Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 120 - 27. juni 2001 Nr. 120 - 27. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 – Tað verður týðilig- ari og týðiligari fyri hvønn dag sum gong- ur, at Smyril, sum nú røkir suðuroyarsigl- ingina, er ov lítil, sig- ur stjórin á Strand- ferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Stendur tað til Reidar Nón- fjall, stjóra á Strandferðsl- uni, verður nýtt suðuroyar- skip bygt, ongantíð ov skjótt. Hann sigur, at hetta er bæði tí, at í 2005 koma nýggj, altjóða skipakrøv í gildi, sum fara at krevja sera stórar umbyggingar og ábøtur umborð á Smyrli, sum nú er Men hetta er eisini tí, at Smyril er blivin ov lítil. – Tað verður týðiligari og týðiligari fyri hvønn dag sum gongur, at Smyril er ov lítil, hvat plássið á bila- dekkinum viðvíkur, sigur Strandferðslustjórin. Tað kemur oftari og oftari fyri, at tað ikki eydnast at fáa allan farmin við, so at okkurt stendur eftir, eisini vanligar dagar mitt í viku. Hetta er, hóast Smyril sigl- ur tvær ferðir ímillum Suð- uroynna og Havnina hvønn dag, uttan týsdagin, tvs 12 túrar um vikuna. Reidar Nónfjall vísir á, at hesi seinastu seks, sjey árini er talið á bilum í Føroyum økt eini 25%. Harafturat kemur tað, at ferðingarmynstrið er broytt so at fólk nú eru nógv skjótari at taka bil við, enn tey hava verið. – Tí renna vit okkum nú dag og dagliga í tann trup- ulleikan, at Smyril er ov lít- il. Mitt í 2004 Og gongur, sum Strand- ferðslustjórin hevur ætlað, verður nýggja suðuroyar- skipið liðugt mitt í 2004. – Skipið er liðugt proj- ekterað og í farnu viku varð ætlanin løgd fyri landsstýr- ismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Eftir summarfrítíðina, vónandi í august, verður so kunnandi fundur um nýggja suðuroyarskipið fyri Løgtinginum og beint eftir tað, eisini fyri almenning- inum. Samstundis skal ein verklagslóg (anlægslov) gerast og leggjast fyri ting- ið. – Hetta er eitt so mikið stórt byggimál, hildið verð- ur at tað er rætt at form- skipa tað í eini verklagslóg. Hetta er samstundis ein lóg, sum skal tryggjað ting- inum fult innlit í málið alla tíðina. – Tá ið allar framløgurn- ar eru avgreiddar, og við- merkingar gjørdar, verður skipið projekterað heilt lið- ugt út í æsir. Tá verður tað rættað, sum kanska er eftir, og sum fer at vísa seg undir framløgunum. – Tær allarseinastu strik- urnar í projekteringini verða ikki gjørdar, fyrrenn allar viðmerkingar eru komnar inn eftir framløg- urnar fyri ikki at sita eftir við ósvaraðum spurning- um. Tá ið verklagslógin so eisini er samtykt í Løgting- inum, verður arbeiðið at byggja skipið, boðið út og mitt í 2004 skuldi tað helst verið liðugt. 20 skipasmiðjur Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur fingið ein lista yvir einar 20 skipa- smiðjur kring allan knøttin, sum verða mettar at hava neyðugan førleikan at byggja eitt sklíkt skip sum hetta, á tí støði, sum vit krevja. Allar hesar skipasmiðj- urnar verða so bodnar at geva tilboð upp á arbeiðið. Tá ið tilboðini eru komin inn, verða so nakrar tiknar burturúr, sum at samráðast nágreiniligar við, áðrenn tað endaliga verður gjørt av, hvør skipasmiðja skal byggja skipið. Tað er sostatt onki av- gjørt um, antin skipið skal byggjast í Evropa, ella í Kina, sum tað eisini hevur verið talan um. Ført hevur verið fram, at skipið kostar einar 305 milliónir at byggja í Evropa, men at tað er 50 milliónir bíligari at byggja tað í Kina. Nýggi Smyril er 135 metrar langur og siglur 21 míl. Tvs, at tað verður fimm minuttir yvir hálvan annan tíma at sigla ímillum Havnina og Tvøroyri. Annars eru 30 milliónir settar av fíggjarlógini til skipið í ár, men ætlanin kemur ikki so langt, at tær verða brúktar. Stjórin á Strandferðsluni vónar nú, at Løgtingsins vilji er líka góður á fíggjar- lógunum sum koma, sum tað er á hesari fíggjarætlan- ini, so at skipið kann byggj- ast liðugt. Nýggja suðuroyar- skipið og samferðslu- havnin í Suðuroy kosta so nógv, at Bjarni Djurholm skjýtur upp at útseta tunnilin í tvey ár SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Nú bendir alt á, at ætlanin at gera tunnil ímillum Øra- vík og Hov, verður útsett. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, tær útbyggingar, sum eru samtyktar at gera í sam- ferðsluna í Suðuroy, eru so stórar, at hann metir ikki, at tað eisini verður ráð til at fara undir tunnilin ímillum Øravík og Hov so skjótt, sum ætlað. Sum tað sæst á øðrum greinum í blaðnum, hevur landsstýrið samtykt at byggja nýtt Suðuroyarskip, sum er mett at kosta 305 milliónir. Harafturat verður neyðugt at byggja nýggja samferðsluhavn í Suðuroy fyri ímillum 50 og 75 milliónir, fyri at skipið kann liggja trygt. – Sostatt er talan um at byggja samferðsluna í Suð- uroy út fyri ímillum 350 og 375 milliónir tey næstu trý árini. Bara komandi ár skulu minst 100 milliónir setast av til hesar bæði verkløgini. – Skal tunnilin eisini ger- ast innanfyri teir fíggjarligu karmar vit hava til útbygg- ingar, verður onki annað gjørt í øllumn landinum. Skuldu byrjað næsta ár Tunnilin ímillum Øravík og Hov er mettur at kosta 100 milliónir og Landsstýrið hevði annars ætlað at fara undir fyrireikingarnar til hann í 2003, tvs, at tá skuldu vegir, innsløg og arbeiðsøkið gerast. Men, tá ið fíggjarlógin fyri í ár var til viðgerðar í tinginum, samtykti løgting- ið at seta 4,6 milliónir av til at fyrireika tunnilin ímill- um Øravík og Hov fyri. Fyri hesa upphæddina skuldi vegirnir gerast til tunnilsmunnan og og inn- takið gerast klárt. Bjarni Djurholm segði nakað eftir í samrøðu við Sosialin, at hann tá fór at kanna um politiskur vilji var at halda fram við ar- beiðnum næsta ár, tí hann dugdi lítla meining verða í at gera klárt í ár, um ikki politiskur vilji var til at halda fram við arbeiðnum og at bora komandi ár. Men tá ið alt hetta hendi, var ikki ætlanin at byggja so stórt skip til suðuroyar- siglingina. Tá varð nýtt Suðuroyarskip mett at kosta 240 milliónir. Nú hevur so landsstýris- maðurin í vinnumálum mælt til, at byrjað verður ikki upp á sjálvan tunnilin, fyrrenn í 2004, av tí, at suð- uroyarskipið og sam- ferðsluhavnin koma at kosta so nógv meiri, enn roknað varð við. Samstundis er tað greitt, at Landsverkfrøðingurin fær ikki brúkt alla játtanina, sum er sett av í ár til at fyrireika tunnilin fyri. – Tað er burturspilt at gera inntak og alt klárt í ár, um tað ikki skal borast, fyrrenn í 2004, sigur Bjarni Djurholm Hann sigur, at hann hevur skotið upp, at avlopið verð- ur brúkt til okkurt endamál í Suðuroy. Landsverkfrøð- ingurin skal nú finna útav, hvar í Suðuroy, peningurin er best farin. Tað hevur skund at byggja nýggjan Smyril At Smyril er ov lítil, kemur týðiligari og týðiligar til sjóndar. Nú eru 25% fleiri bilar í Føroyum, enn tað vóru fyri seks, sjey árum síðani og tí er neyðugt at fáa nýtt Suðuroyarskip, sum skjótast Tunnilin ímillum Hov og Øravík útsetast í tvey ár Bjarni Djurholm mælir til, at farið veðrur ikki undir at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, fyrenn í 2004. Annars var ætlanin at fara undir arbeiðið næsta ár, men tað verða tað ikki ráð til, skulu vit arbeiða innanfyri teir karmar, vit hava, sigur hann Tilsamans er talan um eina byggiætlan sum kostar millum 350 og 400 milli- ónir krónur. Næsta ár skulu minst 100 milliónir setast av til nýtt suðuroyar- skip og til ferjulegu í Suðuroynni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Í heyst verður verulig gongd at koma á málið um at byggja nýtt suður- oyarskip ístaðin fyri Smyril. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at gongst sum ætlað, verða fyrireikingarnar lidnar í ár, so at sjálv byggingin kann byrja komandi ár. Í ár eru 30 milliónir settar av til nýggja suð- uroyarskipið, men tær verða ikki brúktar. Hinvegin sigur Bjarni Djurholm, at tað skal nógvur peningur setast av til ætlanina tey kom- andi árini. Næsta ár væntar hann, at minst 100 milliónir skulu setast av til ætlan- ina. Hann sigur, at meting- arnar vísa, at nýggja suðuroyarskipið kostar góðar 300 milliónir at byggja. Men fyribils hevur Løgtingið játtað 240 milliónir til ætlan- ina. – Sostatt verður neyð- ugt at fara í Løgtingið einaferð afturat við mál- inum. Tað verður gjørt við eini verklagslóg (an- lægslov), sum verður lagt fyri tingið í heyst. Sostatt kann væntast, at sjálv byggingin kann byrja tíðliga næsta ár. Eisini nýggj havn Bjarni Djurholm sigur, at samstundis, sum nýtt suðuroyarskip verður bygt, verður tað eisini neyðugt at gera nýggja samferðsluhavn í Suð- uroy. – Nýggja skipið er ov stórt til at tað kann liggja í Havnini, sum er. Og tað má metast at vera óráð at byggja nýtt skip, uttan at tað kann liggja trygt í suðuroynni, eisini tá ið veðrið er vánaligt. Tí skal spurningurin um samferðsluhavnina loys- ast samstundis, sum skipið verður bygt, so at havnin eisini er liðug, tá ið skipið er liðugt. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið Landsverkfrøðingin fyrireika arbeiðið at byggja samferðsluhavn- ina á Trongisvágsfirði út. BjarniDjurholm sigur, at tað, sum liggur í kort- unum, er, at antin verður havnin, sum er á Drelnesi, bygt út, ella verður nýggj havn bygt eystanfyri havnina, sum nú er. –Hetta er eitt arbeiði, sum fer at kosta 50-75 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald. Men okkara uppskot er, at farið verður undir ar- beiðið næsta ár, tí tað er neyðugt, at tað er liðugt, tá ið skipið liðugt. Nýggi Smyril: Alt verður klárt í heyst Arbeiðsbólkur hjá Almanna- og Heilsu- stýrinum mælir til, at ein gjørdur verður ein sokallaður hospice stovnur á Lands- sjúkrahúsinum, ið kann veita seinastu røktina til tey, ið liggja á deyðastrá orsakað av álvar- samari sjúku HEILSUMÁL John Johannessen Tørvur er á eini deild á Landssjúkrahúsinum við sjey seingjarplássum til tey, ið liggja upp á tað seinasta og góðum rúmligum um- støðum fyri tey avvarðandi. Hetta er tilmælið frá ar- beiðsbólkinum, sum Almanna- og Heilsumála- stýrið í fjør setti at kanna tørvin á røkt til fólk, ið liggja á deyðastrá. Eitt hospice er ein sjálv- støðugur stovnur, sum í øll- um viðurskiftum liggur utt- an fyri sjúkarahúsverkið. Høvuðsendamálið hjá ein- um hospice er at veita røkt og linnandi viðgerð til á høgum støði til doyggjandi sjúklingar, sum hava ásann- að, at tað ikki er møguligt at fáa lekjandi viðgerð. Hetta eru sum oftast krabbameinssjúklingar. Seinasta innleggingin Meiningin við einum hos- pice er sostatt at vera um deyðssjúka sjúklingin sein- astu dagarnar á fold og í so stóran mun, sum gjørligt, linna um pínu og økja um trivna hansara. Av tí, at vit ikki í dag ikki hava nakað hospice í Før- oyum, eru tað í flestu førum sjúkrahúsini, ið taka sær av hesi røkt, og í øðrum lagi familja og heimasjúkasystr- ar. Arbeiðsbólkurin hevur valt at kalla tað fyri »sein- asta innleggingin«, tá krabbameinssjúklingar doyggja á sjúkrahúsi. Og arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvar krabbameins- sjúklingar doyggja, og hvussu nógvir doyggja heima og hvussu nógvir á sjúkrahúsið. Taltilfarið fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 1996 til 31. desember 1999. Hesi árini doyðu 384 sjúklingar av krabbameini. Hetta svarar til, at tað í miðal doyðu 96 sjúklingar av krabbameini um árið. Av teimum 384 sjúkling- unum, doyðu 244 á sjúkra- húsi, harav 163 á Lands- sjúkrahúsinum, 31 á Klaks- víkar sjúkrahúsi og 30 á Suðuroyar sjúkrahúsi. Heima doyðu 121 og á øðr- um stovnum doyðu 39, har- av 5 á Ellis- og Avlamis- heiminum í Vágum, 6 á Ellis- og Umlættingarheim- inum í Havn, 5 á Lágar- garði í Havn, 5 á Áðargarði á Sandi, 5 á Norðoyar Røktarheimi, 10 á Eystur- oyar Ellis- og Røktarheimi og 1 á Vistarheiminum í Havn. Út frá hesum taltilfari og hagtølum um, at »seinasta innleggingin« á Lands- sjúkrahúsinum í miðal varðir 20 og ein hálvan dag, er arbeiðsbólkurin komin fram til, at um alt pínulinn- andi virksemi verður savn- að á einum stað, er neyðugt við einum hospice við plássi fyri sjey fólkum. Best á Landssjúkra- húsinum Arbeiðsbólkurin vísir á, at av tí, at fólkatalið í Føroy- um er so lítið og fólkið so spjatt, er tað natúrligt, at hugsað verður um miðstað- arøkið, tá vísast skal á, hvar eitt hospice ella ein pínu- linnandi eind skal liggja. Bólkurin ger greitt, at um fá ár, fer meginparturin av Føroya fólki at hava lætta atgongd til miðstaðarøkið og sotatt eisini Lands- sjúkrahúsið, har neyðugi fakkunnleikin at manna eitt palliativt lið longu er, eins og møguleikin fyri karmun- um eisini er til staðar til eina pallativa eind. »Palliativa teamið skal, umframt at vera tengt at palliativu eindini, hava sum arbeiðssetning at veita landsumfatandi ráðgeving til kommunulæknarnar, Heimarøktina/heimahos- pice og tey lokalu sjúkra- húsini. Natúrligt er eisini, at palliativa teamið hevur ábyrgdina av høgum faklig- um støði við at veita undir- vísing, supervisión og góðskustýring til primera økið og lokalu sjúkrahúsini. Gjøgnum hetta kontinuer- liga samskiftið verður tað fakliga støðið optimerað, eins og tænastan innan heilsuverkið í síni heild verður lyft upp á eitt hægri støði til frama fyri allar føroyingar.« »Á palliativu eindini skal eisini vera rúm fyri sjúkl- ingum við serligum trupul- leikum, t.d. sjúklingum frá primera økinum og lokalu sjúkrahúsunum til reguler- ing av pínuviðgerð og øðr- um sjúkueyðkennum fyri síðani at verða útskrivaðir aftur; men talan er fram- vegis um sjúklingar uttan kurativa hjálp«, skrivar ar- beiðsbólkurin í álitinum. Arbeiðsbólkurin mælir somuleiðis til, at eitt heimahospice um somu tíð verður sett á stovn kring landið, sum partur av Heimarøktini. Skulu hava hospice á Landssjúkrahúsinum Ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og Heilsustýrinum mælir til, at stovna verður nýggj deild á Landssjúkrahúsinum at taka sær av sjúklingum, ið liggja fyri deyðanum Mynd: John Johannessen C M Y K 7 6