði Guðrún
Katrín av krabbameini.
Seinni hitti forsetin ta
ensku Dorrit Moussaieff,
sum á ferðini til Føroya
umboðar Ísland sum for-
setafrúa.
Ólafur Ragnar Grímsson
er føddur í Ísafirði tann 14.
mai 1943. Har vaks hann
upp og gekk í skúla, til
hann fór á studentskúla í
Reykjavík, haðani hann tók
prógv í 1962.
Síðan gekk leiðin til Eng-
lands, har hann las við uni-
versitetið í Manchester. Í
1965 tók hann BA íbúskapi
og samfelagsfrøði. Í 1970
tók hann PhD í samfelags-
frøði og byrjaði at undir-
vísa við Háskóla Íslands.
Hann
gjørdist
seinni
professari við Háskólan og
varð har til hann í 1988
gjørdist
fíggjarmálaráð-
harri í stjórnini hjá Stein-
grími Hermansyni.
Eitt sindur ymiska kós
hevur Ólafur Ragnar havt í
sínum politiska lívi. Hann
var í árunum 1966 til 1973
nevndarlimur í ungmanna-
felag Framsóknarfloksins,
eins og hann eisini var
nevndarlimur floksins frá
1971 til 1973.
Hann gjørdist altings-
maður fyri Mið- Vinstra-
samgonguna í 1974 og varð
samstundis formaður fyri
samgonguni.
Í 1978 varð hann valdur í
Altingið
fyri
Altýðu
Bandalagið (Kommunista-
flokkin). Hann var formað-
ur fyri tingbólkin frá 1980
til 1983 og formaður floks-
ins fram til 1995. Umframt
hevur hann havt fleiri
álitisstørv, bæði í Íslandi og
útheiminum.
Í 1996 varð Ólafur Ragn-
ar Grímsson valdur til
fimta forseta Íslands og
varð afturvaldur í fjør.
Íslendski forsetin vitjar
Dorrit Moussaieff og Ólafur
Ragnar Grímsson, forseti
Íslands, koma til Føroya í
morgin og vitja her til
leygardagin
Mynd: Morgunblaðið
C
M
Y
K
5
4