Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • 4. apríl 2008 Vikuskifti 4 - Tíðin gekk seint við støðuna 19-19, tað gingu 7 minuttir, áðrenn Ingi skoraði tað sera avgerandi málið uppá brotskast. Tá so síðsta bríkslið ljóðaði inni á Skála, var tað ein óbeskrivilig kensla. Eg stóð bara og rópti av berari gleði. Minnini frá seinnu FM-finaluni í Atlantic Airways-kappingini ímóti StÍF eru søt og frísk í minninum hjá Dann Thorleifsson. Í 8 ár hevur Neistaleikarar og viðhaldsfólk tystað eftir hesi stóru løtuni. Spurdur um hann ikki óttaðist fyri, at Kyndil fór at hála inn á tær, og “stjala” finaluplássið frá teimum, er Dann erligur: - Eg hevði nervar fyri, at Kyndil fór at taka okkum aftur, men aðrir á liðnum vóru róligir og fattir. Men hesuferð taldu øll stigini frá byrjan av, og tí var tað rættvíst, at vit endaðu í finaluni. Onkur setur spurnartekin við, um ikki StÍF var tað besta liðið í kappingini, men har mugu fólk minnast til, at høvdu vit vunnið á Kyndli síðsta dystin, so høvdu vit verið frammanfyri StÍF. Dann er ivaleysur í, at tað er rættvísari og betri, at øll stigini telja líka nógv gjøgnum kappingarárið í Atlantic Airways- kappingini. Stóran innsats Dann heldur, at alt liðið eigur rós uppiborið fyri ein stóran innsats. At liðið so eisini hevði ein av bestu hondbóltsleikarunum í Føroya søgu, sum venjara fekk alt at ganga uppí eina hægri eind. Dann kendi bara Inga Olsen, sum leikara áðrenn hann gjørdist venjari hjá teimum. - Eg má siga, at Ingi hevur roynst framúr, bæði sum venjari, leikari og sum menniskja. Hann hevur sera góðar venjingar, og hann hevur eitt gott sinnið, hann er róligur og siðiligur, og dugir at fáa tingini søgd við okkum, uttan at geyla gallarnar úr sær. Dann heldur eisini, at tað hevði stóran týdning, at Ingi kom meir inn á vøllin seinastu dystirnar. – Tað er gott at vita, tá vit mangla bakk og miðspælarar, at Ingi hevur kunnað traðkað til, tí nógv hevur hingið á mær, Roar og Tróndi. Og so hevur Áki Mørk eisini verið nógv skaddur. Tað hevði eisini týdning fyri lutfalsliga unga Neista-lið- ið, at menn sum Karl Odmar Rasmussen, Ingi Olsen og Áki Mørk hava roynt at leikt avgerandi dystir um meistara- heitið fyrr. Dann vil eisini fram- hevja “liðbólkin” hjá Neistanum. Talan er um ein trímannabólk, sum hevur verið mannaður við Niels Mortensen, Róa Egholm og Hjalmar Petersen. – Teir hava altíð verið góðir at heita á, um vit hava manglað nakað í hópinum. Hondbóltur og borðtennis Dann byrjaði at leika hondbólt, sum 9 ára gamal. Svanna Hanusardóttir og Kári Mortensen, sum hava gjørt eitt stórt ungdóms- arbeiðið fyri Neistan vóru venjarar tá. – Eg minnist, at vit spældu hálvan vøll og, at tað ikki var serliga gott skil á. Øll gingu runt á vøllinum, og eingin dugdi at kasta nakað nevnivert. Millum teir, sum hava fylgst við Dann upp gjøgnum barna- og ungdómsárini í Neistanum kunnu Kenslan var óbes - Tá so síðsta bríkslið ljóðaði inni á Skála, var tað ein óbeskrivilig kensla. Eg stóð bara og rópti av berari gleði, sigur Dann Thorleifsson, sum júst er blivin føroyameistari í manshondbólti Dann um Challenge Trophy Hjá manslandsliðnum er Challenge Trophy ikki ein nóg góð kapping. Tað var bara í einum av fimm dystum, at vit veruliga fingu mótstøðu. Vit eiga heldur at leika EM og HM-undandystir, og venjingardystir ímóti tjóðum, sum eru omanfyri Challenge Trophy-støði. ... um X-factor Sjálvur havi eg onga serliga meining um X-factor. Eg haldi nú meira, at allar hesar sangkappingarna, sum X-factor og American Idol eru blivin alt ov nógv av tí góða. Soðið blívur heldur tunt. Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heris@sosialurin.fo